týsdagur 29. juni 1999síða 14
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
14
tíðindablaðið -
NR. 120 - 29. JUNI 1999
For eftir gullinum, men væl nøgdur við bronsu
Gotland 99: Hóast Heri Ziska upprunaliga fór eftir gullinum, var stødid so høgt, at hann, tá samanumkom, var væl nøgdur við
triðja plássið í sleggjuvarpi. Hann slóg oyggjaleikametið, men tað hjálpti lítið, tá tveir aðrir eisini gjørdu tað!
F
+
K
#
*
£
$
#
oo
EMii. L. JACOBSEN OG
ALVUR HARALDSEN
AV GOTLANDI
— Stødid er hækkað nógv
seinastu tvey árini, so eg eri
væl nøgdur við bronsuna,
hóast eg heyði ætlanir um
gull.
Nakað soleiðis málbar
Heri Ziska seg, tá vit prát-
aðu við hann, eftir at hann
hevði vunnið bronsumerkið
í sleggjuvarpi, ella hamar-
kasti, sum tað eitur á meira
altjóða máli.
Heri kundi eisini vera væl
nøgdur við sítt avrik sunn-
udagin.
Jú, eg slóg oyggjaleik-
ametið, men tað hjálpti bara
ikki so nógv, tá tveir aðrir
eisini slógu tað, helt frynt-
ligi ítróttarmaðurin fyri
Gamla oyggjaleikametið
var 48,26 metrar. Tað slóg
Heri við einum kasti, sum
var 48,92 metrar. Men tað
munaði lítið móti Andy
Frost av Ísle of Wight, sum
tveitti sleggjuna heili 55,93
metrar! Rhodos er ein
griksk oyggj. og grikkar
eiga sambært tradition at
vera stinnir í hesum ítrótt-
argreinunum, og teir fingu
eisini silvurmerkið við ein-
um kasti, sum var 52,89
metrar.
Tað var heitt á frælsa ítr-
óttargkinum í Visby sunnu-
dagin, og tað merktu renn-
ararnir eisini nógv til. Hjá
Hera (og Ingibjørg í kúlu-
varpi) bilti hitin tó ikki so
nógv, tí sum Heri sigur, so
flyta teir seg ikki so nógv
sum rennararnir. Tað ræður
fyrst og fremst um at drekka
nóg nógv, tá hitin liggur
oman fyri 20 stig, sum hann
gjørdi, tá tað var heitast
sunnudagin.
Heri Ziska skal aftur í eld-
in í morgin, tá klingruvarp
er á skránni.
- Tá eri eg í somu støðu
sum eg var hesaferð. Eg fari
eftir gullinum, men eg veit
ikki, hvussu stødid er í mun
til seinast, so tað er trupult
at siga, hvussu tað fer at
ganga, sigur Heri Ziska.
Heri Ziska var sjangheið-
aður av SvF beint eftir, at
hann hevði tryggjað Før-
oyum næsta bronsumerk-
ið sunnudagin
Soltið hjá rennarunum
Gotland 99: Av teimum trimum føroysku rennarunum, sum vóru í kapping sunnudagin, kundi bert Guttorm Sørensen vera
nøkulunda væl nøgdur. Freddie Poulsen megnaði ikki at verja gullmerkið frá Jersey, og Heini Hátún var óheppin
EMiL L. JACOBSEN OG
ALVUR HARALDSEN
AV GOTLANDI
Triggir føroyskir rennarar
vóru á breytini sunnudagin,
men tað var so sum so við
urtøkuni. Guttorm Sørensen
stóð seg best við at fáa eitt
sjeynda pláss í 10.000 metra
renningini. Tíðin hjá honum
var 34 minuttir og 25 sek-
und. Guttorm var sera móð-
ur aftan á teir 10 kilometr-
arnar, men hann var nøgdur
við úrslitið. Kim Godtfred-
sen av Grønlandi vann sum
væntað kappingina.
Á Jersey í 1997 vann
Freddie Poulsen rættiliga 6-
væntað gull í 800 metra
renningini. Tí vóru hampu-
ligar vónir um, at hann
kundi fáa eitt rímiliga gott
úrslit aftur hesaferð.
Guttormur Sørensen í
fullari ferð. Hann
gjørdist nummar sjey av
12 rennarum, og tad
samsvarar væl við
hansara egnu ætlanir.
Hann hevði sett kósina
eftir einum 5-10. plássi,
og tá er eitt sjeynda
pláss gott
Men tað varð skjótt greitt,
at tað ikki fór at eydnast væl
hjá honum hesaferð. Í kval-
ifikationsrenningini dragn-
aði hann rættiliga skjótt, og
hann fór um málið sum
nummar sjey av átta. Eftir-
sum bert fýra teir fremstu
komu víðari, var leikluturin
hjá Freddie liðugur á hesum
sinni. Tíðin hjá honum var
2.06,76, og tá vit hyggja at
tíðini hjá fjórðbesta rennar-
anum, sum var 1.58,85,
sæst, at Freddie var rættiliga
langt frá fýra teimum ovastu
plássunum.
Heini Hátún er ikki heilt
so kendur sum hinir báðir
nevndu, men eisini hann
vóru hampuligar vónir til á
200 metrum. Tað sá eisini
rættiliga gott út í kvalifika-
tiónsrenningini, men tíverri
var hann so óheppin at
detta, tá píkaskógvurin stóð
fastur í breytini. Heini end-
aði á fimta og aftasta plássi
við tíðini 29,03 sekund.
Ein óheppin dagur hjá
føroysku rennarunum, sum
kortini fáa ein nýggjan
møguleika seinni. Í gjár var
finala í kúluvarpi hjá monn-
um, og har var Heini Hátún
við. Tað verður hann eisini
í morgin, tá runnir verða
100 metrar.
Guttorm Sørensen verður
við í hálvum maraton hós-
dagin saman við Sunnuvá
Bjarnastein, Rigmor N. Jo-
ensen og Selva R. Hansen.
I gjár var 3.000 metur forð-
arenning á skránni, og eftir
ætlan skuldu Guttorm og
Sølvi eisini luttaka har.
Tá Guttormur Sørensen
fór um mállinjuna, var
ikki nógv eftir í honum.
Hitin og kappingin
høvdu tappað hann fyri
kreftir, so har var bara
eitt at gera, og tað var at
fara niður á knæ at
liggja ...