leygardagur 5. august 2000síða 6
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
11
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 148 - 5. august 2000
Nr. 148 - 5. august 2000
Politiski hugburðurin
Undir yvirskriftini ’ætlar at
selja almennar ognir fyri at
fíggja fullveldi’ royndi Jóann-
es Eidesgaard mikudagin, í So-
sialinum, at føra fram hug-
sjónir sínar um Ólavsøkurøð-
una. Eingin ivi skal valda um,
at Jóannes Eidesgaard, bert
hevði eittans endamál við
sínum úttalilsum í hesu grein,
nevniliga at finnast at so nógv-
um sum møguligt og enntá
koma við úttalilsum, ið ganga
beint ímóti betur vitan, fyri
síðan als ikki at koma við nøkr-
um uppskoti til, hvussu tingini
kundu verið gjørd á annan hátt.
Endamálið er eittans, at van-
virða landsstýrisarbeiðið og at
skapa ótryggleika millum fólk.
Tílíkur
framferðarháttur
kann ikki sigast annað, enn at
verða tekin um ósakligan at-
burð. Men Jóannes Eidesgaard
er langt frá tann einasti. Mang-
an hevur verið nevnt, at tað jú
er uppgávan hjá andstøðuni at
koma við atfinningum. Tað er
nakað um tað, men her má ein
misskiljing verða komin í. Tað
at andstøðan skal koma við
mótspæli og grundgivnum
atfinningum er púra rætt, men
hetta kann als ikki javnstillast
við vanvirðing og ósakliga við-
gerð.
Hví tykist hugburðurin í før-
oyskum politikki at verða tann,
at andstøðan skal vanvirða og
finnast harðliga at meirlutanum
av tí, ið samgongan kemur við
av málum ? Kann tað verða
rætt, at nærum helvtin av fólka-
valdu politikarunum skulu nýta
eitt ella fleiri valskeið til hetta
endamálið ?
Vit síggja í øðrum londum,
serstakliga í londum við minni-
lutastjórnum, at andstøðu- og
samgongupolitikarar
sam-
starva um flest øll mál tvørtur
um flokkar og hugsjónir, tí
endamálið hjá fólkavaldum
politikarum er júst at bera so í
bandi, at teir arbeiða til frama
fyri, at fáa skilagóð mál framd
til frama fyri alt landið og alt
fólkið.
Í Føroyum verður tíverri
arbeitt í einum heilt øðrvísi
politiskum umhvørvi. Ávísir
politikarar hava enntá úttalað
seg um, at teirra einasta enda-
mál í løgtinginum er at fella
landsstýrið. Hetta er bert eitt
av mongum dømum um, at
hóast tað kann tykjast sum
politiska umhvørvið er vorðið
eitt sindur meira sakligt undan-
farnu árini, so er enn langt á
mál, áðrenn vit fáa ta broyting
í politiska hugburðinum, ið er
neyðug, fyri at fremja eitt
meira mennandi politiskt um-
hvørvi og harvið fáa meira sak-
ligan politikk.
Orð og gerð – ikki hond í
hond
Tað er tó ikki bert andstøðan,
ið ger sítt til, at føroyskur poli-
tikkur ikki verður tikin í nóg
stórum álvara millum manna.
Eisini samgongan hevur torført
við at varðveita sítt trúvirðið
millum manna. Hóast arbeitt
verður fram móti einum felags
málið til frama fyri allar Før-
oyar, nevnliga fullveldi, so er
tað tíverri ikki altíð at orð og
gerð fylgjast at. Tá ið sam-
gongan hevur sett sær eitt mál,
ið er, at Føroyar skulu gerast
eitt samhaldsfast sjálvstøðugt
samfelag, átti politikkurin at
verið har eftir. Heldur enn at
nýta pening til fríðkan av ting-
húsi,
undirsjóvartunnlar,
skattalættar v.m., átti pening-
urin verið nýttur at yvirtaka tey
fáu økini, ið enn eru á donskum
hondum, og hartil til at bøta
um tey øki í samfelagnum, ið
hava stórstan tørv á hesum.
Bert á henda hátt vilja orð og
gerð fylgjast hond í hond, og
bert á henda hátt vil álitið á
føroyskar politikarar og full-
veldisætlanina sum heild gerast
størri.
Politikkur — álvara ella
gaman ?
Lurtar ein eftir orðaskiftinum
í tinginum, nú um dagar, er
heldur ikki ov nógv saklig við-
gerð at finna. Í alt ov nógvum
førum eru ta ógrundaðar mein-
ingar, ið síggja dagsins ljós í
tinginum. Alt ov ofta ber orða-
skiftið eisini brá av, at talarin
ikki hevur kunnað seg nóg væl
um málið. Hetta er enn ein or-
søk til, at føroyskur politikkur
ikki verður tikin í nóg stórum
álvara.
Enn ein trupulleiki, ið eisini
má komast burtur frá í føroysk-
Eftirlýsing: Sakligur
politiskur hugburður
Viðmerkingar:
Tað mugu vera mong við mær, ið eftirlýsa eitt meira sakligt po1litiskt umhvørvi í Føroyum.
Hugburðurin hjá stórum parti av føroyskum politikarum tykist at verða alt ov snævursýntur og
ósakligur. Neyðugt er við eini broyting í hugburðinum í føroyskum politikki til tess at koma
burtur úr hesi støðu, fyri heldur at stíla ímóti meira mennandi og málrættaðum politikki til frama
fyri føroyska samfelagið.
um politikki er tann altíð aftur-
vendandi
økispolitikkurin.
Politikarar, ið ynskja at føra
økispolitikk, áttu at hildið seg
til at verða kommunalpolitik-
arar, meðan landspolitikarar
eru valdir til at arbeiða til frama
fyri alt landið. Hetta er sjálv-
sagt, men ikki allir politikarar
tykast at hava skilt hetta býtið.
Komið kundið verið inn á
nógvar aðrar trupulleikar í før-
oyskum politikki, men farið eg
ikki at koma inn á fleiri her.
Niðurstøðan er, at eg — og
uttan iva mong við mær - eftir-
lýsi eina broyting í hugburð-
inum í føroyskum politikki til
tess, at menna eitt meira sakligt
politiskt umhvørvi og harvið
sakligan politikk í Føroyum.
2. august 2000
Kristina Háfoss
Tað er harmuligt sum
javnaðarmaður at ásanna,
at málið um neyðugu
broytingarnar í ríkisrætt-
arstøðu okkara ikki fær
eina veruliga og mann-
sømiliga viðgerð. Tjóð-
veldisflokkurin fekk so
dyggiliga drigið Fóka-
flokkin og Sjálvstýris-
flokkin upp á tráð.
Fyri umleið tjúgu árum
síðan legði Javnaðar-
flokkurin upp til kjak um
neyðugar broytingar í
ríkisrættarstøðu okkara.
Uppskotið frá Javnað-
arflokkinum hevði heiti
Sjálvstýrislóg, og tað
uppskotið er í høvuðs-
heitum endurgivið í fald-
aranum, sum flokkurin
sendi til hvørt húsarhald
í landinum.
Tíverri fekst ikki ljóð
fyri
Sjálvstýrislógini.
Men harafturímóti eydn-
aðist tað Tjóðveldisflokk-
inum við síni víðgongdu
og órealistisku kós at
snara løgmann og fylgi-
sveinar hansara, so at alt
veruligt frælsi fyri før-
oyingar nú er farið langt
út av sporinum.N
Landsstýrið hevur so
staðiliga prógvað, at loys-
ingarleiðin er veruleika-
fjar, óklók og skaðilig fyri
okkum sum fólk. Tað
skaðiligasta er júst uttan-
umtosið. Hetta, ikki at
greiða frá veruleikanum,
men billa fólki inn, at
lívsgrundarlagið
og
framburðsmøguleikarnir
hjá okkum verða bestir
uttanfyri ríkisfelagsskap-
in. Veruleikin er júst tann
øvugti.
Eg haldi, at samgongan
eigur at taka í egnan barm
og viðurkenna, at full-
veldisætlan teirra er mis-
eydnað.
Sjálvstýrislógin
hjá
Javnaðarflokkinum má
nú koma á skránna. Hinir
flokkarnir mugu finna
saman við okkum at tala
um eina veruliga loysn á
ríkisrættarviðurskiftun-
um.
Sjálvstýrislógin vísir á
eina veruliga frælsisleið.
Eftir henni skal eingin ivi
vera um, hvør leggur
framtíðarætlanir í før-
oyska samfelagnum. Tað
skulu føroyingar sjálvir
og eingin annar, tí eingin
annar er betur førur fyri
at avgera, hvat er
gott fyri føroyingar, enn
føroyingar sjálvir.
Men Sjálvstýrislógin
skal samstundis staðfesta
ein
samstarvssáttmála
millum Føroyar og Dan-
mark, sum tvey sjálv-
støðug og javnsett lond í
ríkisfelagsskapi hvørt við
annað.
Munurin á okkara upp-
skoti og samráðingarupp-
legginum hjá landsstýr-
inum er fyrst og fremst,
at føroyingar skulu ganga
fram í øllum lutum. Væl-
ferðarsamfelagið
skal
ikki skerjast, men menn-
ast. Búskaparstøðan skal
styrkjast og skipast á
skilagóðum støði, soleiðis
at hetta samfelagið í mest
møguligan mun gerst
búskaparliga sjálvbjargið.
Høvuðsmálið í Sjálv-
stýrislógini er, at vit ikki
lata burturav okkara rætt-
indum í ríkisfelagsskap-
inum, men harafturímóti
í felagsskapi í ríkinum
vinna borgarum bestu
møguleikar. Men málið er
ikki minni, at tað eru før-
oyingar sjálvir og eingin
onnur tjóð, ið ger av, hvat
er best fyri hetta land og
hetta fólk. Tí vilja vit gera
ein sáttmála millum lond-
ini, sum gevur okkum
javnbjóðis rætt og skyldu
í felags ríkinum. Hetta ber
til. Hetta er ein møgu-
leiki, sum kann setast í
verk.
Hans Jørgensen
Sjálvsstýris-
tilgongdin
mønustingin
Færinger trækker
Danmark ned i sølet?
Nylig fant jag i BT en artikel
med to tilskrifter under teamet
»Færinger trækker Danmark
ned i sølet«.
Lit mer enn 30 år tilbake
studerede jeg øygruppens
histori og kultur og skrev lit
senere om denne også en
artikkel i det tidligere østtysk-
land. Færøerne har været en
gang for oss her et ukjent land.
Den gang hadde befolkningen
ingen mulighet å reise til
vestlige land. Men forskjellige
mennesker ønskede, at jeg må
holde foredrag om dette. Jeg
smugglede in Bildmaterial og
skaffede mange diapositiv.
Mellem 1972 og 1990 holdt jeg
mange foredrag i hele DDR,
uakted at jeg så øygruppen før
aldri. Riktignok kritiserede jeg
alltid hvalfangst og hval-
slakteri.
Efter Tyskland foreningen
fikk jeg 1991 en indbydelse om
å besøke Færøerne. Jeg be-
søkte nærmast alle kommuner
og snakkede med mange
mennesker, men jeg så bl.a.
også hvaljagt og hvalslakteri i
Sørvági. Riktignok fikk jeg
ved siden av også snakke om
dette. Resultat: Arbeiderfolk
kan ikke bare spise Mc
Donald-mat, torsk og laks eller
sjøfugler, de vil også spise mat
med flæsk! Å holde grise på
Færøerne er umulig, de ville
dø pga. vinden. Dette er
grunnen å bruke hvalflæsk.
Ikke sjelden propagerer
fremmede ikke bare kritik,
men fordre også vareboykott,
ofte også mot Danmark. Men
disse mennesker kritiserer uten
å kjenne orsaken. Et tysk ung-
domstidskrift skrev en gang
om færingerne, at disse er ond
i masken drukne monster.
Efter hvalslakteri får båts-
besettninger
fangstandeler,
men likeså eldre, enker og for-
eldreløse barn. Jeg finner dette
sosialt!
Befolkningen er ikke mer
enn 45000 personer og ikke så
mange spiser hvalkjøtt, i dag
per uke bare en gang. Hvalkjøtt
er smittet med tungmetall!
Handel og eksport gir det ikke,
alt er bare for egen befolkning-
en.
Men hvorfor protesterer
ingen mot Norge eller Japan,
uakted at begge stater dræber
storhvaler, uakted at dette er
forbudt! Japan snyder verden
med »pga vitenskapelig grunn-
en«, uakted at hvalkjøtt finns
snart i blanding restauranter.
Men ikke å glemme: Fær-
øernes befolkning er lit mot
muslimske befolkningen i
verden og hvordan dræber
denne sauer, geiter eller
kameler? Likesom færingerne
grindehvaler, men ingen pro-
testerer! Og hvordan gør jød-
erne dette?
Vi skulle ikke skyde med
kanoner på spurver!
Karl-Heinz Schöne
Feberbachstr. 11
D-06114 Halle
Tyskland
Lesið eisini Sosialin
á Internetinum
www.sosialurin.fo
RÚNAR REISTRUP
At kalla hvørja viku fær
navnanevndin, ið umsitur
navnalógina, umsókn um
loyvi at brúka okkurt navn,
ið ikki stendur á tí góðkenda
almenna fólkanavnalistan-
um.
Er navnið, ið søkt verður
um, í samsvari við føroysk-
ar málreglur annars, verður
loyvi givið, men víkir tað
frá hesum, er eingin bøn.
Av tí sama fær landsstýrið
rættiliga nógvar klagur, og
tað er ein av orsøkunum til,
at navnalógin frá 1992 nú
verður endurskoðað.
Anfinnur Johansen av
Føroyamálsdeildini á Fróð-
skaparsetrinum er formaður
fyri navnanevndini og limur
í seks manna nevndini, ið
er sett av landsstýrinum at
gera uppskot til broytingar
í navnalógini.
Nevndin leggur í løtuni
síðstu hond á arbeiðið.
Nevndaruppskotið inni-
ber sambært Anfinni Johan-
sen millum annað, at tað í
størri mun skal gerast
møguligt at uppkalla børn
eftir eitt nú ommum og abb-
um teirra.
Fyrilit tikið fyri
uppkalling
Sum nú er stendur í para-
Nú skal bera betur
til at uppkalla
Navnalógin, ið varð samtykt fyri átta
árum síðan, setti fyri fyrstu ferð mørk
fyri, hvørji nøvn kundu gevast
børnum. Men tíðum nokkso strangu
reglurnar hava givið trupulleikar, tá
børn skulu uppkallast, og tað verður
nú tikið til eftirtektar
graff eitt í navnalógini sum
einasta treyt fyri, at eitt
navn verður góðkent, at
„navnið skal vera í samljóði
við føroyskar málreglur“.
Her verður altso ikki tikið
fyrilit fyri, um serligar
umstøður liggja til grundar
fyri einum navnaynski.
Nevndin, sum ger upp-
skot til broytingar, arbeiðir
út frá ynskinum hjá lands-
stýrinum um, at fyrilit eisini
verður tikið fyri grundgev-
ingunum fyri umsóknum
um loyvi at nýta einstøk
nøvn.
– Við broytingaruppskot-
inum leggja vit upp til, at
koma umsóknir um nøvn,
ið verða grundaðar við at
barnið skal uppkallast eftir
onkrum í familjuni, so verð-
ur tað tikið við í viðgerðini,
sigur
formaðurin
fyri
navnanevndini.
Skal vera føroyskt
Men føroysku málreglurnar
skulu sambært broytingar-
uppskotinum eisini í fram-
tíðini fyrst og fremst liggja
til grundar fyri góðkendu
nøvnunum.
Um abbin til dømis æt
Sigmund, og foreldur hava
hug at uppkalla son sín Sig-
mund, fer broytta navna-
lógin ikki at geva heimild
til tess. Sigmund er ikki í
samsvari við føroyskar mál-
reglur, men tað er navnið
Sigmundur hinvegin. Tískil
fer loyvi ikki at verða givið
til at sonurin skal eita
Sigmund, hóast hetta er
navnið á abbanum.
Eitt hugsandi dømi, har
broytingarnar í navnalógini
kunnu loyva einari uppkall-
an, er um omman eitur
Bodil.
Sambært galdandi reglum
ber ikki til at kalla til dømis
eina ommudóttir fyri Bodil
eftir
ommuni.
Navnið
stendur ikki í listanum fyri
góðkend nøvn, og loyvi
verður heldur ikki givið um
søkt verður um tað.
Her verður víst til før-
oyska navnið Bóthild, sum
stendur á listanum. Bodil er
danski formurin av Bóthild.
– Men Bóthild liggur nakað
langt frá Bodil, og tá kundi
hugsast at loyvi fór at verða
givið til at kalla eina gentu
Bodil, um so var at umsókn-
in var grundað á, at til døm-
is omman æt Bodil, sigur
Anfinnur Johansen.
Bodil er sum orð nevni-
liga í samljóði við føroyskar
málreglur, hóast navnið í
sær sjálvum ikki er før-
oyskt.
Hinvegin fer abbasonur
ein Christian ikki at fáa
loyvi til at fáa navnið
Christian, men má heldur
kallast Kristian. Her er eing-
in annar munur millum
nøvnini enn stavsetingin, og
tí verður danski formurin
ikki góðtikin.
Navnalistin skal vera
vegleiðandi
Higartil
hevur
manna-
gongdin verið tann, at um
navnanevndin einaferð hev-
ur givið loyvi til at kalla eitt
barn við navni, ið ikki var
nevnt í listanum yvir góð-
kend nøvn, so høvdu øll
rætt at kalla barn sítt við-
komandi navn.
Men í uppskotinum til
RÚNAR REISTRUP
»Hvussu
skal
barnið
eita?« spyr prestur, og so
verður svarað.
Tað svarið, ið oftast er
komið fyri, síðan navna-
lógin kom í gildi í 1992
og fram til árslok 1998,
er Maria.
45 gentubørn hava
fingið hetta navnið mill-
um 1992 og árslok 1998.
Harafturat hava 60 gentu-
børn fingið navnið Maria
sum seinna fornavn - til-
dømis sum Anna Maria.
Vanligasta
dreingja-
navnið hevur verið Jákup.
Navnið fingu 50 dreingja-
børn í tíðarskeiðnum
1992-98. Harafturat hava
24 dreingjabørn fingið
navnið Jákup sum seinna
fornavn.
Hesi bæði nøvnini eru
traditionel føroysk nøvn,
ið stava frá kristindóm-
inum.
broytta navnalóg verður
sligið fast, at eitt navna-
loyvi, ið er givið einum
umsøkjara, ikki hevur við
sær at navnið verður givið
leyst til øll at brúka.
Taka vit dømið um Bodil
og Bóthild fram aftur, so er
tað bert tey, ið vilja uppkalla
eina Bodil í ætt síni, ið
kunnu fáa loyvi at nýta hetta
navnið. Annars skulu fólk
brúka føroyska formin, Bót-
hild.
Fleiri aðrar smærri broyt-
ingar eru við í uppskotinum
til endurskoðaða navnalóg,
men tann mest umfatandi
broytingin, ið uppskotið
leggur upp til, er at regl-
urnar um góðkend fornøvn
verða linkaðar nakað.
Hvussu broytta lógin fer
at síggja út, er ikki greitt
enn, tí uppskotið er ikki lið-
ugt orðað enn, og nógv
kann henda við uppskotin-
um, tá tað verður lagt fyri
tingið í heyst.
Við fólkateljingini í
1801 ber til at síggja, at
tá lá navnið Jákup sum
nummar tvey á listanum
yvir vanligastu mann-
fólkanøvnini í Føroyum.
Tað vanligasta tá var at
eita Jógvan.
Navnið Maria var í
1801 nummar átta á list-
anum yvir vanligastu
konufólkanøvn í Føroy-
um. Tá var Anna nógv tað
vanligasta. Heili 552 av
teimum tá 2624 kvinn-
unum í landinum bóru tá
navnið Anna.
Á listanum yvir mest
brúktu nøvn í tíðarskeið-
num 1992-98 var Anna
tað næst mest nýtta konu-
fólkanavnið.
Sum heild eru tað nógv
nøvn, sum ganga aftur í
navnalistanum frá 1801
og listanum yvir nøvn, ið
givin eru børnum millum
1992 og 1998.
Maria og Jákup
tey vanligastu
Hóast navnanevndin fyri átta árum síðan
gjørdi ein fjølbroyttan lista við alskyns
nøvnum, ið sjáldan ella ongantíð høvdu
verið at sæð fyrr, so eru tað enn tey meira
vanligu nøvnini, ið eru best umtókt og
soleiðis halda fram at vera tey vanligastu
føroysku nøvnini.
Stórnavn spælir í Gøtu
RÚNAR REISTRUP
Í hesum døgum venur ein
víðagitin saxofonistur sam-
an við jazzbólkinum Ivory.
Venjingin fer fram í Gøtu
og er fyrireiking til tríggjar
framførslur, sum saxofon-
isturin John Purcell og
Ivory fara at hava saman
komandi dagarnar.
Tann fyrsta framførslan
verður í kvøld í Losjuni í
Gøtu, sum er blivið eitt tað
mest blómandi tónleika-
forumið í landinum.
Saxofonisturin John Pur-
cell er amerikanari upp-
vaksin í New York. Hann
starvast á California State
University á deildini fyri
tónlist, men hevur kortini so
leysar teymar, at hann fær
tíð til eitt sindur av hvørjum
við síðuna av.
Og tað er ikki so lítið,
John Purcell, hevur fingið
av skafti. Hann spælir við á
fleiri enn hálvtrýss tón-
leikaútgávum og ikki bara
hjá hvørjum sum helst.
Millum tey, hann hevur
hjálpt at innspæla fløgu,
Í kvøld verður konsert í Losjuni í
Gøtu, har landskendu Kári Sverris-
son og Ivory og heimskendi John
Purcell fara at spæla.
teljast Paul Simon og Bill
Cosby, millum filmsleik-
stjórarnar hann hevur ar-
beitt fyri eru Francis Ford
Coppola og Spike Lee, og
hann hevur staðið á palli
saman við millum øðrum
Dizzy Gillespie, Stevie
Wonder og David Sanborn.
Í kvøld spælir John Purcell
saman við Ivory í Losjuni í
Gøtu,
har
eisini
Kári
Sverrisson verður at hoyra.
Ivory til California
Tað var eitt sindur tilvild-
arligt, at John Purcell end-
aði í Føroyum fyri fyrstu
ferð fyri lítlum ári síðan.
Kristian Blak fekk ein eyst-
urríksan tónleikabólk higar.
Men ein av manningini
gjørdist sjúkur, og fyri hann
fekk bólkurin lokkað John
Purcell við.
Hann gjørdist bergtikin
av Føroyum, og játtaði at
koma aftur í sambandi við
Jazzfestivalin, ið byrjar í
komandi viku. Har spælir
hann eisini saman við unga
føroyska
jazzbólkinum
Ivory.
Vegna California State
University, har hann starv-
ast hevur John Purcell tikið
stig til eitt samstarv millum
føroyskar tónleikarar og
tveir tónleikarar á tónlista-
deildini á universitetinum,
sum eru við honum á ferðini
til Føroya.
Ætlanin er at bólkurin
Ivory skal við honum til
California einaferð seinni.
Ivory, John Purcell og
Kári Sverrisson fara á pallin
í Losjuni í Gøtu í kvøld
klokkan 21. Í annaðkvøld
spæla Ivory og John Purcell
í Meiarínum í Havn, og
mikukvøldið spæla tey á
Jazzfestivalinum.
Saxofonisturin John Purcell hevur spælt
saman við nógvum kendum fólkum innan
jazz- og popptónleik. Í kvøld spælir hann í
Losjuni í Gøtu