týsdagur 11. januar 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 6 - 11. januar 2005
UTTAN ÚR HEIMI
Sleppa nú
heimaftur
Sunnudagin
samdust
stjórnin og uppreistrar-
menninir har suðuri í
Sudan um at gera enda á
tí 21 ára langa borgara-
krígnum.
Lisa Henry, sum ar-
beiðir hjá Neyðhjálp
Fólkakirkjunnar í Sudan,
sigur, at friðarsáttmálin
gevur teimum nógvu
suðursudansku
flótta-
fólkunum møguleikan at
venda heimaftur. Teir
seinastu seks mánaðar-
nar eru nógv flóttafólk
komin heimaftur, tí tað
hevur verið toliliga frið-
arligt, og Lisa Henry
væntar, at semjan fer at
fáa uppaftur fleiri at
venda aftur til heimbygd-
irnar.
ST heldur, at borgara-
kríggið hevur rikið um-
leið tvær milliónir suður-
sudanar frá húsi og
heimi.
Skuldin skal
strikast
Vesturheimurin eigur at
strika skuldina hjá teim-
um flóðalduraktu lond-
unum í Suðurasia, so tey
kunnu koma aftur á
rættkjøl
búskaparliga.
Tað heldur í hvussu er
forsætisráðharrin í Luks-
enburg,
Jean-Claude
Juncker.
Mikudagin fara londini
í tí sokallaða París-fe-
lagsskapinum at tosa um
tað, sum tey eiga til góð-
ar hjá londunum í Suður-
asia. Í felagsskapinum
eru 16 lond í Vesturheim-
inum umframt Russland,
Japan og Avstralia, men
tað er litið, sum bendir á,
at londini hava hug at
fylgja tilmælinum hjá
Jean-Claude
Juncker.
Eygleiðarar vænta, at
londini heldur fara at
útseta avdrøgini, sum
londini í Suðurasia eiga
at gjalda.
Franski forsetin, Jacq-
urs Chirac, hevur kortini
sagt, at eftir hansara
tykki er tað ikki nóg
mikið at útseta avdrøg
ella at frysta skuldina.
Sambært Chirac mugu
tey bæði fátækastu lond-
ini í økinum, Indonesia
og Sri Lanka, fáa serliga
lagaligar treytir frá láns-
veitarunum.
Umhugsa
drápslið
Amerikanska tíðarritið
Newsweek vil vera við,
at
verjumálaráðið
í
Washington umhugsar at
skipa nøkur drápslið í
Irak.
Uppgáva
teirra
verður at beina fyri teim-
um, sum skipa fyri ófrið-
inum har. Blaðið vísir á,
at USA hevur roynt hesa
framferðina fyrr. Tað var
í áttatiárunum, tá Reag-
an-stjórnin
mannaði
fleiri
drápslið,
sum
gjørdu av við vinstra-
sinnaðar uppreistrarleið-
arar í Miðamerika.
Ein ónevnd hernaðar-
kelda sigur við News-
week, at leiðslan í Penta-
gon er komin til ta niður-
støðu, at tað er neyðugt
at gera eitt ella annað fyri
at fáa enda á ófriðinum í
Irak. Sambært kelduni
viðger verjumálaráðið í
løtuni eitt uppskot um at
lata kurdar og shiamus-
limar manna tey iraksku
drápsliðini.
Sambært kelduni er tað
ikki óhugsandi, at dráps-
liðini fara eftir uppreist-
rarmonnum, sum halda
til í grannalondunum hjá
Irak. Sýrialand verður
nevnt í hesum sambandi,
sjálvt um stjórnin í
Damaskus fleiri ferðir
hevur avsannað, at landið
hýsir irakskum uppreist-
rarmonnum.
Krógvaði
pengar
Í Kili hevur ein kann-
ingardómari avdúkað, at
fyrrverandi einaræðis-
harrin Augusto Pinochet
flutti nógvar pengar av
landinum og krógvaði
teir í útlendskum bank-
um.
Eftir drúgvar kanning-
ar er Sergio Munoz,
dómari, komin eftir, at
Pinochet
setti
fleiri
milliónir krónur á eina
loyniliga kontu í Riggs
Bank í Washington, og
hann er eisini komin
fram á loyniligar kontur í
bankum í New York,
Miami og London. Sam-
bært dómaranum komu
pengarnir frá kilska her-
valdinum, og tilsamans
er talan um einar 100
milliónir krónur.
Sergio Munoz vil eis-
ini vera við, at Pinochet
brúkti almennar pengar
til at keypa sær ynmsar
fornlutir, prýðislutir og
innbúgv. Tað var kortini
ikki hann, sum keypti
vørurnar, tí hann lat altíð
umboðsmenn hjá her-
valdinum keypa tær fyri
seg, tá teir vóru á ferð í
útlondum, sigur Sergio
Munoz, dómari.
Sum væntað vann
Mahmoud Abbas
palestinska forseta-
valið sunnudagin,
men hann fær eina
torføra uppgávu
MIÐEYSTUR
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Longu áðrenn valhølini
lótu aftur sunnukvøldið,
var greitt, at Mahmoud
Abbas skuldi taka við sum
palestinskur forseti eftir
Yasser Arafat. Spurnar-
kanningar uttan fyri val-
hølini vístu, at hann hevði
fingið umleið 70 prosent av
atkvøðunum, og at tað var
meiri enn tríggjar ferðir
meiri enn hansara fremsti
avbjóðari, Mustafa Barg-
houti, hevði fingið.
Eygleiðarar í Miðeystri
eru á einum máli um, at
palestinska forsetaembætið
verður ikki nakar dansur á
rósum, serliga tí at bæði
palestinar og umheimurin
krevja nógv av tí nývalda
forsetanum.
Í fyrsta lagi skal hann fáa
skil á palestinska búskapin-
um, sum liggur í skeljasori,
og ein onnur týðandi upp-
gáva verður at fáa ræðið á
trygdardeildunum. Hann
skal eisini standa fyri sam-
ráðingunum við Ísrael um
ísraelsku afturtøkuna úr
Gaza-geiranum, og hann
skal fáa teir víðgongdu
palestinsku bólkarnar at
leggja vápnini.
Sunnukvøldið
royndu
fleiri palestinskir talsmenn
at ávara tey, sum seta
nývalda forsetanum stór
krøv.
– Eg havi varhugan av, at
nógvir palestinar eru ov
bjartskygdir í hesum døg-
um, segði samráðingarleið-
arin hjá palestinsku mynd-
ugleikunum, Nabil Shaath,
við sjónvarpið CNN. Ein av
teimum
fremstu
pale-
stinsku viðmerkjarunum,
Ghassan Khatib, vænat
heldur ikki tær storu broyt-
ingarnar í bræði.
- Tað avgerandi er, um
ísraelska stjórnin vil broyta
sína framferð, segði hann
sunnukvøldið.
Ísrael hevur gjørt greitt,
at hon fer at seta nývalda
palestinska
forsetanum
krøv, og tað fyrsta er, at
hann skal seta teir víð-
gongdu bólkarnar upp á
pláss. Ariel Sharon, for-
sætisráðharri, hevur gjørt
greitt, at tað verða ongar
samráðingar um frið, fyrr
enn teir víðgongdu bólkar-
nir gevast við harðskapin-
um.
Tann 22 ára gamli
indonesin Ari Afrizal
skolaði út við flóð-
alduni annan jóladag.
Nú er hann funnin
aftur
FLÓÐALDAN
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Ari Afrizal búði í indones-
iska landspartinum Aceh,
og hann var ein av teimum
mongu, sum skolaðu út, tá
tann stóra flóðaldan legði
fleiri bygdir og býir í lands-
partinum undir í sjógvi.
Fríggjadagin varð hann
funnin aftur, tá eitt farma-
skip úr Sameindu Arabisku
Emiratunum kom fram á
hann,
skrivar
Reuters.
Einki verður sagt um,
hvussu hann hevði hildið
sær flótandi so leingi.
Ari Afrizal er tann triði,
sum er funnin á havinum
síðani flóðalduna. Tann 30.
desember fann eitt skip
eina indonesiska kvinnu,
sum hevði rikið á havinum
síðani annan jóladag, og
nakrar dagar seinni fann
eitt japanskt skip ein mann,
sum hevði sitið á einum
træi í Indiska Havinum í
átta samdøgur. Hann varð
settur í land í Malaysia, og
myndugleikarnir har hava
nú boðið honum at varandi
uppihalds- og arbeiðsloyvi.
Í gjár kom ræðsla á fólk í
Aceh-landspartinum
av
einum hørðum eftirskjálvta
undir havbotninum vestan
fyri Sumatra. Skjálvtin,
sum var 6,2 á Richter-stig-
anum, var so mikið harður,
at hús í býnum Bandar
Aceh skulvu, og fólk runnu
ræðslusligin í gøtunum,
skrivar Reuter.
Mahmoud Abbas
vann
Funnin eftir 14 dagar á havinum
Nývaldi palestinski forsetin Mahmoud Abbas
Mynd: Reuters