týsdagur 29. juni 1999síða 19
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 120 - 29. JUNI 1999 tíðindablaðið SOS).
19
Hitti fóroyingar í Hirtshals:
MALTA -
klettur í
Saman við konuni flutti eg
til Danmarkar í útbúgving- = Nógvir føroyingar
argrindum, og búðsettist í Hirtshals
beint sunnan fyri Limfjørð-
in, í eini lítlari landsbygd
sum eitur Ranum.
Vit føroyingar hava tann
sið at leita upp landsmenn,
tá vit eru uttanlanda. So-
leiðis var eisini við okkum
og skjótt funnu vit nakrar
føroyingar i Aalborg og
knittu her nøkur nýggj vina-
bond.
Føroyingar i Hirtshals
Vit vistu at ein føroysk sj6-
mansstova var í Hirtshals og
at her komu landsmenn
saman um gudsordi, og at
frætta tíðindi heiman. Levi
Joensen sum virkar sum
trúðboði á sjómansstovuni
Malta, er abbabeiggi mín,
og tí var tað náttúrligt hjá
okkum at fara tann heldur
langa teinin upp til Hirtshals
at hitta Levi og Grethu.
Vit fóru so eitt sunnu-
kvold til meti á Malta og
hittu har landsmenn, sum
búðleikast í Hirtshals og har
um vegir.
Nakrir av teimum vóru
sum vit í lestrarørindum, og
skuldu heimaftur til Føroyar
um stutta tíð, men vit hittu
eisini fleiri kenningar sum
hava búðsett seg fyri longri
tíð. Eisini hittu vit eldri pen-
siónistar, sum ikki roknað
við at venda heimaftur til
føroyar at búgva.
Gleðiligt var at uppliva
hvussu væl okkara lands-
menn trívast í Hirtshals og
hvussu dugnaligir teir hava
verið at funnið sær góð ar-
beiði bæði á landi og á
sjógvi.
Hirtshals er ikki nakar stór-
ur býður, og teir umleið 800
føroyingarnir, sum búgva
her „ síggjast tí aftur á gøt-
uni.
Serliga leggur tú merki til
føroyingar, um tú gongur
tær ein kaj-túr. Føroysk skip
vitja ofta havnina í Hirts-
hals, og umframt hettar eru
12 nótabátar, heimahoyr-
andi í Hirtshals, sum hava
føroyska manning. Føroy-
ingar eru eisini vinnurek-
andi, og eiga m.a. eitt fisk-
avirki. Fleiri eiga partar í
skipum og aðrir eiga og
reka skip. Hettar hevur gjørt
føroyingar sera væl umtókt-
ar millum lokalfólkið og
hevur tí verið við til at betra
um trivnaðin millum føroy-
ingar.
Lætt er at finna fóroysku
sjómansstovuna Malta, tí
gongur tú ein túr eftir gong-
ugøtuni í Hirtshals, sæst før-
oyska flaggið veitra í einari
lítlari sidugøtu (Vinkelvej).
Føroyingar
samlast til møtir
Levi og Gretha byrjadu at
virka i Hirtshals í 1982.
Fyrst hildu tey møtir í hølu-
num hjá Cosmos Trawel
sum eru á kajøkinum og í
1984 fluttu tey niðan á
Vinkulvej og stovnaðu har
saman við ørðum sjómans-
stovuna Malta.
Levi greiður frá at før-
oyingar í Jyllandi gera nógv
burtur úr at samlast til møtir.
»Føroyskir ungdómar saml-
ast til bøn og uppbyggjan
ymsastadir eins og tey
Ein føroyskur
donskum
trúgvandi gjørdu eftir deyða
Stefanussar. Vit lesa í
Apostlasøguni 8,4.… tey
sum spjadd vórðu gingu nú
um og kunngjørdu orð
evangeliums.
Føroyskir sunnudags-
skúlar og metir eri nógva
staðir og tíðir hettar at vit
sum føroyingar hava fingið
gott í beinini heimanífrá.<
Vit vóru kallaði til
Hirtshals
Tá eg spurgdi Levi um
hvussu tað bar til at hann
og konan valdi at fara frá
góðum umstødum heima til
at virka sum trúðboðarar í
Danmark, segði hann at
Harrin sjálvur kallaði tey til
verkið.
>Vit vóru bert kallinum
líðin og tað hevur verið sera
gott at kent Harran at verið
við í verkinum. Hann hevur
lagt sína signing til so bæði
menn og kvinnur hava
funnið frið í Kristusar full-
gjørda verkið á krossinum.<
Tey ferðast
kring alt Jylland
Levi og Gretha virka ikki
einans millum føroyingar í
Hirtshals. Í 1983 byrjaðu
tey at vitja føroyingar í Es-
bjerg og síðan 1986 hava
tey regluliga vitja føroyska
eftirskúlan í Hygum, sum tá
var í Genner. Tá føroyskir
bátar fiskadu í Eystursjón-
um vitjaðu tey eisini før-
oyskar sjómenn á Born-
holm, men hettar helt uppat
tá føroyingar góðust við
fiskiskapinum. Í 1990 byrj-
aðu tey at vitja føroyingar í
Sønderborg, Vejle, Freder-
ikshavn og i Svendborg.
Levi og Gretha eru ikki
ung longur og hava nakrar
ferðir leita sær heim í styttri
og longri tíð í sjúkragrind-
um og tí spurgdi eg Levi
hvussu leingi hann og kon-
an fóru at halda á í verki-
num.
»Sum sagt hava vit upp-
liva Harrans signing í hes-
um verkið, og hóast heilsan
so smátt er farin at bila, so
fola vit ein stóran tørv at
halda á í verkinum. Sjálv-
andi hava vit hugsa um at
flyta heim aftur, og tað er
eingin loyna at vit føla at
vit forsøma abba- og omm-
ubørnini. Men tå Harrin
kalladi okkum til hetta verk-
ið rokna vit eisini vid at
hann fer at kalla okkum
heim aftur um hann bíðar
við at koma.<
Vísa stóran blí
Tey bæði Levi og Gretha
vísa okkum sum vitja tey,
sera stóran blíðskap, og
stuttligt er at síggja hvussu
væl Levi dámar at tosað við
sjómennirnar. Hann er sum
fiskur í sjógvi tá sjómenn
koma inn á gólvið, tí sjálvur
var Levi sjómaður í næstan
Levi og Gretha Joensen
Á
40 ár.
Tá møtir eru á Malta
bjóðar Gretha altíð til ein
kaffimunn aftaná, og hend-
an dagin eg og familjan vitj-
aðu vórðu vit harafturat
bjóða til ein døgurda bita
Eingin ivi er um at Føroy-
ingar, sum búgva í Hirts-
hals, dáma væl at vitja
Malta, og nógv eru sum
hjálpa til í verkinum. Ung-
fólk skipa fyri ungdóms-
meti héskvøld og eisini eru
bíbliutímar og andaktir runt
um í føroyskum heimum.
Levi greiddi frá at sunnu-
dagsskúlin varð júst farin í
summarfri, og at tey høvdu
havt eina sera væl eydnaða
útflukt við børnunum.
Maður kemur í mansstað,
sigur orðatakið og eg ivist
ikki í at Harrin fer at lata
verkið á Malta halda fram
um tey bæði Levi og Gretha
avgerða at venda aftur til
Føroyar, men tað verður ein
saknur í teimum millum før-
oyingar í Jyllandi og tað
man verða fáður sum hevur
so hepna hond við sjómonn-
um, sum abbabeiggi mín,
Levi Joensen.
Vitjið Malta
Teir føroyingar, sum ætla
sær til Danmarkar í summar
og leggja leiðina framvið
Malta, skulu leggja til
merkis at møtini, sum byrj-
aðu í Cosmos Trawl, verða
í summar fyri 18. ferð tann
1/7, 15/7 og 29/7 kl. 19:30.
Hóast hesi meti eru serliga
ætlað sjomonnum, so skal
eg heilsa frá Levi og Grethu
og siga at Øll eru hjartaliga
vælkomin
John William Joensen, í
Ranum