týsdagur 11. januar 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 6 - 11. januar 2005
7
MARKNAÐARRÁK
Farna vika var merkt av, at
amerikanska
arbeiðs-
marknaðarfrágreiðingin
fyri desembur kom fríggja-
dagin. Ídnaðarálitistølini úr
USA og Evropa vóru sum
væntað hampuliga jalig,
meðan prísvøksturin í Evr-
opa gjørdist 2,3%, sum var
eitt sindur hægri enn vænt-
að. Á fíggjarmarknaðunum
var vikan soleiðis rættiliga
friðarlig,
meðan
allir
íleggjararnir bíðaðu eftir
teimum fyrstu týdningar-
miklu
lyklatølunum
í
nýggja árinum.
Fyri fyrstu ferð í langa
tíð hevði amerikanska ar-
beiðsmarknaðarfrágreiðing
in snøgt sagt onga ávirkan á
fíggjarmarknaðirnar! Tað
er ikki tí, íleggjarar halda
hana vera minni týdningar-
mikla nú, ei heldur gjørdist
hon heilt sum væntað. Men
tey ymsu lyklatølini í frá-
greiðingini peikaðu hvørt
sín veg. Talið á nýggjum
størvum uttan fyri land-
búnaðin, sum hevur verið
týdningarmesta lyklatalið í
fleiri ár, gjørdist 157.000,
imóti væntaðum 175.000.
Tó varð talið fyri novembur
samstundis uppmett við
25.000. Íleggjarar løgdu
eisini stóran dent á, at løn-
irnar í desembur vóru 2,7%
hægri enn í desembur 2003.
Har var væntað 2,4%.
Orsøkin
til,
at
lønar-
vøksturin hevur so stóran
týdning nú er, at tað fyrr í
vikuni varð avdúkað, at
limir í nevndini í amerik-
anska tjóðbankanum, FED,
eru farnir at óttast vandan
fyri stórum prísvøkstri.
Tessvegna økir hægri løn-
arvøkstur um sannlíkindini
fyri komandi rentuhækk-
ingum.
Við hesum prísvakstrar-
óttanum í huga verður
áhugavert at síggja vøkst-
urin í amerikansku fram-
leiðsluprísunum, sum verð-
ur kunngjørdur fríggjadag-
in. Brúkara- og fram-
leiðsluprísirnir hava sam-
sveiggjað søguliga, og tøl
fyri hálvvirkaðar vørur
benda á, at framleiðsluprís-
irnir kunnu hækka. Hesa
vikuna koma úr USA eisini
tøl fyri smásøluna og hand-
ilsjavnan. Í Evropa koma
BTÚ-tøl og týska vinnu-
álitistalið ZEW.
Orsakað av hækkaðum
dollara eru tey evropisku
partabrøvini, og serliga tey
norðurlendsku,
hækkaði
fyrstu vikuna av árinum
meðan tey amerikansku eru
lækkaði. Arbeiðsmarknað-
arfrágreiðingin
ávirkaði
ikki partabrøvini.
Fleiri fyritøkur, eitt nú
Yahoo!, Intel og Apple,
kunngerða roknskap hesa
vikuna og kunnu hesir
væntast at fáa ávirkan á
partabrævagongdina hesa
vikuna.
Ógreið arbeiðsmarknaðarfrágreiðing
Vika 2, 2005
www.kaupthing.fo
Nýggj miðstøð fyri ferðavinnu
í Vestmanna
Vestmenningar bróta
upp úr nýggjum inn-
an ferðavinnuna og
byggja nú fyrstu mið-
støðina av sínum
slagi í Føroyum
FERÐAVINNA
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Gongst sum ætlað fer eitt
nýtt turistsentur at standa
klárt í Vestmanna um slakar
tríggjar mánaðir.
Nú er longu nakað síðani,
at partafelagið Vestmanna
Tourist Center og Vest-
manna Timburhandil skiv-
aðu undir sáttmála um
bygging av hesari mið-
støðini. Bygningurin, sum
stendur á havnalagnum inni
á Fjørð skal standa liðugur
1. apríl og skal takast al-
ment í nýtslu 1. mai.
– Vit hava verið nakað
tarnaðir av veðri, men vit
vænta kortini at tíðarætlan-
in fer at halda, sigur stjórin
á sentrinum, Louis Kristen-
sen Sosialin
Hann dylir ikki fyri, at
hann er sera spentur uppá
henda bygningin. Orsøkin
til hetta er, at hetta er fyrsti
bygningur av siínum slagi í
Føroyum.
Strømm tíðarætlan
Samlaða víddin av bygn-
inginum er umleið 230 fer-
metrar, harav matstovan er
70 fermetrar. Sitipláss eru
til eini 70 fólk.
Ætlanin er at hava mat-
stovu, kunningarstovu og
sølubúð á 1. hædd. Henda
hæddin skal gerast fyrst
liðug, áðrenn farið verður
undir 2. hædd.
– Orsakað av teirri
strammu
tíðarætlanini
verður henda hæddin tó
ikki liðug fyrrenn komandi
summar, sigur Louis Krist-
ensen.
Stjórin
í
Vestmanna
Timburhandli, Óli Hansen
sigur, at víst er tíðarætlanin
knøpp, men hon fer kortini
at halda.
T eir smíða elementini til
bygningin inni í høllini í
Timburhandlinum,
sam-
stundis sum betongarbeiðið
verður gjørt uttandura.
Góð plasering
Hetta er sum nevnt fyrsti
bygningurin
av
slíkum
slagi í Føroyum, og tí
verður við spenningi sæð
fram til dagin, tá virksemið
byrjar í summar.
Tá virksemið er komið í
hæddina fara væntandi eini
5 fólk at arbeiða har um
summarið. Søkt er eisini
um skeinkiloyvi.
Bygningurin verður sum
nevnt bygdur inni á Fjørð í
Vestmanna. Hetta er ein
góð plasering, tí hann ligg-
ur bert eitt hanagleiv frá
staðnum, har bátarnir fara
undir Vestmannabjørgini.
Nýggja ferðavinnumiðstøðin kemur at liggja væl fyri Inni á Fjørð í Vestmanna, beint við staðið
har bátarnir sigla undir Vestmannabjørgini
Mynd: Jens Kristian Vang
Fuglfirðingar bróta
upp úr nýggjum við
spennandi tiltaki í
kvøld
Tað vóru kanska tey sum
hildu at lesiringar vóru yt.
Men tað halda tey í
hvussu so er ikki í Fugla-
firði. Í kvøld verður
nevniliga farið undir ein
slíkan lesiring.
Í vetur fer bókasavnið í
Fuglafirði at stovna ein
lesibólk. Í hesum bólkin-
um fáa luttakararnir høvi
til at tosa við onnur um
tað, sum tey hava lisið.
Ella sum tey siga tað - frá
einum lesara til ein annan
lesara.
Í fyrstu syftu ætlar lesi-
ringurin í Fuglafirði sær
at lesa føroyskar bøkur
ella bøkur sum eru týddar
til føroyskt. Lesiringurin
kemur so saman eina ferð
um mánaðin at tosa um
bøkurnar, tey hava lisið.
Ætlanin er at møtast
fyrstu ferð í gjárkvøldið
kl. 20 í Fuglafjarðar
Bókasavni. Fyrsta bókin,
tey fara at lesa er bókin
"Sebastians Hús" eftir
Oddvør Johansen.
sb.
Stórt sangtiltak í Klaksvík
Undir yvirskriftini "Norð-
oyingar. Komið og syngið
við" verður KÍ-høllini
karmur um eitt spennandi
sangtiltak leygarkvøldið.
Tað eru tey ungu í sam-
komuni Betesda, sum
hetta leygarkvøldið kl. 21
bjóða øllum til eina fjøl-
broytta skrá við størsta
dentinum á sang, sjálv-
andi.
Fyrireikararnir,
ið
nevna seg "Yngra Kvart-
ettin í Betesda" ætla at
skapa
ein
hugnaligan
stemning hetta kvøldið. Á
skránni er tískil felags-
sangur, upplestur, leikur,
tala – og sjálvandi fer eis-
ini henda Yngra Kvartett-
in at luttaka við sangi sín-
um.
Aftaná verður boðið til
ein drekkamunn við onkr-
um góðum afturvið.
sb.
Lesiringar eru ikki yt