týsdagur 29. juni 1999síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 120 - 29. JUNI 1999
tíðindablaðið
Ødrvisi og
hugtakandi
Sirkus
Eini 900 fólk sóu um vikuskiftið svenska Cirkus Sirkór í
ítróttarhóllini á Hálsi. Framfórslan hjá sviunum var ikki
lík teimum, ið vit vanligani seta í samband við sirkus,
men tó var hon ikki sórt hugtakandi
TERJI NIELSEN
Nú eru nøkur ár síðani, at
vit seinast høvdu sirkus á
vitjan her í Føroyum. Eitt
danskt sirkus, nevnt Cirkus
Arena, vitjaði her fyrstu
ferð í 1985, og tey vendu
aftur einar tvær ferðir.
I vikuskiftinum vitjaði
Cirkus Sirkør klettarnar,
beint eftir at tey høvdu havt
nakrar framførslur i Islandi.
Tvær sýningar vóru, meðan
sviarnir vitjaðu her á landi,
tann fyrra var leygarkvøldid
og tann seinna sunnukvøld-
ið. Báðar sýningarnar vóru
í ítróttarhøllini á Hálsi.
Vildu ikki
nýta alla hellina
Tá ið svenska sirkusið kom
til Føroya, gjørdu tey fyri-
reikarunum greitt, at tey
ikki vildu nýta allan høllina
á Hálsi. Orsøkin var, at tey
mettu høllina blíva ov stóra
og kalda í verandi líki, og
at tað fór at gerast lættari
hjá teimum at fáa samband
við áskoðararnar, um bert
helvtin av høllini var nytt.I
Sum ådurnevnt, so hevði
Cirkus Sirkør verid i Is-
landi, beint áðrenn tey
komu til Føroya. Her høvdu
tey havt framførslu i veld-
ugu Laugardalshøllini i
Reykjavík fyri stívliga
1.500 áskoðarum, og hesa
sýning vóru tey ikki so glað
um, tí tað var ov stórt og
ópersónligt
Tískil valdu tey at gera
framførlsurnar í Føroyum
so persónligar sum gjørligt
við at minka um áskoðara-
talið.
Bæði børn og vaksin
vóru hugtikin
Ein av limunum í svenska
sirkusinum hevði í Degi og
Viku friggjakvøldid sagt, at
framførslan hjá teimum
kanska ikki var so væl egn-
að fyri bórnum langt undir
skúlaaldur, men millum á-
skoðararnar á Hálsi leygar-
kvøldid vóru so undir øllum
umstødum fleiri børn í júst
hesum aldri, og tey sóu so
avgjørt ikki út til at keða
seg. Tey sótu við stórum
eygum og vóru púrasta
bergtikin av avrikunum hjá
svensku listafólkunum.
Tá ið vit undir vanligum
umstødum tosa um sirkus,
so hava vit djór, klovnar og
akrobatar í huga. Hetta var
tó ikki júst tað, sum sviarnir
borðreiddu við. Eingi djór
vóru, og bert ein lítil partur
av framførsluni var við
klovnum. Hinvegin kann
sigast, at øll framførslan
sum heild hevði eina rúgvu
av akrobatikki.
Pallurin var smíðaður so-
leiðis, at eitt klæði var eftir
miðlinjuni í høllini, og á
tekjuni var lagt út yvir ovast
á tromini, so at ljós ikki
slapp inn í høllina. Fram-
førslurnar vóru so á sjálvum
hallargólvinum, men eitt
stálskapilsi við fýra beinum
Tað sá ikki sørt vanda-
mikið út, tá ið tveir an
svensku sirkusartistunum
sveiggjaðu langt oman fyri
gólvið
Mynd: Birgir Sondum
var eisini smíðað, og hetta
skapilsi var fest saman heilt
uppi undir hallarloftinum
Ur hesum hingu so eisini
lampur eins og endar, sum
sirkusfólkini nýttu.
Askoðararnir sótu á á-
skoðarabeinkinum, og nøk-
ur av børnunum sótu so á
gólvinum beint framman
fyri benkurnar.
Framførslan hjá svenska
sirkusinum var ein saman-
tvíning av ljóði, ljósi,
rørslum og mimikki. At fáa
alt hetta at hanga saman er
ein ógvuliga trupul upp-
gáva, men ikki kann sigast
annað, enn at tey umleið
tiggju svensku sirkusfólkini
megnaðu hetta til fulnar
Serliga hugtakandi var
havmyndin, har allurin pall-
urin fekk ein bláan lit, sam-
stundis sum listafólkini í-
myndaðu bæði djór í havi-
num, plantur á havbotni-
num og annað, ið rørist á
havsins botni. Hetta var ein
sera hugtakandi mynd, sum,
hóast hon ikki var stuttlig,
fekk børnini til at sita við
stórum eygum og vera
púrastani burtur í øðrum
heimi.
At børnunum eisini
dámdu væl, tá ið tann eini
av sviunum fór upp á ein
enda, sum var bundin mill-
um tvey av stálbeinum einar
tveir metrar oman fyri gólv-
ið og var eini seks metrar
til longdar. Sviin við langu
flættuni í hárinum gekk so
eftir endanum, legði seg
niður á hann og mól eisini
fleiri ferðir kring endan,
meðan flættan flákraði í all-
ar ættir.
z
Sjonglørurin var ein a
teimum, sum børnunum
damdu DEest
Mynd: Birgir Sondum
Fleiri voru til
bådar syningarnar
Sum ådurnevnt, so sóu eini
900 fólk framførslurnar hjá
Cirkus Sirkør um vikuskift-
ið, eini 500 leygarkvøldid,
tá útselt var, og eini 400
sunnudagin
Millum teir mongu á-
skoðararnar leygarkvøldid
vóru eisini fleiri av okkara
heimligu sjónleikarum, og
um dámdu
sera væl framførslurnar hjá
sínum svensku starvsfeløg-
um. Fleiri av teimum komu
nevnliga niðan aftur í høll-
ina sunnudagin fyri at síggja
framførsluna eina ferð aft-
rat. Hetta er eisini væl skilj-
andi, tí sviarnir vóru eina
standandi, og í mun til sc
nógv onnur sirkus, har und-
irhald verður sett í hásæti,
so settu sviarnir tað listar
liga avrikid í hásæti, men
samstundis skuldi undir-
haldið vera til staðar, og tað
var tað so sanniliga eisini
Tey, sum høvdu ætlað sær í
sirkus um vikuskiftid, men
sum ikki fóru, kunnu bert
takka sær sjálvum fyri, at
tey ikki komu til eitt tað
mest forvitnisliga mentun
artiltakið í høllini á Hálsi
leingi.
tað sást, at teim