Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. januar 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 6 - 11. januar 2005 Ódnin Gudrun, sum herjaði partar av Norðurevropa um vikuskiftið, kravdi 14 mannalív í Danmark, Svøríki og Bretlandi ILLVEÐUR Árni Joensen fartekst@mail.dk Gudrun stóðst av einum lágtrýsti, sum tók eg upp vestan fyri Bretsku Oyggj- arnar, og sum dýptist sera skjótt. Fríggjadagin gjørdi Gudrun um seg í Bretlandi. Í býnum Carlisle stóðu nógvar gøtur undir í sjógvi, og myndugleikarnir máttu flyta fólk burtur. Við skotsku vesturstrondina fór ein ferja hjá reiðarínum P&O Ferries á land. Hon var á veg úr Norðurírlandi til Skotlands við 43 ferða- fólkum. Veðrið var so ringt, at sleipibátar sluppu ikki til skipið fyrr enn sunnudagin. Í Bretlandi kravdi Gud- run tey fyrstu mannalívini. Í býnum Bradford í Norð- uronglandi endaði ein maður í ánni Aire, og aðrastaðni frættist,. at tvey fólk høvdu latið lív. . Stórur skaði í Danmark Í Danmark væntaðu veður- menninir, at ódnarveðrið fór serliga at gera um seg í Norðurjútlandi leygardag- in, men tað vísti seg kortini, at vindurin var líka nógvur at kalla um alt landið. Nógvastaðni máldu veður- støðirnar oman fyri 30 metrar um sekundið, og í hvirlunum var vindferðin summastaðni við jútsku vesturstrondina upp í einar 45 metrar um sekundið. Tá so nógvur vindur er vestaneftir, hækkar vatn- støðan við jútsku vestur- strondina nógv, og í Esbjerg var hon góðar tríggjar metrar oman fyri tað van- liga. Tað bilti tó ikki har, men verri var í tí tronga Limfjørðinum. Í Løgstør stóðu nógvar gøtur undir í sjógvi, so fólk máttu rýma frá húsum, og í Skive gjødi løgreglan av at flyta alt fólkið úr umleið 200 hús- um, tí allar gøturnar í býlinginum stóðu undir í sjógvi. Nógv trø fóru um koll í vindinum, og tekjur rivu, og hetta kravdi fýra manna- lív. Í Odense doyði ein maður, tá eitt stórt træ datt oman yvir bil hansara, og norðan fyri Roskilde doyði ein maður, tá eit træ datt á bilin, sum hann sat í. Í Assens doyðu tveir menn, tá tekjan á einum urta- garðshúsi reiv og feyk á teir. Danska løgreglan heitti alan leygardagin á fólk um at halda seg innandura, men minni enn so øll gjørdu eftir áheitanini. Nógvastaðni í Danmark fór streymurin, og eitt skifti høvdu næstan 50.000 húsarhald ongan streym. Tað gjørdi millum annað, at bøndur fingu ikki mjólka neytunum, og á einum høsnagarði í Jútlandi máttu tey drepa allar teir smáu høsnarungarnar, tí eingin hiti var. Donsku tryggingarfeløg- ini siga, at Gudrun gjørdi skaða fyri nógvar 100 milliónir krónur. Verri í Svøríki Eftir at hava herjað í Dan- mark helt Gudrun leiðina fram til Svøríkis, har hon kravdi sjey mannalív í vestara og syðra parti av landinum. Tey flestu doyðu, tí trø duttu niður yvir bilar, ella tí at tey rendu á trø, sum vóru dottin niður á vegin. Í tí eina førinum doyði ein 91 ára gamal maður, tá hann feyk úr einum stiga. Í Svøríki fór ódnarveðrið illa við elkervinum, og leygarkvøldið lógu meiri enn 400.000 húsarhald í streymloysi. Eingin orka var at fáa frá kjarnorku- verkinum í Barsebæck, tí myndugleikarnir gjørdu av at steingja tað, tá veðrið var upp á tað ringasta. Í Svøríki siga trygging- arfeløgini, at Gudrun gjørdi stóran skaða. Í Skåne verður skaðin mettur til minst eina 200 milliónir krónur, og tí verður roknað við, at ódnarveðrið gjørdi skaða fyri umleið eina hálva milliard krónur í Svøríki. Eisini aðrastaðni Ódnarveðrið um vikuskift- ið gjørdi eisini um seg í Norðurtýskandi, Pólandi, Finnlandi og Baltalondun- um. Ringast var í Letlandi. Har misti helmingurin av landinum streymin, og sunnukvøldið gjørdi stjórn- in av at lýsa landið í und- antaksstøðu. Hildið verður, at umleið 70 prosent av øllum bóndagørðunum og fjósunum í Letlandi fingu skaða í ódnarveðrinum. Gudrun gjørdi ikki so nógv um seg í Noregi, men í gjár boðaðu norsku veð- urmenninir frá stormi. Orsøkin var eitt lágtrýst, sum lá sunnan fyri Føroyar, og sum hevði kós í ein landnyrðing. Tað fór sam- bært veðurmonnunum at hava storm við sær fram við vesturstrondini. Ódnarveður í Norðurevropa Hendan ferjan hjá P&O Ferries fór á land í ódnarveðrinum, tá hon var á veg úr Norðurírlandi til Skotlands Mynd: Reuters Soleiðis sá út í Løgstør við Limfjørðin, har sjógvurin fløddi langt niðan í býin. Nógv fólk máttu flytast burtur.