týsdagur 29. juni 1999síða 15
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 120 - 29. JUNI 1999
=
15
Fótbóltur: Veldugur rómur í Sumba, ha
tannleysir og nú eru í veruligum niðurfl
1. deild. Sumba-VB 1-0 (1-
0)
Tað var sum í sudurlondum,
tå sumbingar bastu grannu-
num i Vågi. Sumbingar eru
ikki so 6gvuiga mannsterk-
ir, men teir gjørdu nógv um
seg kring vøllin, har rópini
dundu og geltu allar 90 min
uttirnar.
Og neyvan nakrantíð áður
hevur ein fótbólsdystur ver-
ið spældur so seint í Føroy-
um, sum tann í Sumba
friggjakvøldid. Dómarin,
sum var settur at dóma,
hevði fingið forfall, og so
tók Niklas á Líðarenda upp-
gávuna á seg. Men hann
kundi ikki fara suður fyrr-
enn friggjakvøldid. Sam-
bært skránni skuldi Smyril
fara av Havnini klokkan
17.30, og dysturin var ásett-
ur at byrja klokkan 20.30.
Men tað var joansøka og
nógv fólk, og tað hevði við
sær, at klokkan var 18.15,
áðrenn Smyril var leysur av
Havnini, og dómarin var
ikki í Sumba fyrrenn klokk-
an 21.15.
Men tað var sól og summ-
ar og heiður himin, tá síðsti
tónin klokkan ellivu ljóðaði
úr floytuni, og fagnaðurin
hjá sumbingum mundi ong-
an enda tikið. Tað var, sum
um teir høvdu vunnið HM!
Enn eru teir aftastir í bestu
deildini, men nú er munurin
lítil, og fyritreytirnar at
sleppa av aftasta plássinum
eru ikki heilt vánaligar.
Mál og meguleikar
Tá grannar hittast í fótbólti,
plagar tað at vera tætt, og
soleiðis var tað í Sumba. Tá
botnlið hittast, plagar tað
umframt at vera tætt eisini
ofta at vera ófantaligt. Tað
var als ikki ófantaligt í
Sumba.
Sumbingar fingu sigurs-
málið, tá 24 minuttir vóru
farnir. René Thomsen var
síðstur á bóltinum, eftir at
ein langur bóltur var komin
úr vinstru.
Sumbingar høvdu ein
stóran møguleika í 2. hålv-
leiki. Bjarni Johansen í VB
málinum hálvbjargaði fram-
úr væl langskotsroynd frá
Mortani úr Hørg, og bjarg-
ingin var ikki minni góð, tá
sumbingar vóru fyrstir á ret-
urinum.
Serliga í 2. hálvleiki
høvdu gestirnir bóltin nógv.
Men tað gekk illa hjá teim-
um at spæla seg til møgu-
leikar. Milan Culjic sendi
eina ferð í 2. hálvleiki í
stólpan, og í 1. hálvleiki var
Jón Pauli Olsen við at um-
seta eitt innlegg til mál, tá
tað var so óheppið, at Kryz-
stof Popzynski bakkaði í
álopsfelagan, og so kom
einki burturúr tí møguleik-
anum.
Fyritreytirnar
Vågbingar, sum vóru so 6-
hepnir longu eftir 33 min-
uttir at missa verjustuðulin
I 1203
Magna Jacobsen, eru í svár-
ari kreppu. Málið undan
kappingarbyrjan var røkka
hægri enn sjeynda plássi-
num, sum teir endaðu á í
fjør, og dreymurin var at
vinna Intertoto Cup plássið
aftur, sum fjórða plássið í
fyrraárið gav teimum. Nú
eru hesir dreymarnir óveru-
ligir. Fyrsta og stóra takið
verður at vinna seg úr nið-
urflytingarvandanum. VB
átti at havt manningina til
eina betri støðu, men skal
stødan betrast, so mugu
fleiri viðurskifti rættast.
Ivaleyst vita vågbingar
sjålvir best av øllum, hvat
tað er sum haltar. Málið má
vera at fáa nyttu burturúr
fótbóltsevnunum. Midvøll-
urin er mannaður við fleiri
fínum spælarum, men teir
eru ofta lítið uppii, og alt
ov ofta verða góðu fótbólts-
evnini koblað úr, og bólt-
urin verður sendur til spæl-
andi venjaran, ið leggur
stórar (ov stórar) byrðar á
Mortan úr Hørg og hinir
sumbingarnir stríddu
seg til sigurs, og hann til
eitt gult kort
seg sjálvan.
Sumbingar fingu trý gul
kort, og tey raka meint, tí
stuðulsspælarar verða leik-
bannaðir, tá teir í fyrsta um-
fannum eftir summarsteðg-
in skulu í Gundadal at spæla
móti B36. Men tað verður
neyvan í tí dystinum, at
framtíðar lagnan hjá Sumba
verður avgjørd. Heldur
verður tað í dystunum móti
hinum liðunum. sum eru í
botninum. Tá VB í 2. hálv-
leiki hevði bóltin nógv,
vístu sumbingar, at teir væl
megnaðu at skipa verjupart-
in, samstundis sum teir
lúrdu eftir møguleikanum at
fara í álop. jh
Sumba: Fróði Mortensen -
Mortan úr Hørg, Dánial J.
Joensen, Páll Magnar Kjær-
bæk, Spasoje Biberdzic,
Sonni Kjærbo - Eirikur Jo-
ensen, Jan Poulsen, Peter
Jørgensen - René Thomsen,
Nebojsa Veljkovic
VB: Bjarni Johansen -
Marner Richardt, Jón
Gærdbo, Eydun Jacobsen.
Magni Jacobsen - Magni
Mohr, Térdur Holm, Milan
Culjic, Palli Augustinussen
- Jón Pauli Olsen, Krzystof
Popzynski
Tað sær út til at
sumbingar vilja gera alt
fyri at sleppa at hitta
leirvíkingum í fyrstu
deild næsta ár.