leygardagur 5. august 2000síða 5
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
9
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 148 - 5. august 2000
Nr. 148 - 5. august 2000
Nýggjur landsstýrismaður tekur samgonguna á bóli:
Flytur skúla úr Havn
og suður á Tvøroyri
ÁKI BERTHOLDSEN
Sumba: Tað eru nú nógvar
kommunur í Føroyum, sum
eru farnar at geva foreldrum
tilboð um barnaansing.
Hetta er helst ein ásann-
ing av, at í fleiri og fleiri
húskum eru tað bæði for-
eldrini, sum arbeiða úti.
Nú er eisini Sumbiar
Kommuna farin at bjóða
sínum borgarum barnaans-
ing. Kommunan hevur søkt
Sjálvur heldur Jacob
Vestergaard ikki, at tørvurin
er serliga stórur.
Tað er av teirri einføldu
orsøk, at tað eru so fá børn
í kommununi. Hann sigur,
at í Lopra og á Økrum, sum
eisini eru í kommununi, eru
bara tvey børn undir skúla-
aldur. Hvussu nógv eru í
sjálvum Sumba, er hann
ikki heilt greiður yvir, men
eftir, hvat vit skilja aðra-
staðni frá, eru tey helst færri
enn 10. Annars hevur
Sumbiar Kommuna havt
avtalu við dagrøktina í Por-
keri um barnaansing. Dag-
røktin í Porkeri er ikki full-
sett, so børn úr Sumba hava
Foreldur í Sumba
fáa nú dagrøkt
ÁKI BERTHOLDSEN
Torbjørn Jacobsen, nýsettur
landsstýrismaður í skúla- og
mentmálum sat ikki leingi,
áðrenn hann slepti teirri
fyrstu bumbuni.
Tí hósdagin kunngjørdi
hann, at tær nýggju almanna
og heilsuútbúgvingarnar,
sum ætlanin er at seta á
stovn nú, skulu ikki vera í
Havnini, sum tað annars
hevur verið ætlanin.
Nýggi
almanna-
og
heilsuskúlin skal vera á
Tvøroyri.
Tað var tá ið hann hevði
orðið undir viðgerðini av
ólavsøkurøðu løgmans, at
Torbjørn Jacobsen kom við
hesum óvæntaðu tíðindun-
um.
Og tað var skilligt, at alt
tingið varð fullkomiliga tik-
ið á bólið av hesum tíðind-
Torbjørn Jacobsen gjørdi hósdagin av,
at nýggju almanna- og heilsuútbúgv-
ingarnar skulu vera á Tvøroyri og ikki
í Havn, sum ætlanin hevur verið
Ætlar bróta múrin um Havnina niður
At flyta nýggja almanna- og
heilsuskúlan úr Havnini og suður á
Tvøroyri, er ein roynd at bróta
múrarnar rundanum Havnina
Hósdagin loypti Torbjørn
Jacobsen hvøkk á
tinglimir, tá ið hann
kunngjørdi, at gjørt av at
flyta ein nýggjan skúla úr
Havnini og suður á
Tvøroyri
um.
Bæði tinglimir úr sam-
gongu og úr andstøðu
søgdu, at teir høvdu ikki
minsta varhugan av, at ætl-
anin at leggja skúlan í Havn,
var broytt.
Serliga barsagdur var
Bjarni Djurholm úr fólka-
flokkinum sum segði, at tað
bleiv ikki uttan svørðslag,
at skúlin bleiv fluttur.
Hetta skal kanska síggjast
í ljósinum av, at tað hevur
verið eitt hart politiskt stríð
um, hvar skúlin skuldi vera.
Tingmenn úr Vágum vildi
hava hann har vesturi og
aðrir tingmenn hildu, at
hann lá best í Havnini.
Úrslitið var, at ein nevnd
kom til ta niðurstøðu, at tað
var rættast at leggja skúlan
í undir sjúkrasystraskúlan í
Havnini, tí so bleiv skúlin
bíligari at reka við tað, at
tað fór at bera til hjá báðum
skúlunum at samstarva, eitt
nú um lærarar. Víst varð eis-
ini til fyrimunirnar við at
Landssjúkrahúsið var á
staðnum, har næmingar
kundi vera í venjing.
Signar á Brúnni, sum tá
var landsstýrismaður á
økinum, gjørdi av at fylgja
tilmælinum og at leggja
skúlan í Havn.
Men nú hevur eftirmaður
hansara í landsstýrissessin-
um hansara, Torbjørn Jac-
obsen, so tikið eina aðra
støðu.
Hinvegin vóru tað eisini
fleiri, sum tóku undir við
Torbjørn Jacobsen, ikki
minst tingmenn úr Suður-
oynni, men eisini aðrir.
Skúlin skal byrjað 1. jan-
uar og nú skulu høli á Tvør-
oyri útvegast til endamálið.
Á skúlanum eru tvær út-
búgvingar.
Onnur er ein styttri al-
manna- og heilsuhjálpara-
útbúgving, sum tekur eitt ár
og sum er ein eftirútbúgving
av heimahjálpum.
Hin er ein útbúgving sum
almanna og heilsurøktari,
sum tekur hálvtannað ár.
ÁKI BERTHOLDSEN
– Tað er neyðugt at bróta
múrarnar rundanum Havn-
ina niður.
Torbjørn Jacobsen, lands-
stýrismaður, sigur, at tað var
orsøkin til, at hann nú hevur
gjørt av at flyta nýggja al-
manna- og heilsuskúlan úr
Havnini og suður á Tvør-
oyri.
– Verður tað ikki politiski
myndugleikin, sum tekur
stig til at bróta múrarnar
niður, so koma vit ongan
veg á økismenningarleið,
sigur tann nýggi landsstýr-
ismaðurin hjá tjóðveldis-
flokkinum í skúla- og
mentamálum.
–NAllar nevndir, og øll
ráð, sum gera tilmæli um
eitt og annað, eru fólk, sum
búgva innanfyri bøgarðar-
nar í Havn, og teirra sjón-
arringur røkkur heldur ikki
ut um Havnina.
– Tí er niðurstøðan í øll-
um tilmælum, sum eru
komin, og sum fara at
koma, altíð, at alt skal verða
í Havnini.
Torbjørn Jacobsen sigur,
at tað tí er neyðugt hjá
landsstýrinum at gera bart
og at leggja skúlar og
stovnar úti um landið.
– Og kunnu vit ikki so
frægt sum leggja ein skúla
sum
hendan
uttanfyri
Havnina, koma vit onga
leið.
Hann sigur, at hendan
samgongan hevur júst sett
økismenning ovaliga á síni
virkisskrá.
–Tí er tað fult út í sam-
svari við politikkin hjá sam-
gonguni, at nýggi skúlin
verður fluttur úr Havnini,
suður á Tvøroyri.
Ongin trupulleiki
Ein orsøk til, at skúlin
skuldi vera í Havnini, var,
at so bleiv hann bíligari at
reka, m.a. tí at hann kundi
hava felags lærarar við
sjúkrasystraskúlan.
Men hesa grundgeving-
ina heldur Torbjørn Jacob-
sen lítið um.
– Hvat skal vera í vegin
fyri at flyta lærarar suður á
Tvøroyri, um tað verður
neyðugt? Við nýggja Smyrli
fer tað at taka ein og ein
hálvan tíma at sigla suður.
Hvat er tað at tosa um?
Ein danir súkklar gleði-
liga tveir tímar til arbeiðs
hvønn morgun, uttan at
grenja um tað.
Hann minnir eisini á, at
tey, sum hava fingið hesa
útbúgvingina frammanund-
an, hava verið noydd at fara
líka til Danmarkar. Og tað
er hóast alt munandi styttri
suður á Tvøroyri, heldur
hann.
Torbjørn Jacobsen leggur
afturat, at hann hevur ikki
sæð nakað roknistykki, sum
vísir, at tað er bíligari at
hava skúlan í Havnini, enn
á bygd.
Tvørtur ímóti heldur
hann, at tað er ein „mið-
savningarmyta“, sum ongin
enn hevur torað at brotið,
at alt er bíligari í miðstað-
arøkinum.
– Ein grundgeving fyri at
leggja
útbúgvingina
í
Havn, var at hon mátti vera
tætt við eitt sjúkrahús.
– Men tað er ongin sum
sigur, at tað avgjørt skuldi
vera tætt við Landssjúkra-
húsið.
–NTað kann akkurát tað
sama verða tætt við Suð-
– Verður tað neyðugt, er
tað onki í vegin fyri at
flyta lærarar úr Havnini
og suður á Tvøroyri, sigur
Torbjørn Jacobsen
uroyar Sjúkrahús, sum er
eitt nýmótans sjúkrahús, við
sera góðum umstøðum, og
man vera eitt tað nýggjasta
sjúkrahúsið í Norðurlond-
um, sigur Torbjørn Jacob-
sen.
Fegnast
Dan Nielsen, býráðsfor-
maður á Tvøroyri, sigur í
eini stuttari viðmerking, at
hann fegnast stórliga um av-
gerðina hjá landsstýris-
manninum, og at skúlin skal
vera vælkomin á Tvøroyri.
– Og byggilendi, tað trýt-
ur ikki í kommununi og vit
hava eitt nýmótans sjúkra-
hús, so tað skuldi ikki verið
nakar trupulleiki.
–NTað skal vera løgið, um
hetta ikki fær fulla undir-
tøku, tá ið vit hava í huga,
at samgongan hevur sett
økismenning sum eitt høv-
uðsendamál í politikkinum,
leggur hann afturat.
í bløðunum, at eru foreldur,
sum hava tørv á barnaans-
ing, so kunnu tey siga
kommununi frá. Tey, sum
vilja hava børní ansing,
skulu hava sagt kommununi
frá hálvan august.
Jacob Vestergaard, bygda-
ráðsformaður í Sumbiar
Kommunu, sigur, at ætlanin
við lýsingini í bløðunum er
mest fyri at kanna tørvin.
Hann sigur, at av og á eru
graml at hoyra um, at for-
eldur sleppa ikki til arbeiðis,
tí tey fáa ikki børnini ansað.
Men nú skal so hendan
kanningin vísa, um hetta
bara er prát, ella um tørv-
urin er veruligur.
Og vísir tað seg, at tørvur
er á ansingarplássum, er
kommunan sinnað at skipa
fyri ansing til tey børnini.
Ætlanin er ikki at byggja
barnagarð, men at útvega
dagrøktarpláss til børnini,
sum hava brúk fyri ansing.
Í Sumbiar kommunu fáa
borgararnir nú eitt tilboð
afturat, men bygdaráðs-
formaðurin veit ikki, um
tørvur er á tí
kunnað verið í dagrøkt í
Porkeri. Men bygdaráðs-
formaðurin ásannar, at hetta
er nakað óhøgligt, tí ætlar
Sumbiar Kommuna sjálv
undir dagrøkt.
NICLAS JOHANNESEN
Bert eina viku aftan á, at
umsóknarfreistin var úti,
hevur landsstýrismaðurin í
almanna- og heilsumálum
Helena Dam á Neystabø
sett nýggjan sjúkrahúsleið-
ara fyri Landssjúkrahúsið.
Millum teir tríggjar um-
søkjararnar til heita sessin
á tí stríðsrakta sjúkrahúsi-
num fall valið á Jóanis Erik
Køtlum. Hann er ættaður av
Viðareiði og hevur síðani
juli 1998 arbeitt sum fulltrúi
í umsitingini á Almanna- og
Heilsumálastýrinum. Eitt
stutt skifti arbeiddi Jóanis
Erik eisini sum fíggjarleið-
ari á Landssjúkrahúsinum.
– Hetta var tó bert nakrar
fáar mánaðir í sambandi við
bygnaðarbroytingarnar
í
1998, sigur Jóanes Erik
Køtlum.
Nýggi leiðarin kennir so-
statt fullvæl til tær rembing-
ar, ið seinastu árini hava
tyngt virksemið á Lands-
sjúkrahúsinum. Eitt stríð
um
bygnaðarbroytingar,
sum kostaði undanmanni-
num hjá Jóanis Eriki Køtl-
um - Jákupi Mørkøre - sess-
in, tá Helena Dam á Neysta-
bø sendi hann til hús tíðliga
í ár. Jákup Mørkøre hevur
síðani stevnt landsstýris-
manninum.
Jógvan Elias Thomasen
hevur virkað sum fyribils
leiðari seinasta hálva árið.
Spennandi avbjóðing
– Sjálvsagt hugsaði eg meg
væl um, áðrenn eg søkti,
sigur Jóanis Erik Køtlum.
- Við nýggja leiðslustruk-
turinum trúgvi eg tó, at hetta
kann gerast ein spennandi
uppgáva, leggur hann aftrat.
Komandi stjórin, sum
tekur við starvinum 15. au-
gust, vil tó ikki avdúka,
hvørjar ætlanir hann hevur.
– Nei, tað vil eg helst ikki.
Hetta er eitt sindur feskt
enn.
Jóanis Erik Køtlum vísir
á, at talan er um eina trý
manna leiðslu á Lands-
sjúkrahúsinum og hann ætl-
ar at tey skulu seta seg niður
og síðani koma við eini
felags boði upp á, hvussu
Landssjúkrahúsið skal virka
sum frægast undir nýggja
bygnaðinum.
Nýggjur sjúkrahúsleiðari
gleðir seg til uppgávuna
– Eg hugsaði meg
væl um, áðrenn eg
søkti, sigur 34 ára
gamli Jóanis Erik
Køtlum, sum nú
verður nýggjur
landssjúkrahús-
leiðari
Klaksvík:
Akraberg
kom hóskvøldið til
Klaksvíkar, og í gjár
landaði hann á Northern
Fish Cold Storage.
Akraberg landar
í Klaksvík
Akraberg hevur mill-
um 70 og 80 tons av
kongafiski, sum hann
hevur fiskað í Irming-
arhavinum.
Fyrrapartin í gjár
varð roknað við, at
Akraberg var liðugur at
landa á middegi í gjár.
ek
Tilmæli
Tað ein 6 manna setanar-
nevnd er komin við tilmæli
til Helenu Dam á Neystabø.
Arbeitt hevur verið ser-
stakliga skjótt, tí tað er ikki
meira enn ein vika síðani,
at freistin at søkja var úti.
Nevndin er mannað av
tveimum umboðum frá Al-
manna- og Heilsumálastýri-
num, tveimum umboðum
frá ovastu leiðsluni á Lands-
sjúkrahúsinum, einum mill-
umleiðara á deildunum um-
framt einum umboði fyri
starvsfólkini;
nevniliga
næstformaðurin í sam-
starvsnevndini.
Jóanis Erik Køtlum er út-
búgvin cand merc við ser-
JÚSTINUS LEIVSSON
EIDESGAARD
Í gjár vóru fyrstu sýningar-
nar hjá sirkusinum Agora í
Føroyum. Tær vera hildnar
í kring Vøruhúsið á Hjalla í
Havn. Bróðirdóttir kenda
sovjetiska leiðaran Michael
Gorbatjov er ein av sirkus-
manningini. Sirkusið hevur
ikki djór við. Tað er ikki
loyvt í Føroyum. Men har
er nógv á skránni, millum
annað sum eru sera dugna-
lig á trapezini. Í dag vera
sýningarnar klokkan trý og
klokkan seks seinnapart og
somuleiðis í morgin.
grein í fíggjarstýring. Hann
er settur í leiðarastarvið fyri
fimm ár. Og hetta hevur
hann onki ímóti tíðarav-
markaðu starvssetanini.
– Tað dámar mær væl.
Viðhvørt skulu frískar kreft-
ir til.
Bróður-
dóttir
Gorba-
tjov í
Føroyum