týsdagur 29. juni 1999síða 21
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
áss
st
Eee
NR. 120 - 29. JUNI 1999
KÍ skinklaði
og tok alt
tíðindablaðið
Fótbóltur: Fuglfirðingar eru illa skipaðir og megnaðu ikki
at taka av, tá oddaliðið steðgaði upp
1. deild. ÍF-KÍ 0-1 (0-1)
Ein rúgva av norðoyingum
vóru í Fuglafirði í góðveðr-
inum sunnudagin. Strand-
ferðslan gjørdi fleiri heilt
góðar túrar, og at síggja
smábátar og útróðrarbátar
fara um fjørdin minti ikki
sørt um, soleiðis sum tað er,
tá tey hava rópt grindaboð.
Nógvu KI viðhaldsfólkini
fingu trý stig til hús við sær
aftur, tað telur nógv, og við-
haldsfólkini eru sjálvandi
fegin yvir årtøkuna og góða
sunnudagstúrin, men tað er
synd at siga, at avrikið hjá
klaksvíkingum í Fuglafirði
sannførdi um, at hetta vóru
komandi FM vinnararnir.
Viðbrekið
Seinna umfarið var ein oyð-
imarkarferð av teimum heilt
stóru. Stutt undan steðgi-
num noyddist KÍ liðformað-
urin og toppskjúttin, Kurt
Mørkøre, at fara av vølli-
num, tí hann í luftdysti í
sambandi við IF hornaspark
heyði fingið ein snudd i
vangan. Longu tá høvdu á-
bendingar í eina løtu verið
um, at fótbóltsspælið fór
ikki at vera minnisríkt, og í
2. hálvleiki avrikid hjá KÍ
langt frá tí, sum roknast
kann við frá oddaliðnum í
einari landskapping, sum
letur spælarar til eitt lands-
lið, ið fyri stuttum hevur
fingið stig bæði móti Skot-
landi og Bosnia.
Ofta verður tikið til, at
klaksvíkingar hava nógv
fólk at velja í, men avrikið í
2. hálvleiki boðaði frá, at
Kl er sera viðbrekið, um ein
ella tveir lyklaspælarar ikki
eru við. John Hansen var
ikki við, og tað hevdi um-
skiping rar vid sær f verjuni
og å midvøllinum, og hetta
merktist væl — serliga i 2.
hålvleiki — og tå Kurt Mørk-
øre var farin av vøllinum,
datt álopsspælið hjá KI full-
komuliga saman.
Í evarska lítlum løtum
royndu teir at samanspæla,
men í flestu støðunum varð
meiri sparkað enn spælt, og
tað var rár hending í 2. hálv-
leiki at síggja nakað, sum
DD
liktist lidavriki.
Illa skipað
Fuglfirðingar høvdu í 2.
hálvleiki bóltin eins nógv
sum mótstóðumenninir, og
eina løtu i 2. hálvleiki, tå
klaksvíkingar lógu aftarlaga
og mest hugsaðu um at
verja tepru leiðsluna, var
ikki frítt, at tað lá í luftini,
at botnliðið kundi javna,
men tað eydnaðist ikki, tí
ÍF megnaði ikki at spæla
seg til ein tann einasta MØg-
uleika í í 2. hálvleiki.
Í 1. hálvleiki hevði ÍF
tveir møguleikar, og tað er
lítil nytta í royndini at í-
mynda sær, hvussu tað
hevði lagað seg, um teir
høvdu skorað. F yrsta mog-
uleikan høvdu teir eftir
fimm minuttir, tá Abraham
Hansen stakk til Rógva Ró-
in í høgru, og Eyðun Samu-
elsen mitt fyri málinum um-
sat stóra møguleikan at stúta
alt ov vánaliga, og seinna
møguleikan høv du teir í ål-
opinum, áðrenn KÍ skoraði.
Fuglfirðingar komu í fleir-
talsstødu, men sum tað er
sermerkt fyri eitt lið, sum
er illa skipað, so vistu teir
ikki reiðiliga, hvussu møgu-
leikin skuldi handfarast, og
Stephen Boyle vardi lætti-
liga fyri royndini frá Eyð-
olvi Petersen.
Góða løtan
KÍ legði bragdliga fyri, og
um gongdin (bæði hvat við-
víkur ferð og hugflogi) alla
tíðina hevði verið, sum hon
var fyrsta hálva tíman, so
kundi KÍ sigurin verið stór-
ur.
Mesta uppspælið gekk
fyri seg í vinstru síðu, har
Heðin á Lakjuni var framúr
og rættuliga gjørdi sær dælt
av, at teir á heimaliðnum
ikki hildu, at tað var ráðiligt
við eyka uppbakking. Ferð
eftir ferð kom Heðin við
ferð til baklinjuna ella hann
Málmaðurin hjá fuglfirðingum, Rúni Joensen stendur og hyggur, meðan Kurt enn
einaferð fegnast um eitt mál, saman við liðfelógunum
setti ferð inn í brotsteigin,
sneiddi tveir ella tríggjar
måtstødumenn av sær og
royndi við skoti ella inn-
leggi.
Einasta málið kom eftir
innlegg úr høgru. 27 min-
uttir vóru farnir, tá álop,
sum Stephen Boyle setti í
gongd eftir fleiri ferðir
tvørturum og eitt sindur
fram, menti seg til møgu-
leika. Andrzey Pazek, sum
fyri tað mesta var álitisfull-
ur miðverji, stakk flatt fram
til Arnold Joensen, hann
sletti út í høgra borð, og
Kurt Mørkøre slapp frå Tor-
steini Joensen, sum annars
hevði stutt tjóður í topp-
skjúttanum, og so varð inn-
leggið frá Niclasi Niclassen
umsett til ein drønandi stút-
ara i meskarnar aftanfyri
Rúna Joensen, sum annars
hevði fleiri bjargingar.
Og so gekk skjótt hjá KÍ
í eina lítla ltu. Marek Wi-
erzbicki var álopshugaður í
vinstra borði, hann og Heð-
in á Lakjuni spældu væl
saman, Kurt Mørkøre var
fleiri ferðir tætt við, men
einki meiri spurdist burtur-
úr, og so fór luftin úr dyst-
inum, og KÍ viðhaldsfólkini
fegnaðust meiri um gongd-
ina á Sandi, enn um avrikið
í Fuglafirði. Men stigini
fóru til Klaksvíkar, og tey
viga jh
ÍF: Rúni Joensen - Roy Ró-
in, Torstein Joensen, Aslak-
ur R. Petersen, Viggo Jo-
hannesen, Eyðolvur R. Pet
Rógvi Larsen, Abra
ham Hansen, Símun Eliasen
- Robert Cieslewiscz, Eyð
un Samuelsen
KÍ: Stephen Boyle - Harley
Bertholdsen, Andrzey Pac-
ek, Jan Andreassen, Marek
Wierzbicki - Niclas Niclas
sen, Jan Joensen, Rógvi Jac-
obsen - Arnold Joensen.
Kurt Mørkøre, Heðin á
Lakjuni
ersen -
2. deild. KÍ-LÍF 1-3 (1-
1)
Talid å leirvikingum, sum
vóru í Klaksvík seinna-
| partin leygardagin, boðar
frá, at áhugin fyri fótbólti
er stórur, og at leirvík-
ingar trúgva uppá, at í ár
fer tað at bera til at rókka
bestu deildini.
Og stødutalvan sigur, at
tað er stórur møguleiki
fyri, at tað dreymalandið
kanni gerast veruleiki.
Síðsa forðingin undan
summarsteðginum vóru
klaksvíkingar. KÍ heyði
nógvar góðar bóltspælar-
ar á liðnum — Høgni Kast-
alag og Aksel Johannesen
vóru fremstir, og aftanfyri
teir var Eyðun Klakk-
stein, LÍF var omaná mest
sum alla tíðina, og teir
høvdu onkrar stórar møg-
uleikar, áðrenn nakað mál
kom — eitt nú rakti Erik
Lervig í tvørtræid — men
tað var KÍ, sum kom á odda,
tá fyrra umfarið var meiri
enn hålvrunnid. Poul Juul
Vilhelmsen, sum ivaleyst
hevði verið góður styrkur í
Fuglafirði sunnudagin, um
hann hevði verið í
fullgóðari venjing, royndi
seg úr spískum, og bólturin
fór millum Hallur Hansen
og nærra stólpan.
LÍF javnaði undan steðg-
inum. Kristian Eliasn dró
uppá tvørs á KÍ hålvuni,
hann sendi bóltin til mið-
vallaran í vinstru, Poul Suna
Dam, sum smekkaði flatt
dygst inn við nærra stólp-
anum.
Eftir steðgin gekk orkan
skjótari undan hjá teimum
á heimaliðnum, og tá eitt
gott korter var farið, kom
LÍF fyri fyrstu ferð á odda.
Tomek snittaði við høvdi-
num eitt innlegg úr høgru
longri inn undir málið, og
Mirek smekkaði til við
vinstra beini.
Leirvikingar
Fótbóltur: Lerirvíkingar hava sett ks móti fyrstu deild, og
um vikuskiftið var tað KÍ, sum mátti leggja rygg til tap
Sum tað leið móti end-
anum fluttu klaksvíkingar
alt meiri fólk fram, og teir
høvdu onkran møguleika at
javna, men tað eydnaðist
ikki, og í staðin var tað LÍF,
sum staðfesti sigurin. Petur
Sjúrðarberg, sum var skiftur
inn í álopið, fór sjálvur í
vinstru, og tá Gunnar á
Steig, sum aftur var góður í
málinum, kendi seg noydd-
an at leypa út, setti álops-
maðurin bóltin framvið
honum.
Leirvíkingar hava stuttan
summarsteðg. Hoskvøldid
fara teir at venja, og í viku-
skiftinum skulu teir spæla
á varmakeldu. jh
Hóast tað í hesum førum
eru leirvíkingar, sum
renna so var
úrslitið, at L
dystin, og nú hevur sett
kósina eftir 1. deild