týsdagur 11. januar 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 6 - 11. januar 2005
Akraberg hevði metár í fjør
Síðan Framherji
keypti Akraberg, fyrr-
verandi Beinir og
Skálafjall, á tvingsils-
sølu fyri stívliga 10
árum síðani, hevur
raksturin á hvørjum
ári givið avlop. – Í
fjør fiskaði skipið fyri
stívliga 60 miljónir
kónur, og tað er besta
árið higartil, sigur
Anfinn Olsen, reiðari
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Meðan flestu skipabólkar
kæra sína neyð um mink-
andi inntøkur, hevði Akra-
berg sítt besta ár í fjør.
Skipið,
sum
felagið
Framherji, keypti fyri 10
árum síðan, fiskaði í fjør
fyri stívliga 60 miljónir
krónur.
Anfinn Olsen, reiðari,
sigur, at árið 2004 var eitt
gott ár hjá skipi og mann-
ing.
Flaggaðu ímillum
Spurdur, hvussu tað ber til,
at Akraberg hevði sítt besta
ár, tá ið skipaflotin sum
heild hevði minkandi inn-
tøkur í 2004, sigur reiðarin:
– Høvuðsorsøkin til góða
úrslitið, er, at vit flaggaðu
ímillum, sum hann tekur til.
Anfinn sigur, at Akraberg
í fjør bæði royndi undir før-
oyskum flaggi og íslendsk-
um flaggi, tó allatíðina við
føroyskari manning.
– Vit høvdu góðar kvotur
undir føroyskum flaggi og
góðar kvotur undir ís-
lendskum flaggi. Hetta
hevur tænt bæði skipi og
manning, sum høvdu sítt
besta ár nakrantíð, sigur
hann.
Avlop hvørt ár
Reiðarin sigur, at Akraberg
hevur fiskað kongafisk
undir føroyskum flaggi –
og tosk í Barentshavinum.
–
Undir
íslendskum
flaggi hava vit serliga fisk-
að kongafisk, tosk, hýsu og
upsa.
Anfinn sigur, at mann-
ingin tískil bæði hevur ver-
ið avroknað eftir føroysk-
um sáttmála og íslendskum
sáttmála.
– Hesir sáttmálar eru á
leið teir somu, tó at tann
íslendski er eitt lítið sindur
lakari fyri manningina.
Síðan Framherji keypti
Akraberg,
fyrrverandi
Beinir og Skálafjall, á
tvingsilssølu fyri stívliga
10 árum síðan, hevur rakst-
urin á hvørjum ári givið
avlop.
– Men hetta er so besta
árið higartil, sigur Anfinn
Olsen.
SKÚLI OG VINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í seinasta blaði høvdu vit
myndir av einum 3. flokki,
sum vitjaði umborð á
havrannsóknarskipinum,
Magnusi Heinasyni. Hetta
vóru næmingar úr 3.b á
Venjingarskúlanum, sum í
tríggjar vikur arbeiða við
ymiskum evnum, harav eitt
av evnunum er fiskivinna.
Tað eru fýra lesandi á Før-
oya Læraraskúla, ið nú
ganga á fjórða og seinasta
ári, sum skipa undirvís-
ingina í hesum flokki eftir
einum arbeiðshátti, sum
verður nevndur "storyline"
– ella søgutráður.
– Hetta er ein liður í
próvtøkuni hjá okkum í
pedagogikki og psykologi á
Føroya Læraraskúla, sum
verður í februar, siga lær-
araskúlanæmingarnir.
Tey siga, at 3. floksnæm-
ingarnir í fyrsta lagi gera
ein persón úr pappíri, sum
verður teirra dukka á ferð-
ini. Síðan eru børnini skip-
að í tvær "skipsmanningar"
– ein til hvønn partrolara,
ið tey eisini hava evnað til
sjálvi.
– Tað var í hesum sam-
bandi, at vit vitjaðu umborð
á Magnusi Heinasyni. Her
skuldu næmingarnir sjálvir
síggja, hvussu eitt skip sær
út, áðrenn tey fara undir at
gera sítt egna skip, siga
læraraskúlanæmingarnir.
Í skúlastovuni á Venjing-
arskúlanum
eru
næm-
ingarnir eisini býttir sundir,
soleiðis at manningarnar
sita hvør síni megin.
– Ein søgukrókur er skip-
aður í floksstovuni, sum
verður róptur "messan",
siga læraraskúlanæmingar-
nir, sum leggja aftrat, at
hetta er ein øðrvísi, men so
sanniliga eisini áhugaverd-
ur arbeiðsháttur.
Kona og
maður
eru skipa-
eigarar
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Felagið Framherji, sum
eigur Akraberg og dótt-
irfelagið EM-Shipping,
sum eigur Høgaberg,
hevði 10 ár á baki, 10.
november í fjør.
Tey, sum eiga felagið
Framherja, eru Anfinn
Olsen, sum eigur ein
triðing, konan, Elisa-
beth Eldevig Olsen, sum
eigur ein triðing og ís-
lendska felagið Sam-
herji, sum eigur seinasta
triðingin.
Við Akrabergi eru einir
30 mans og við Høga-
berg, sum er kombiner-
aður nóta-og trolbátur,
eru 13-14 mans, tá ið
teir royna við nót og 10-
11 mans, tá ið roynt
verður við troli.
Øll árini hevur rakst-
urin hjá Akrabergi givið
avlop og hjá Høgabergi,
sum er lutfalsliga nýggj-
ur í "familjuni", hevur
raksturin eisini hingið
saman.
Høgaberg liggur í løt-
uni á Fuglafirði, har
skipið verður riggað til.
– Høvuðsorsøkin til góða
úrslitið, er, at vit flaggaðu
ímillum føroyskt og íslendsk
flagg – og vit høvdu góðar
kvotur, sigur Anfinn Olsen
Mynd: Vilmund Jacobsen
"Messan" er í skúlastovuni
Fýra læraraskúlanæmingar undirvísa 3. b á Venjingarskúlanum eftir einum arbeiðshátti, sum verður róptur "storyline" – ella
søgutráður
Mynd: Rógvi Mouritsen