týsdagur 29. juni 1999síða 16
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
16
tíðindablaðið S0312/U7
NR. 120 - 29. JUNI 1999
Flogbóltsmenninir best
hugsandi byrjan
Gotland 99: Við einum frálíkum 3-1 sigri á Rhodos fekk føroyska manslandsliðið í flogbólti best hugsandi byrjan upp
á oyggjaleikirnar
Í. SOV
Tad kundi næstan gera tað sama hvat Rhodos leikara
rnir gjørdu. Teir fi
ngu bóltin aftur í heysin beinanvegin.
Føroyska liðið spældi sera skilagott í fyrsta dystinum. Læt okkum vóna, at tað heldur fram
VI
AV GOTLANDI
Manslandsliðið í flogbólti
er rættiliga uppsett upp á at
fáa eitt gott úrslit á oyggja-
leikunum í ár. Sum vit ofta
Í hava nevnt, vóru leik-
1997 teir
rnir á Jersey í
fyrstu oyggjaleikirnir yvir
høvur, har tað ikki eydn-
aðist flogbóltsmonnunum at
fáa heiðursmerki (teir end
iðu á fimta plássi
Tað ætla teir sær at broyta
í år, og sum partur av hesum
ætlanum hevði tað tydning
at fáa eitt gott úrslit í fyrsta
dystinum, sum var móti
griksku oynni Rhodos.
Og eftir eitt heldur
skirvisligt avrik í fyrsta
setti, sum teir av Rhodos
vunnu 25-20, eydnaðist tað
føroyska liðnum við einum
góðum innsatsi, serliga í
triðja setti, at vinna dystin
3-1 og sostatt tryggja sær
tvey tey fyrstu stigimt í
kappingini.
Rhodos vann sum sagt
fyrsta settið 25-20, og tað
var sjálvandi ikki nøkur góð
byrjan fyri føroyingarnar,
sum vóru eitt sindur merktir
av nervum. Men tað eydn-
aðist at toga seg upp aftur í
øðrum setti, sum varð vunn-
ið 25-19. Bæði tey fyrstu
settini vóru merkt av feilum
frá báðum pørtum, og eitt
nú servurnar hjá føroying-
um vóru fleiri ferðir ov
langar, og onkuntíð endaðu
tær í netinum. Eftir hvat
skilst hevði føroyska liðið
fingið boð um at satsa eitt
sindur við servunum, og hó-
ast fleiri av teimum góvu
Rhodos stig, so eydnaðist
hesin taktikkurin rættiliga
væl, hvat úrslitið eisini ber
boð um.
Eftir at annað settið var
vunnið, høvdu føroyingar-
nir sålarligu yvirvågina i
dystinum, og tridja sett
bleiv í løtum uppvisningur
frå føroyska liðnum. Eitt nú
tá Sigmund av Teigum eftir
góða móttøku og uppspæl
endaði eitt føroyskt ålop við
at kanónsmasha niður í
gólvið hjá Rhodos, fekk ein
kenslu av, at hetta kundi
ikki enda heilt galið. Tann
smashurin fekk Føroyar upp
á 12-7. Við støduni 13-7 tók
Rhodos time-out, men lítið
hjálpti, og føroyska leiðslan
øktist heilt upp í 19-11. Sett-
ið endaði 25-14 til Føroyar,
sum nú førdu 2-1 í settum.
Hevdi føroyska liðið havt
sálarliga yvirvág áðrenn,
bleiv hon ikki minni nú, og
samstundis tyktust spælar-
arnir hjá Rhodos heldur
mótfalnir, hóast lágvaksni
hevarin, sum eisini sá út til
at vera venjari, royndi at
halda moralinum uppi. Teir
vóru fleiri ferðir ósamdir í
avgerðunum hjá dómarun-
um, og onkuntíð var tað eis-
ini í lagi, at teir vóru tað, tí
eini tvær ferðir sá bólturin
út til at vera skeivu megin
linjuna, sæð við føroyskum
eygum.
Spennandi
endabrestur
Men soleiðis er tað bara, og
einki kundi setast á før-
oyska avrikid - Føroyar
vóru betri Rhodos
hesaferð.
Treyðugt so - triðja sett
bleiv heilt spennandi. Tað
gekk javnt á langt uppeftir.
Men tá Føroyar komu upp
á 17-14, fingu okkara menn
ein fyrimun, sum teir ikki
sleptu aftur. Eitt skifti var
leidslan 21-18, Rhodos
minkaði eitt sindur til 23-
21, og so var rættiligur
spenningur í, tí teir av
Rhodos hesa løtuna spældu
heilt væl. Men føroyingar
bakkadu ikki. Teir vunnu
sær matchbólt vid 24-21 og
fingu so seinasta og av-
gerandi stigið, so teir vunnu
settið 25-21 og dystin 3-1.
Ein frálík byrjan fyri før-
oyska mansliðið, og við
spælinum, sum liðið stund-
um vísti, fyrst og fremst í
triðja settið, er tað ikki heilt
av leið at vóna, at menninir
fáa betri endastødu hesaferð
enn fyri tveimum árum síð-
ani.
enn
Føroyar-Rhodos 3-1
(20-25, 25-19, 25-14, 25-21)
Runi Weihe er ein av
komandi »stjørnunum« i
landslidshøpi. Hann
hevur leingi verið tað i
landskappingini. Hann
er ein framúr góður
flogbótlsleikari - og kann
gerast besti føroyingur
nakrantíð