Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-11, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. januar 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 6 - 11. januar 2005 5 Johan Dahl, løgtings- maður, vil nú hava støðuna í Suðuroynni fyri í samgonguni, beinanvegin Løgting- ið kemur saman seinni í hesum mán- aðinum. Hann sigur, at forðingar fyri vinnulívinum í Suð- uroy mugu beinast av vegnum burtur bein- anvegin ØKISMENNING Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Suðuroyggin hevur brúk fyri eini hjálpandi hond. Og tað má vera beinanvegin, tí annars stendur oyggin ikki til at bjarga. Tað heldur Johan Dahl, løgtingsmaður. Hann er sjálvur limur í samgonguni og nú vil hann hava samgonguna til at taka spurningin um arbeiðsloys- ið í Suðuroynni upp til við- gerðar. – Beinanvegin Løgtingið fer til arbeiðis aftur 19. januar, fari eg at heita á løgmann um at kalla saman til samgongufund um ar- beiðsloysið í Suðuroynni, tí nú má okkurt gerast og tað má gerast beinanvegin, sig- ur løgtingsmaðurin fyri sambandsflokkin. Beint fyri nýggjár sendi hann øllum tinglimum og landsstýrismonnum skriv um støðuna í Suðuroynni. Í skrivinum, sum vit hava fingið fatur á umvegis, heitir hann á allar allarar politikararnar um at taka støðuna í Suðuroy til við- gerðar beinanvegin í kom- andi ári. – Í farnu viku mistu 90 suðuroyingar arbeiðið í einum høggi. Eftir fólkatal- inum hevði tað svarað til, at eini 350-400 fólk mistu arbeiðið í Havn. – Ein slík hópupppsøgn í Havn hevði neyvan farið stillisliga afturvið borðin- um, heldur ikki hjá pol- itiska myndugleikanum, sigur Johan Dahl. Komu ongantíð burturúr kreppuni Hann vísur á, at tað eydn- aðist ongantíð Suðuroynni at koma burturúr kreppuni í nítiárunum og at støðan nú er líka ring, ella kanska uppaftur verri enn hon var fyri 10-12 árum síðani. – At kalla øll virkini, sum eru sett á stovn eftir krepp- una, eru longu afturlatin aftur. Hann sigur, at ein stórur trupulleiki hjá vinnulívin- um í Suðuroynni, er, at flutningurin til og úr Suður- oynni er so trupul og dýrur. – Umstøðurnar til at hava vinnulív eru rætt og slætt ikki til staðar í Suðuroynni, tí at virkini í oynni hava so stóran meirkostnað av flutninginum, at tað er næstan vónleyst at hava virki í Suðuroynni. Hann nevnir sum dømi, at tað er góðar 2.000 krónur dýrari at flyta eina bingju úr Suðuroy til Havnar enn tað er at flyta hana úr Havn og uttanlands. Henn heldur eisini, at flutningsstuðulin ger alt ov lítlan mun. – Flutningsstuðul verður latin fyri at flyta feskan fisk av fiskimarknaði til fram- leiðsluvirki, har firðir og sund skilja. Men hinvegin mugu virkini betala fullan prís fyri at flyta lidnu vør- una norður aftur til Havnar um avskipingar. Somuleiðis verður ongin flutningsstuðul latin til frystar vørur til fram- leiðslu, sum kundu verið goymdar í Suðuroynni til framleiðslu norðanfjørðs. – Eitt nú er tað óhugsandi hjá frystigoymsluni í Vàgi, har Johan Dahl, sjálvur er stjóri, at bjóða sær til at leggja fisk á goymslu, sum skal flytast norðeftir til virkingar, tí flutningurin norðureftir er so dýrur. Hann hugsar m.a um rækj- ur, sum bátar avreiða í Før- oyum til virkið á Oyri. Hann vísur eisini á, at trollemmar av trolvirkinum í Vági, kostaðu meira at fáa úr Suðuroy til Havnar enn teir kostaðu at fáa úr Dan- mark til Noregs. Og av tí at sambandið er so vánaligt, ber bara til at arbeiða fisk á virkjunum í Suðuroy tveir og ein hálvan ella tríggjar dagar, tá ið rá- vøran verður keypt norðan- fjørðs. – Men møguliga átti ein suðuroyarætlan verið gjørd, á sama hátt sum Sandoyar- ætlanin á sinni og Klaks- víksætlanin áðrenn tað. Má hava eina hjálpandi hond Johan Dahl sigur, at nú er trupulleikin so stórur, at einsamøll hevur Suður- oyggin ikki fíggjarliga megi til at reisast aftur. – Einstaklingar og virki hava mist milliónir omaná milliónir og tískil er lítil og ongin váðafúsur peningur eftir at endurreisa nakað vinnulív við. Tí heldur hann, at Suður- oyggin hevur brúk fyri eini hjálpandi hond beinanveg- in, so at ikki alt sum eitur vilji og hugur til at virka og búleikast í oynnni hvørvur heilt. – Tí hevur Suðuroyggin brúk fyri almennum ar- beiðsplássum, sum kunnu skapa eitt trygt og støðugt grundstøði, so at búskap- urin ikki verður so við- brekin fyri teimum sveiggj- um, sum eru í einum fiski- vinnubúskapi. – Somuleiðis hava vit brúk fyri peningi til at end- urreisa vinnulívið í oynni, sigur hann Johan Dahl vísur á, at skjótt eru 85% av Føroya fólki samanbundin við tunlum og kunnu sostatt ar- beiða at kalla hvar tey vilja norðanfyri Skopunarfjørð. – Tí liggur ein enn størri ábyrgd á okkum fólkavaldu til at verða við til at skapa møguleikar, trivna og menning í Suðuronni, sum skjótt verður einasti út- jaðari í Føroyum. Samstundis heldur hann, at suðuroyingar eiga at gera eina heildarætlan fyri, hvussu gongdin kann vend- ast og oyggin mennast aftur. So mugu politikararnir leggja almenna politikkin til rættis eftir tí. Men samstundis heldur hann, at tað almenna bein- anvegin eigur at taka stig til at hjálpa upp á støðuna. Johan Dahl sigur, at tað fyrsta, sum má henda beinanvegin er, at allar kappingaravlagandi forð- ingar verða tiknar burtur, so at vinnulívið í Suðuroynni kann virka á jøvnum føti við vinnulív aðrastaðni í landinum. – Eitt nú nevnir hann, at tað almenna má leggja so til rættis, at flutningskostn- aðurin til og úr Suðuroynni verður útjavnaðar við rest- ina av landinum, so hesin kostnaður ikki skal vera ein forðing fyri virkseminum. – Í løtuni er vinnulívið í Suðuroynni ikki kappingar- ført við vinnulív norðan- fyri, tí ójavnin í flutning- skostnaði er so stórur. – Samstundis verður tað neyðugt at fáa betri flutn- ingssamband ímillum Suð- uroy og meginlandið í Evropa. Samstundis heldur hann, at samgongan má viðgera, hvørji almenn arbeiðspláss kunnu setast á stovn í Suðuroynni. Annars heldur Johan Dahl, at ætlaði fiskapakkin hjá samgonguni verður ein bati hjá virkjunum í útjað- aranum, tí nú skal ein part- ur av fiskinum skiljast og tað fer at gera tað lættari hjá smáum virkjum at keypa tann fisk, tey hava brúk fyri. – Men tað verður eisini neyðugt, at vinnulívið í Suðuroy er sinnað at spæla við og at gera, tað, sum er neyðugt fyri at fáa oynna á føtur aftur. Umframt onnur skip, hava suðuroyingar einar 8- 10 djúpvatnstrolarar í oynni, sum kunnu leggja nógvan fisk á land og hann heldur, at tað kann ikki bera til, at tað skal vera neyðugt hjá teimum at avreiða nógv tað mesta uttanlands. Skulu hava javnbjóðis umstøður Johan Dahl sigur, at tað almenna má vera við til at skapa umstøður, so at tað verður liviligt í Suðuroy. – Fær vinnulívið í Suður- oynni javnbjóðis umstøður við vinnulívið norðan- fjørðs, fer eisini gongd at koma í aftur, tí vit hava bæði virki og skip og fólkið er líka dugnaligt, sum aðrastaðni í landinum. – Tað er sjálvandi ein orsøk til, at vinnulívið í Suðuroy er so illa fyri. Tað er eitt mál, sum samgongan má taka upp og gera nakað við fyri at beina tær orsøk- irnar av vegnum, sigur løg- tingsmaðurin. Johan Dahl vil ikki kalla hetta stuðul. – Hetta er útjaðarapolit- ikkur og tað hava øll lond. Krevjast serligar skipanir fyri vinnulívinum í Suð- uroy, so mugu tær setast í verk. Hetta er ikki stuðul, men útjavning, tí hetta skapar nógv arbeiðið, held- ur enn at avtofta oynna, sigur hann. Sjálvur ivast hann ikki í, at samgongan er sinnað at taka málið upp og at gera nakað við. Tí vil hann ikki siga so nógv um, hvørja støður hann tekur, vil samgongan onki gera. Støðan í Suðuroynni til viðgerðar á hægsta stigi Suðuroyingar hava brúk fyri eini hjálpandi hond og hana má tað almenna rætta teimum beinanvegin,sigur Johan Dahl, løgtingsmaður