Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-11, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. januar 2005síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 6 - 11. januar 2005 3 Suðurrás í nýggjum hølum Suðurrás, útvarpstøð- in í Suðuroynni, er flutt í nýggj høli ÚTVARP Suðurrás heldur nú til í nýggjum hølum. Hesi eru ovast á loftinum og á kvist- inum í húsunum, har Fjall- brúður áður helt til. Hesi liggja mitt í Vági - við høv- uðsvegin, beint yvirav Suð- uroyar Heimavirki. Útvarpsarbeiði í dag er ikki plásskrevjandi og ásannandi hetta varð gjørt av, at nýinnrættaðu hølini eru sera hóskandi, tó at fer- metratalið er minni, enn í gomlu hølunum, har mann- ingin annars treivst væl. Eitt nú er eisini eitt tøknilgt framstig, at breiðband er til taks. Suðurrás hevur pláss í sendiskránni hjá ÚF og er sendingin Viðurgerði á skránni mánadagar klokkan 17:30 og endursent verður klokkan 14 týsdagar. Til ber at vitja heimasíðuna www.sudurras.fo Stákast verður við at rigga nýggju hølini til Fólk fyri friði pening til neyðhjálp Týsdagin 4. januar fluttu Fólk fyri friði Reyða Krossi 50.000 kr. av peningaognini, sum hevur staðið órørd á bók í fleiri ár. Fólk fyri friði var ein virkin felags- skapur í 80-árinum, og ætlanin er at hava pen- ingin standandi at lata av, tá ið vanlukkur henda úti í heimi og tørvur er á altjóða hjálp. Fólk fyri friði hava áð- ur latið neyðhjálp á henda hátt. Náttúrugripasavnið sendur hervið út listan yvir teir hvalir, ið hava lagt beinini í Føroyum í 2004 GRINDIR Dagur Hvalvág Hvalir Skinnatal Slag 29. mars Tórshavn 1 ? grindahvalur 8. juni Bøur 445 3.522 grindahvalir 28. juni Vágur 26 133 grindahvalir 29. juni Leynar 84 661 grindahvalir 6. juli Fámjin 78 641 grindahvalir 31. juli Trongisvágur 30 370 grindahvalir 21. aug. Borðoyarvík 6 hvítskjórutir springarar 28. aug. Gøta 24 hvítskjórutir springarar 4. sept. Tórshavn 22 232 grindahvalir 8. sept. Klaksvík 291 hvítskjórutir springarar 9. sept. Rúnavík 7 hvítskjórutir springarar 18. sept. Hvannasund 5 hvítskjórutir springarar 22. sept. Leynar 82 601 grindahvalir 9. okt. Tórshavn 242 2.115 grindahvalir Tils. 9 grindir við 1.010 grindahvalum upp á 8.276 skinn ella 413 gyllin og 16 skinn Tils. 5 grindir við 333 hvítskjórutum springarum Tíðindaskriv: Grindir 2004