Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-29, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. juni 1999síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 120 - 29. JUNI 1999 Jan Hentze: Ein góð byrjan Gotland 99: Maðurin við liberotroyggj- uni var væl nøgdur og bjartskygdur eftir sigurin á Rhodos EMiL L. JACOBSEN OG ÁLVUR HARALDSEN AV GOTLANDI Tað er kanska skeivt at taka nakran av føroysku spælar- unum framum eftir frálíka sigurin á Rhodos, men har var í øllum fórum ein mad- ur, sum bókstaviliga skaraði framúr. Meðan hinir før- oysku spælararnir sum vant spældu í hvítum troyggjum, spældi veteranurin hjá Fleyr í bláari troyggju. Tað gjørdi hann, tí hann var sonevndur libero - nakað sum er komið í lag, síðani reglurnar vóru broyttar til HM-kappingina í flogbólti fyrr í år. Men hvussu er tað so at spæla sum libero? — Tað er fínasta slag. Eg sleppi at spæla eina rúgvu. Eg sleppi ikki at smasha (liberospælarin hevur ikki loyvi til tað, blåm.), men hinvegin havi eg verið við so leingi nú, at tað kanska er betri at hava rutinuna aft- an fyri baklinjuna, helt ein fegin Jan Hentze fyri aftan á sigurin á Rhodos. Aðrenn dystin stúrdu tit eitt sindur, tí tit ikki vistu so nógv um Rhodos. Var tað so sum tit høvdu væntað? — Vit høvdu roknað við, at tað fór at blíva nokkso hart. Vit vistu einki um liðið hjå Rhodos, sum er vid fyri fyrstu ferð. Vit vistu, at grikskur flogbóltur er á høg- um stødi, og tí kundi tað verið, at hesir eisini vóru góðir, segði Jan Hentze. Teir lumpaðu okkum eitt sindur í fyrsta setti, men eftir tað haldi eg, at vit høvdu tamarhald á støduni. Tit spældu serliga væl í triðja setti? — Ja, triðja sett var sera gott - í roynd og veru smurdu vit teir av. Við hesi nýggju teljiskipanini (spælt verður upp í 25 í hvørjum setti, og hvor bóltur telur) verður vanliga sagt, at tá tú vinnur eini 25-20, er tað av- smurningur, og vit vunnu 25-14, so tað má sigast at tíðindablaðið vera heilt gott. Hví gekk tað so væl júst í triðja setti? — Ég veit ikki rættiliga. Vit vunnu annað sett, og so vóru vit sjálvandi sera tendraðir í triðja setti. Í fjórða setti gekk tað eitt sindur meira striltið, har vit vinna annan hvønn bólt. Men tú fer eitt lítið sindur niður í dystinum, jú longri hann er. Tað er bara vanligt, helt Jan Hentze. Hevarin hjá teimum var rættiliga lítil. Var tað teirra stórsti veikleiki? — So avgjørt. Tá hann er frammi, hava teir bert tveir blokaduspælarar, og tað gjørdu vit okkum dælt av. Eg haldi, at vit mann móti manni vóru betri enn teir, í øllum fórum tá vit smash- aðu, so tað var í lagi. Jan Hentze helt annars, at hetta var ein sera góð byrj- an, men vísti á, at liðið hevði tveir harðar dystir dagin eftir (í gjár, mána- dagin). — Vit spæla móti Gibraltar klokkan 9 um morgunin, og 17 Føroyskir flogbóltsmenn fegnast um sigurin tann dystin eiga vit at vinna. Síðani er tað Aland, sum bleiv meistari seinast, og tað verður sjálvandi torført. Men hetta var ein bjørt byrj- an, og nú trúgva vit upp á tað, segði Jan Hentze at enda. Tennisliðið tapti móti Isle of Wight Gotland 99: Føroyska tennislandsliðið tapti 3-0 í lið- kappingini móti Ísle of Wight sunnudagin. EMiL L. JACOBSEN OG AÁLVUR HARALDSEN AV GOTLANDI Einar 35 kilometrar frá Vis- by liggur ein lítil býur, sum eitur Slite. Hesin býurin fær eisini ein part av oyggja- leikunum, nevniliga tennis 1 Fr * ; i : og borðtennis. Meðan tað gekk so rímiliga væl í borð- tennis, gekk tað minni væl í tennis, har føroyingar hava fýra mans við. Byrjað varð klokkan 10 fyrrapartin sunnudagin, og fyrstur á vellinum var Jón Brekku. Hetta var liðkapp- ingin, og Føroyar høvdu trekt Isle of Wight. Hildið varð, at Jón Skuldi havt møguleika at gjørt okkurt vid Wight-mannin i fyrsta dystinum, men so vard ikki. Dysturin endadi 6-0, 6-1 til bretan. Næsti maður í eldin var - í Tr KØ KF 1 Pr Jóhann Krogh. Til hann vóru vónirnar eitt sindur betri, og honum gekst eitt sindur betur, men eisini Tað er ikki bara sum at siga tað, at fara út í heim at spæla tennis, tá kappingin her heima er so sum SO .... SOS 2. 3 % hann tapti. Síðst vóru tað so Kristin T. Jensen og Pætur M. Dahl, sum spældu tví- mansleikin. Teir taptu eis- ini, og sostatt vann Isle of Wight dystin 3-0. Tennisvgllirnir = liggja beint út móti havinum, og tað var heilt fitt av vindi har sunnudagin. Men tað vóru somu treytir fyri allar partar, og nú kunnu føroysku tenn- isspælararnir síggja fram til einstaklingakappingina, sum byrjar í dag. … og tað sást eisini aftur í fyrsta dystinum í lið- kappingini, sum føroy- ingar leiktu móti Isle of Wight. Føroyingarni taptu allar dystirnar, men teir gjørdu sítt besta, sum kortini ikki var nóg mikið