Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-29, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. juni 1999síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 120 - 29. JUNI 1999 tíðindablaðið 5052 1777 e-mail: emilasosialurin.fo A Lesið eisini ítróttin á internetinum WWW.SOSialurin.fo Ingibjørg fekk fyrsta for- oyska heiðursmerkið Gotland 99: Og samstundis var tað fyrstu ferð, at ein kvinna kom á heiðursmerkjapallin fyri Føroyar í frælsum ítrótti EmiL L. JACOBSEN OG ALVUR HARALDSEN AV GOTLANDI Hon hevur sligið sítt egna met seks ferðir í ár. Hon eigur føroyska metið, sum er 10,67 metrar. Tað setti hon á Svangaskarði í maí mánaði, og sunnudagin varð krúnan sett á verkið, tá hon vann bronsuna á Got- landi. Tað er sjálvandi kúlu- varparin Ingibjørg Poulsen úr Saltangará, sum sunnu dagin tryggjaði Føroyum tað fyrsta heiðursmerkið á hesum oyggjaleikunum, tá hon tveitti kúluna 10,50 metrar. Tað var nóg mikið til eitt triðja pláss, og Ingi- bjørg bleiv sostatt fyrsta før- oyska kvinna, sum vann eitt heiðursmerki í frælsum ítr- Ótti. Bert eina ferð fyrr hava tað ikki bert verið menn, sum hava umboðað Føroyar í frælsum ítrótti á oyggja- leikum. Tað var í 1991 á Alandi, tá Margreth August- inussen úr Vági var við sum rennari. Ingibjørg Poulsen hevði ikki nógvar trupulleikar av at kasta seg í finaluna sunn- udagin. Atta komu víðari, og eftir innleiðandi kapp- ingina átti Ingibjørg næst- besta kastið. Í finaluni vann ein av Gotlandi rættiliga trygt við einum kasti, sum var heilar 12,08 metrar. Silvurið fór til eina av Isle of Wight, sum tveitti kúluna 10,68 metrar, og tridbesta kastid upp å 10,50 metrar var altso føroyskt. Hatta hevdi eg ikki roknad vid, og eg eri sjålv- andi ótrúliga væl nøgd, segði Ingibjørg Poulsen. Tå teir ymsu luttakararnir meldaðu til kappingina, góvu teir teirra besta kast við. Teirra sonevnda Per- sonal Best í 1998 skuldi við í ulmeldingina, men so at siga allir kastararnir høvdu misskilt hetta og bert givið teirra besta kast, og fleiri av hesum vóru rættiliga gomul. Av tí sama høvdu seks aðrar kvinnur meldað til við ein- um betri kastið enn Ingi- bjørg. Men tað visti seg rættiliga skjótt, at stóðið ikki var heilt so høgt, sum roknað varð við framman- undan. Eitt nú heyði ein av teimum, sum »å pappirin- um« skuldi verið millum tær bestu, havt sítt besta kast heilt afturi í 1991... Ingibjørg Poulsen hevur havt eitt sera gott vár, har hon hevur sligið føroyska metið í kúluvarpi fleiri ferð- ir. Hon er annars ein av teimum heilt fáu kvinnun- um í Føroyum, sum fæst við annan frælsan ítrótt enn renning. — Tað var eitt serligt upp- livilsi at vera við í eini veru- ligari kapping, sigur Ingi- bjørg, sum ikki hevur roynt hetta fyrr. — Men tú kappast fyrst og fremst móti tær sjálvari. Um tú hyggur ov nógv eftir, hvussu hinar klára seg, klár- ar tú teg ikki nóg væl sjálv, sigur Ingibjørg, sum nú eis- ini ætlar at royna seg í Ingibjørg Poulsen kastaði kúluna út á 10,5 metrar og tað var nóg mikið til eitt bronsumerki. Tillukku Ingibjørg sleggju og klingru fram móti næstu oyggjaleikun- um Annars bleiv Ingibjørg tað fyrsta av føroysku ítr- óttarfólkunum, sum bleiv heilt >liðugt< á hesum oyggjaleikunum. Hon er bert við í kúluvarpi, og nú tann kappingin er av, og við góðum føroyskum úrsliti, verður hon áskoðari teir dagarnar, ið eftir eru av leik- unum. — Ja, nú ætli eg mær at hyggja eftir hinum og kanska sóla mær eitt sindur Veðrið er gott á Gotlandi, men hon kann nú eisini sóla sær í succes. Tvey tey fyrstu heiðursmerkini hjá Føroy- um á hesum leikunum komu í frælsum ítrótti, hvørs umstødur heima i Føroyum hava fingið nógva umrødu i seinastuni. Hetta var best hugsandi aftursvar hjá teimum idnu ítróttar- fólkunum, sum fáa okkum at hugsa um, hvat tað ikki kann blíva til, høvdu venj- ingarumstødurnar í heim- landinum verið betri.