leygardagur 5. august 2000síða 7
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
13
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 148 - 5. august 2000
Nr. 148 - 5. august 2000
Lesið eisini
ÍtróttaSosialin á
alnetinum:
www.sosialurin.fo
JÁKUP MØRK
NM fyri U-16
Føroyar-Ongland 0-3 (0-0)
Hóast teir vóru heldur vón-
brotnir, teir føroysku drein-
girnir, so høvdu teir tó eisini
alla orsøk at halda høvdið
høgt, tá teir eftir dystin móti
Onglandi fóru í skiftirúmið.
Enska liðið, sum tá av-
tornaði gjørdist tað stinnasta
í bólkinum, vann at enda ein
tryggan trý mála sigur, men
lætt var tað á ongan hátt hjá
teimum.
Allan fyrra hálvleik stóð
føroyska liðið sera sterkt í
verjupartinum, og hóast en-
ska liðið hevði einar tvær
heilt naskar royndir, so við-
førdi hetta ongantíð, at før-
oyska verjuspælið bleiv
ræðslukent.
Hekk saman
Í álopspartinum royndu før-
oyingarnir eisini at vera við
til at mynda dystin, og hetta
eydnaðist eisini í ávísan
mun. Nakar veruligur mál-
møguleiki spurdist tó ong-
antíð burturúr, tí til tess vóru
enski verjuleikararnir alt ov
sterkir ov skjótir.
Hinvegin hekk tað í løtum
sera væl saman á miðvøll-
inum, og tað er hugaligt at
staðfesta, at hesir ungu
knassarnir størsta partin av
tíðini royndu at spæla fót-
bólt, heldur enn at grava seg
niður í egnum brotsteigi.
Eins og móti finnlending-
um týsdagin, so tóktist tað
eisini soleiðis, at enska
spælið lá sera væl til tað
føroyska. Bretarnir spældu
nógv við longum sending-
um, har ætlanin so var, at
áleypararnir skuldu renna
bóltarnar upp, men hetta
eydnaðist teimum sera sjál-
dan. Partvíst tí Arnfinn í
Bartalsstovu dugdi sera væl
at lesa spælið, soleiðis at
hann í fleiri førum spældi
sum eyka sweepari.
Størsta orsøkin til vænt-
andi bretsku málmøguleik-
arnar var tó, at føroyska ver-
jan, spældi sín higartil besta
hálvleik í hesum dystinum.
Uppbakningurin frá síðu-
num, tá bólturin var í hinum
borðinum, var nógv betri,
enn hon áður hevur verið,
og miðverjan varð enn eina
ferð sera væl stýrd av Rana
Dahl-Christiansen.
Rani var aftur í hesum
dystinum mest sannførandi
føroyski spælarin, og við
evnum sínum at lesa spælið,
var hann ferð eftir ferð á júst
rætta staðnum, tá bretar
royndu at stinga bóltin inn
um verjuna. Har umframt
gjørdi hann eisini í nógv
størri mun enn í undanfarnu
dystunum nýtslu av røddini,
soleiðis at leiklutur hansara
sum skipari kom betri til
sjóndar.
Spentir finnar
Støðan í hálvleikinum var
sostatt javnleikur 0-0, og
hetta hóvaði áskoðarunum
kring vøllin sjálvandi sera
væl. Serliga stórur mundi
spenningurin vera hjá finn-
lendingum. Fyrr á degnum
høvdu teir vunnið 4-3 á
Danmark, og skuldi tað
hent, at Ongland ikki megn-
aði at vinna á Føroyum,
vórðu tað finnlendingar,
sum komu í finaludystin.
Sostatt sat líkasum ein
bláur klumpur av venjing-
arbúnum yviri í gamla skýl-
inum, har teir við herðróp-
um og klappiserium royndu
at stuðla upp undir stríðs-
viljan hjá føroysku leika-
runum. Ikki tí, hesum bilti
so einki.
Strongdir bretar
Allar helst høvdu ensku
spælararnir fingið nøkur
hørð frá venjaranum í hálv-
Ungu føroysku leyvurnar stóðu seg nærum ein tíma móti teimum bretsku, men máttu tó at enda geva skarvin yvir
Ongland mátti stríðast
leikinum, tí í øllum førum
var líkt til, at teir nú løgdu
meira fyri, í royndunum at
vinna. Ikki tí, málmøguleik-
arnir gjørdust ikki fleiri í
tali, men leikararnir royndu
í nógv størri mun at sleppa
bóltinum skjótari, og roynd-
irnar at bróta ígjøgnum í
føroysku verjuborðunum
vóru nógv fleiri.
Hinvegin gjørdist spæl
teirra eisini meira óskipað,
kanska orsakað av frustra-
tión um, at teir ikki megn-
aðu at skora, og tískil var
uppgávan hjá føroysku ver-
juni als ikki torførari, enn
hon var í fyrra hálvleiki.
Møðin viðførdi tó, at tað í
seinna hálvleiki gjørdist til
heldur meira gúpparí frá
okkara dreingjum, enn tað
hevði verið í fyrra.
Tá bretar so endiliga fin-
gu lagt seg á odda, var tað
ikki sum úrslit av nøkrum
væl gjøgnumspældum álop-
i. Ein høgur bóltur varð sen-
dir móti føroysku verjuni.
Enskur álopsleikari fekk
sett kollin undir, og bólturin
sigldu upp um Arnfinn, sum
kanska heldur átti at staðið
á linjuni.
Lítla løtu seinni fingu før-
oyingar gyltan møguleika at
skora, tá ósketni í ensku ver-
juni viðførdi, at Rasmus
Nolsøe kundi spæla Mortan
Johannesen púra leysan,
men hesin seinni hálvkiks-
aði temjingina, soleiðis at
hann ikki lág nóg væl fyri,
tá skjótast skuldi.
Dysturin varð í roynd og
veru avgjørdur, tá føroyski
málverjin ikki fekk hildið
einum enskum skoti, soleið-
is at bretar kundu trilla re-
turin í málið, og tað gjørdist
3-0 eftir innlegg úr vinstru,
datt fyri føturnar á einum
av teirra, eftir at Arnfinn og
enskur álopsleikari høvdu
dystast um bóltin, uttan at
nakar teirra tó fekk fatur á
honum.
Stóðu seg tó væl
Eftir stendur, at føroyska
liðið aftur hesu ferð endaði
aftast í bólkinum, men hetta
var nú ikki so óvæntað
kortini.
Tað mest positiva við før-
oysku luttøkuni higartil, er
at liðið megnaði at reisa seg
eftir stórtapið í fyrsta dyst-
inum móti Danmark. Tá var
kanska orsøk at óttast, at
liðið var at kall mergsoðið
sinniliga, men hetta tibetur
ikki. Tvørtur ímóti bitu ung-
u garparnar tenninar saman,
og hava síðani hetta spælt
tveir góðar dystir, har talan
á ongan hátt hevur verið um
lættar sigrar hjá mótstøðu-
monnunum.
Hetta seinasta má takast
sum eitt tekin um, at ungu
føroysku leikararnir nú eru
nógv betri fyri sálarliga, so-
leiðis at teir alla tíðina
trúgva upp á egin evni. Eis-
ini sjálvt um tað ikki altíð
gongst eftir vild.
Seinasti dysturin hjá før-
oyingum varð spældur í
gjár, beint sum blaðið fór
til prentingar. Talan var um
dystin móti Noreg, har liðini
skuldu dystast um 7. og 8.
plássið. Frásøgn frá hesum
verður í týsdagsblaðnum.
Serliga í fyrra hálvleiki
stóð føroyska verjan
seg sera væl. Her er
Rókur F. Jespersen í
hornatøkum við breta
Mynd: Jonhard Hammer
Í álopspartinum
formáddi føroyska
liðið sær tó lítið móti
vælvaksnu verjuleik-
arunum hjá Onglandi
Mynd: Jonhard Hammer
HEINI Í SKORINI
Eftir at eg í gongini á Hotel
Føroyum havi sagt høvuðs-
venjaranum á enska U-16
landsliðnum, Dick Bate,
míni ørindi, er hann av-
gjørdur og sigur, at 16 ára
gamli Lennie Pidgeley, sum
dagliga er málverji hjá
heimskenda Premier Leag-
ue felagnum Chelsea, er ein
leikari við stórari framtíð.
5 minuttir seinni sita eg, og
sambært Dick Bate, fram-
tíðar málverjin hjá Chelsea,
Lennie Pidgeley, og práta
aftur og fram.
Skrivaði undir
sáttmála við Chelsea
Tað fyrsta eg leggi merki til,
tá eg síggi Lennie Pidgeley,
er, at hann má vera umleið
1, 90 metur høgur. 16 ára
gamli Lennie hevur spælt
fótbólt í 9 ár, og fyrr hevur
hann spælt við ymsum
smærri feløgum. Men nú
leikar hann dagliga við U-
19 liðnum hjá Chelsea í
London, hóast hann bert er
16 ára gamal. Hann býr
heima hjá foreldrum sínum,
og hann sigur, at familja
hansara ongantíð hevur havt
áhugað fyri fótbólti. Men
síðani hann var ein smá-
drongur, hevur honum altíð
dámt væl fótbólt.
- Eg havi altíð trivist á
fótbóltsvøllinum, og hóast
eg havi eina familju, sum
yvirhøvur ikki hevur áhug-
að fyri fótbólti, eri eg í dag
yrkisleikari hjá Chelsea og
nýti sera nógva tíð til fót-
bólt. Vit venja tvær ferðir
um dagin, og síðani spæla
vit dyst hvønn leygardag.
Hevur tú skrivað undir
sáttmála við Chelsea?
- Eg eri júst liðugur við
skúlan, og beint eftir at eg
gjørdist liðugur, skrivaði eg
undir sáttmála við Chelsea,
og havi eg sostatt bundið
meg til felagið í trý ár.
Tá vit so koma inn á pen-
ing, sigur Lennie, at tað
hevur hann tíverri ikki loyvi
at siga, men at tað í løtuni
ikki er serliga nógv. Hann
leggur síðani afturat, at løn-
in fer upp jú eldri hann
gerst.
Lennie nýtir sjálvsagt ser-
a nógva tíð til venjing, og
hann venur ikki minni enn
tvær ferðir um dagin.
- Eg komi upp umleið kl.
9 hvønn morgun, og síðani
fari eg at venja kl. 10. Vit
venja í tveir tímar, og síðani
verður farið til døgverða.
Seinnapartin er aftur ven-
jing á skránni, og so havi
eg frí um kvøldið. Lennie
leggur dent á, at tað inn í-
millum kann gerast sera
strævið og krevjandi. Ser-
liga um hesa tíðina, tá leik-
ararnir skulu koma í likam-
liga venjing til nýggja kapp-
ingarárið sum byrjar hálvan
august.
Hvørjir eru fyrimunirnir, og
hvørjir eru vansarnir við at
vera yrkisleikari?
- Tað góða er sjálvandi, at
um tað eydnast tær at koma
langt sum fótbóltsleikari,
gerst tú ríkur, kendur o.s.fr.
Men hinvegin hevur tú lítið
av frítíð, samstundis sum tú
ert sera bundin av fótbólt-
inum. Skal ein spæla á hes-
um støði, skal tað vera
100%, staðfestir Lennie
Pidgeley.
Chelsea krevur, at hann
hvønn dag fær rætta matin,
og at hann skal halda seg
burtur frá tí, hann nevnir
“junk food”. At roykja er so
slettis ikki loyvt, meðan teir
bert gera undantøk til eldru
leikararnar, tá tað kemur til
at drekka, so sum eina ella
tvær ferðir um árið. Bert 16
ára gamlir sleppa teir heldur
ikki at drekka.
- Hooliganisma drepur
fótbóltin
Hvat heldur tú um enskan
fótbólt sum heild?
- Eg haldi, at Premier Leag-
ue er heimsins sterkasta
kapping. Enska landsliðið
kláraði seg ikki so væl undir
EM endaspælinum, men en-
ska landsliðið hevur eina
góða framtíð, av tí at Ong-
land hevur fleiri nýggjar
ungar leikarar, sum eru á
veg at gerast fótbóltsleik-
arar í heimsflokki. Fram-
tíðin sær góð út fyri enska
landsliðið.
Liðið honum dámar best
er sjálvsagt Chelsea, meðan
yndisleikari hansara heilt
avgjørt er Dennis Wise, sum
eisini er á enska landslið-
num. Hann sigur, at U-19
liðið hjá Chelsea fær ókeyp-
is atgongumerkir til hvønn
heimadyst hjá Chelsea, so
hann hevur møguleikan at
fylgja við sínum fyrimynd-
um frá áskoðaraplássunum.
Eitt sum eyðkennir ensk-
an fótbólt, er tíverri ensku
áskoðararnir, sum teimum
flestu kunnugt vera nevndir
hooligans. Eitt nú stóðst
nógv rok av teimum undir
EM endaspælinum niðri í
Hollandi og Belgia í summ-
ar, og heima í Onglandi eru
samanbrestir við jøvnum
millumbilum, hóast hooli-
ganisma mest er í samband
við dystir hjá enska lands-
liðnum, og ikki so nógv
millum ymsu feløgini long-
ur.
- Eg dugi ikki at síggja
endamálið hjá teimum, sig-
ur Lennie Pidgeley, tá eg
komi inn á tað evnið.
- Tað skuldi langt síðani
verið fingið av vegnum av
myndugleikunum, og ein og
hvør hooligan skuldi ikki
fingið loyvi at sett sín fót á
nakað stadion aftur. Tað er
sera negativt fyri enska fót-
bóltin. Tað stutt sagt drepur
fótbóltin, og tað skuldi verið
beint av vegnum, er hann
avgjørdur at siga.
Hann leggur afturat, at tað
eru leikararnir sum eru mest
keddir um hooliganismu, tí
tað oyðileggur fótbóltin
sum heild.
- Hasselbaink skýtur
alt ov hart til mín
Lennie Pidgeley byrjaði í
summar at venja saman við
besta liðnum hjá Chelsea.
Tað vil við øðrum orðum
siga, at hann venur saman
við monnum sum Marcel
Desailly, Franck Leboeuf
Jimmy Floyd Hasselbaink
og Gianfranco Zola, har
báðir fyrstnevndu hava
roynt at verið bæði heims-
meistarar og europameist-
arar, meðan Hasselbaink var
toppskjútti í bestu sponsku
deildini í ár við Atletico
Madrid. Síðani er hann
seldur til Chelsea.
- Tað kann vera sera tor-
ført at venja saman við
monnum á so høgum støði,
tí likamliga er tað sera hart.
Eg minnist, at vit vandu
skotvenjing, og tá merkti eg
m.a., at Jimmy Floyd Hass-
elbaink skýtur alt ov hart til
mín. Men tað venji eg meg
skjótt við, leggur hann smíl-
andi afturat.
Hálendingurin
Jimmy
Floyd Hasselbaink er nevni-
liga kendur fyri síni hørðu
skot, og tey sum fylgja við
fótbólti, hava uttan iva sæð
óteljandi ferðir, hvussu hørð
skot hansara kunnu vera.
Lennie leggur afturat, at
hann kennir væl núverandi
málverjan hjá Chelsea, Ed
de Goey, sum eisini kemur
úr Hollandi, og Lennie fær
góð ráð frá De Goey um
lívið sum málverji á so høg-
um støði.
- Bestu ráðini eg havi
fingið frá venjarum og meiri
royndum leikarum er, ikki
at fara upp at flúgva, men
allatíðina at hava bæði bein
á jørðini, hóast tað gongur
væl. Og so er tað sjálvandi
eisini sera týdningarmikið
áhaldandi at arbeiða hart.
- Ein skal vera
fótbóltsspælari 24
tímar um døgnið
Men hvat hendir við teim-
um ungu leikarum, sum
verða vrakaðir av liði sínum
og hava onga útbúgving?
- Ungir fótbóltsleikarar ha-
va í øllum førum allir fólka-
skúlan, eins og eg havi, og
frá tí grundarlagi kann ein
byggja víðari á, um ein
- Eg vil koma á enska A-landsliðið
16 ára gamli Lennie Pidgeley er málverji á enska u-16 landsliðnum, sum júst hevur verið í Føroyum og spælt norður-
landameistaraheitið (NM). Dagliga leikar hann í ongum minni enn stórfelagnum Chelsea, og av serkønum verður
hann mettur sum framtíðar málverjin á besta liðnum hjá Chelsea. Í hesi samrøðu sigur hann frá lívinum sum yrkis-
leikari í London, hvørji mál hansara eru innan fótbólt, og hvussu tað er at venja dagliga saman við heimsmeistarum,
europameistarum, o.s.fr.
skuldi verðið vrakaður. Men
sum oftast er bert hjá teim-
um at finna eitt annað felag
á lægri støði.
Spurdur, um fótbóltur
ikki er eitt sindur óvist at
byggja á, um ein knappliga
skuldi verðið vrakaður uttan
at hava nakra útbúgving,
sigur Lennie, at tað er heilt
víst fleiri leikarar, sum upp-
liva júst hatta.
- Tað er í roynd og veru
so fáir leikarar sum fullføra
tað, sum allir droyma um,
nevniliga at gerast fulltíðar
yrkisleikarar við stórum fe-
løgum, so ein má vera til
reiðar til ikki at megna tað.
Tá prátið kemur inn á
skaðar og annað, sigur
Lennie, at um tað knappliga
ein dag skuldi borið so á, at
hann gjørdist skaddur fyri
lívið, hevði hann farið at
arbeitt í handlinum hjá pápa
sínum.
Hvørjar
eru
framtíðarætlanir
tínar
innan fótbólt?
- At vera fastur maður á Pre-
mier League liðnum hjá
Chelsea, og so vónandi eis-
ini at koma á enska lands-
liðið einferð í framtíðini.
Tað er stutt sagt mítt mál.
Hann leggur afturat, at tað
fer sjálvsagt at verða sera
torført. Í løtuni spælir
Lennie á U-19 liðnum hjá
Chelsea, og hóast hann bert
er 16 ára gamal, er hann
fyrsti málverji har. Hann yn-
skir at koma so skjótt sum
gjørligt á eykaliðið hjá
Chelsea, fyri síðani at koma
inn á Premier League liðið.
Hvat er kravið hjá tær og
hjá ungum fótbóltsleikarum
sum heild, um teir skulu
fullføra sín dreym?
- Tað ræður um at vera fót-
bóltsleikari 24 tímar um
døgnið, og at arbeiða hart
bæði á og uttanfyri vøllin.
Uttanfyri vøllin skal ein lata
vera við at koma sær uppí
trupulleikar og tílíkt. Ann-
ars er bert at arbeiða so hart
sum tilber, tí eingin kemur
sovandi til nakað.
Vit hava ferð eftir ferð
sæð bretskar leikarar havt
trupulleikar uttanfyri vøllin,
og av mongum kann eg
nevna t.d. Paul Gascoigne
og fyrrverandi Manchester
United stjørnuna George
Best, so tað er ikki av tilvild,
at Lennie sipar til júst hetta.
Til seinast ynskja vit 16
ára gamla málmanstalent-
inum úr Chelsea, Lennie
Pidgeley, alt tað besta í
framtíðini, og vóna at hann
ein dag fullførir dreym sín.
Minst til navnið Lennie
Pidgeley, tað kann knapp-
liga koma á sjónvarps-
skíggjan ein leygardag
seinnapart
heima
í
stovuni.....
- Vit vandu skotven-
jing, og tá merkti eg
m.a., at Jimmy Floyd
Hasselbaink skýtur
alt ov hart, sigur
Lennie Pidgeley m.a.
um tað at venja sam-
an við heimsstørn-
unum í Chelsea
Mynd: Heini