Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-29, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. juni 1999síða 12

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

12 tíðindablaðið NR. 190 - 20. JUNI 1999 Oyggjaleikirnir settir i besta svenska summarveðri Gotland 99: Teir åttandu oyggjaleikirnir í rødini vórðu settir leygarkvøldid í allarfagrasta summarveðrið. Borðtennis- Vs OC spælarin Paula Eikhólm bar føroyska flaggið, og svimjarin Kristian Martin Joensen bar føroyska vatnið, sum vanligt er, at øll luttakandi londini hava við til leikirnar Emil L. Jacobsen og Alvur Haraldsen av Gotlandi Bæði veðrið og lagið vóru av tí besta leygarkvoldið, tá teir áttandu oyggjeleikirnir, sum í ár eita NatWest Ísland Games, vórðu settir mitt úti í vøkru gotlendsku náttúr- uni. Staðið, har svenski figgj- armálaráðharrin setti leikir- nar, eitur Strandgárdet. Tað liggur í eini stórari park út móti havinum, og meðan gotlendska summarsólin fór í havið, vórðu oyggjaleik- irnir alment settir. Sjálvar ítróttarkappingar- nar byrjaðu ikki fyrr enn Kristian Martin Joensen, sumbar føroyska vatnið undir liðini á Gotlendsku gentuni, sum bar føroyska navnamerkið dagin eftir, men kortini var tað greitt, at nú var tað álv- ari fyri tey út við 2.000 ítróttarfólkini, har av 88 eru føroysk. Annars fór setanin fram, sum vanligt er fyri slíkar. Londini komu inn á vøllin eitt og eitt eftir bókstavarað- num, men við Jersey, sum hevdi leikirnar seinast, fyrst, og Gotlandi, sum skipar fyri hesaferð, seinast. Føroyar við borðtennis- spælaranum Paulu Eikhólm sum flaggbera vóru millum fyrstu londini, sum komu inn, og okkara ítróttarfólk fingu góða móttøku frá á- skoðarunum, kanska eisini tí at Føroyar vóru fyrsta norðurlandið, sum trein inn á grasvøllin. Tá øll tey 22 londini frå Gotlandi við 234 luttakar- um til Alderney, sum bert hevur tríggjar, vóru komin inn á vøllin, settust tey á nakrar benkur, ið vóru settir har til endamálið, og síðani fingu 4 ymisk fólk orðið, teirra millum formaðurin í oyggjaleikanevndini og at enda svenski figgjarmåla- ráðharrin, sum setti leikir- nar.