Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-29, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. juni 1999síða 20

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

20 tíðindablaðið NR. 120 - 29. JUNI 1999 Toppliðið í summarsteðginum vinnur FM annað hvort ár Fótbóltur: KÍ hevur fyri fyrstu ferð í níti árunum vunnið fyrru helvt, og í botninum eru fuglfirðingar og vágbingar verri fyri, enn teir hava verið Júst hetta er kanska ein góð my nd av ' kappingarárinum hjá KÍ. Teir hava fintað og snarað undan hinum liðnum, og tey hava sum frægast roynt at hoppa aftaná. Sum pm Op TIT 83843533 fn 439881 stødan er i løtuni, liggja klksvíkingar best fyri til at vinna FM, men teir selja neyvan skinnið fyrr enn bjørnin er skotin Fyrra helvt av 1999 lands- kappingini er av. Í flestu feløgunum eru spælararnir farnir í summarfri, men i fleiri feløgum verður fritid- in sera stutt. KI og B36 skulu spæla finalu i steypa- kappingini sunnudagin, og tað hevur við sær, at venj- ingin verður tikin í fullum álvara í hesi vikuni, og at hesi bæði feløgini og HB skulu í Europa Cup hevur við sær, at tað verður so sum so við summarfrítíðini. Í flestu av hinum feløgunum verður ikki vant í hesi vik- uni og í komandi viku, og so verður farið undir fyri- reikingarnar til seinnu helvt av landskappingini, sum tað verður sett hol á sunnudagin 1. august. Toppurin Klaksvíkingar vunnu í Fuglafirði, og sigrarnir hjá GI og B36 móti ávikavíst B68 og NSI gera, at topp- urin so at siga smælkaði eitt sindur. KÍ er trý stig undan B36 og GI. Tað ljóðar av nógvum, men munurin er bara tað, sum kann vinnast og tapast í einum dysti, og tí kann ikki annað sigast, enn at tað framvegis er stór- ur spenningur. Hóast KÍ eigur metið í FM heitum, so ber ikki til at siga, at tey flestu teirra, sum nú spæla við og halda við KÍ, minnast til at teirra felag hevur vunnið fleiri FM. Síggja vit burtur frá 1991, so skulu vit aftur til 1972, og tey, sum minnast aftur til 66 liðið, sum í 1972 vann FM fyri síðstu ferð, eru farin um tey tríati. KI er á odda í summar- steðginum, og tað hava teir ikki roynt í níti árunum. Tá teir vunnu FM í 1991, var B36 fremst í summarsteðg- inum. At B36 í 1991 ikki vann FM var ein av fýra ferðum seinastu tíggju árini, at liðið, sum vann FM, ikki var fremst í summarsteðgi- num. Í 1989 vann B71 FM, og teir vóru fremstir, tá kappingin var hálvrunnin. Í 1990 vann HB FM, og teir vóru eisini fremstir í summ- arsteðginum. Í 1992 var B68 fremst í summarsteðg- inum, og teir vunnu eisini FM, og so vann GI fýra FM heiti á rað. Men gøtumenn vóru bara tað fjórða og síðsta árið sannførandi alla tíðina. Í 1996 høvdu teir 20 stig, tå kappingin var hálvrunnin, og tað var trý meiri enn KÍ. Í 1993, 1994 og 1995 bendu støðurnar í summarsteðgu- num ikki á, at GI skuldi vinna FM. Øll trý árini var HB á odda, og allar tríggjar ferðirnar endaði kappingin við, at GÍ vann gull og HB silvur. Í 1993 var HB á odda við trettan stigum (GI hevði tólv), og í 1994 hevði HB fimtan, meðan B71 hevði fjúrtan og GÍ trettan stig. Í 1995 heyði HB 21 stig, meðan GÍ bara hevði sekst- an, men ta ferðina var end- aspurturin góður hjá Gl, meðan HB so at siga fór niður við nakkanum. Eldur í botninum Sumbingar fingu fyrstu stigini í posan, tá teir fríggj- akvøldid vunnu móti VB. Sigurin hjá Sumba og tapini hjá ÍF og VB gera, at tað tódnaði nógv í botninum. Sandoyingar tóktust hava tikið eitt orduligt skarvslop, men í yvirtíðini mistu teir tvey av stigunum, sum teir tóktust hava vunnið móti HB. Sumba er framvegis'nid- ast, men tað er vert at leggja til merkis, at teir í øðrum umfarinum eftir summar- steðgin eiga heimavøll móti IF. Urslitid ta ferðina kann fara at hava stóran týdning fyri endaligu uppgerðina. Sumbingar eiga eisini heimavøll móti B71. Í síðsta umfarinum skal Sumba til Vágs, og tað ber væl til at ímynda sær, at úrslitið í hes- um dystinum verður týdn- ingarmikið fyri niðurflyt- ingina, samstundis sum tað kann fara at verða avgerandi bæði fyri FM og niðurflyt- ing, hvussu tað fer at laga seg, tá IF í síðsta umfarinum skal spæla í Klaksvík. Ovæntað Tað eru ikki so nógvar vikur síðani, at tað varð nevnt, at óvæntaðu úrslitini vóru fá og ov fá. Fyri trimum vik- um síðani mettu vit, at upp- gávurnar hjá HB fram móti summarsteðginum tóktust lættari, enn tær gjørdu hjá hinum oddalidunum, og at sannlíkið tiskil var stórt fyri, at HB fór at liggja ovast eftir 9. umfarið. Tað hevur lagað seg nógv ødrvisi. HB hevur ikki megnað meiri enn javnleik móti B68 og B71, og harvið hava teir mist týdningar- mikil stig í kappingini um oddasessin. Í HB plaga teir at siga, at málið er á hvgrjum ári at vinna bæði FM og løgmans- steyp. Í ár hava teir ongan møguleika at vinna steypa- kappingina, og so er spurn- ingurin, hvussu tað fer at verða við FM og Europa Cup. Tað eru framvegis 27 stig at spæla um, men um stødan, sum nú er, fer at halda sær, so fer tað at hava við sær, at HB ikki sleppur upp í part í Europa Cup ár 2000. Eingin ivi man vera í, at HB menninir ógvuliga fegnir vilja broyta hesa støðuna, nú Térsvøllur er komin. Komandi vikan Úrslitini sunnudagin bóru millum annað við sær, at finalulidini í steypakapp- ingini vunnu, og tad fer utt- an iva at hava vid sær, at åhugin fyri finaluni um løg- manssteypid fer at vera eyka stórur, sjálvsagt fyrst og fremst millum viðhalds- fólkini hjá B36 og KÍ, sum eru tey bæði fremstu liðini í landskappingini og sum ikki hava hittst í finaluni síðani í 1967. Sum vikuskiftið fer at nærkast, fara vit at gera burturúr finaluni. Ítróttar- síðurnar fara alla vikuna at gera merktar av, at tað eru oyggjaleikir. Í morgin fara vit at gera burturúr kapp- róðrinum á jóansgku, og hósdagin fara vit at taka aft- ur í 3. deild, og fríggjadagin og leygardagin fer tað ser- liga at snúgva seg um final- una um løgmanssteypid, sum ivaleyst fer at eiga mesta plássið á ítróttarsíð- unum um eina viku. Jjh A sms, ae