týsdagur 29. juni 1999síða 23
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 120 - 29. JUNI 1999
tíðindablaðið
23
Nógv spæl men fingu einki stig
Fótbóltur: Hóast tað var NSÍ, sum hevði alt spælið í seinna
hálvleiki, so megnaðu teir kortini ikki at brúka tað til nakað.
Umframt tað, so hevði B36 John Petersen
I. deild B36-NSÍ 3-2 (1-0)
SVEINUR TRÓNDARSON
Vidhvørt er tað minst líka
týdningarmikið, at hava tað
sinnisligu yvirvágina. Hev
ur tú hana, so nýtist tær ikki
at berjast móti tí eisini.
Sunnudagin hevði B36
vitjan av NSI í Gundadali í
seinasta dystinum undan
summarsteðginum. Tað sást
eisini á summum leikarum
til tíðir í seinna hálvleiki, at
summarfrítíðin stendur fyri
durum, tí nógv av tí, sum
fór fram á vellinum var
reint fusk.
Serliga vóru tað B36-ar-
arnir, sum ikki vildu meir
enn hægst neyðugt.
Og tað er í slíkum fórum,
at tann sinnisliga yvirvágin
kemur liðnum til góðar.
Liðini bæði hava hitst
mangar ferðir seinastu
tríggjar mánaðirnar, og tað
er B36, sum hevur drigið
longra stráðið mestsum
hvørja ferð.
Tey hava hitst í innleið-
andi umfarinum í steypa-
kappingini, og tey hittust
eisini í fjórðingsfinaluni.
Samanlagt var tað B36, sum
lá omaná, og tað vistu leik-
F
og skoradi sj
ur uppá tað
Javnlei
ararnir sjálvandi nú teir fóru
á vøllin sunnudagin.
John og Jákup
vóru við
Undan dystinum var eitt
sindur av iva um fýra av
stuðulsleikarunum hjá B36.
John Petersen, Jákup á
Borg, Djóni N. Joensen og
Jens Kr. Hansen hava drig-
ist við snuddir, og tað var
ivasamt um teir fýra fóru at
vera við móti NSI.
Tá til stykkis kom sunn-
udagin vóru teir báðir fyrst-
nevndu við, meðan hinir
báðir sótu uttanfyri og fóru
um snuddirnar
Og ikki kann sigast annað
enn at teir báðir John og
Jákup fingu ávirkan á úrslit-
ið. Teir skutu nevniliga oll
trý málini, sum árstalsfel-
agið fekk.
Og av teimum var tað
kanska serliga tað seinasta,
sum ekk bæði havnafólk og
runavíkingar úr stólinum.
John Petersen fekk bóltin
stutt frammanfyri miðjuna
ytst í vinstra borðið og hann
gjørdi ikki mætari enn at
seta beina kós móti brots-
teignum.
Verjuleikararnir varnað-
ust ikki vandan beinanveg-
in, og so fekk John fulla
ferð á. Fleiri verjuleikarar
royndu síðani at fáa bóltin
av honum, men so skjótur
sum John er, so gekk tað
ikki, og hann helt vegin
fram inn í brotsteigin, fór
høgrumegin målmannin, og
árakað — brotsteigsblettin
sendi hann bóltin flatt yvir
í vinstra síðunet.
Eitt einastandandi vakurt
mål, sum verður sera torført
at gera honum eftir.
NSI misti moti
Triðja málið hjá B36 kom
bert átta minuttir eftir at NSÍ
heyði javnað upp á brots-
spark tá ein av teirra álops-
leikari var feldur í brots-
teignum. Eitt kloddut og
púra óneyðugt brotsspark,
sum málmaðurin hjá NSÍ
trygt gjørdi um til eitt út-
javnandi mál.
Eftir at NSÍ hevði javnað
royndu teir at trýsta B36 á
teirra egnu hálvu, og tað
hevði verið skeivt at sagt
annað enn at teir vóru trýst-
ir.
Tað var eisini um reppið,
at teir fingu triðja málið,
runavíkingarnir. B36 verjan
royndi at spæla upp á rang-
støduna, men sum við so
mongum gðrum henda dag-
in, so miseydnaðist tað eis-
ini. Ein NSI-áleypari kom
at standa púra leysur beint
uttanfyri brotsteigin, og
hevði Egin Høgnesen ikki
víst satt klassaspæl hesa løt-
una, so var NSI farið fram-
um.
Egin kom út ímóti og í tí
NSI-arin fór framvið snikti
hann við aðrari hondini
bóltin frá honum. Eina-
standandi gott málmans-
spæl, og vandin var av.
Tá so B36 móti spælið og
møguleikum fekk triðja
málið, so var sum um at
NSI-leikararnir fullkomi-
liga mistu móti. Ein góð løta
gekk, áðrenn teir aftur fingu
lagt trýst á B36 verjuna,
sum satt at siga, var eitt
sindur lin í kongunum sunn-
udagin.
Tað var eisini sum at fáa
sum vátan vøttin tå John
legði B36 framaumaftur, tí
teir høvdu ikki gjørt stór-
vegis annað enn at verja
seinasta korteri. Men so-
leiðis er fótbóltur nú eina-
ferð.
Mangla avgerandi
málskjúttarnar
Trygvi Mortensen, venjari
hjá NSI, er eitt sindur kedd-
ur av at lið tapti, men sigur
samstundis, at tað kanska
hevði órættvíst, um NSI
vann dystin.
— B36 hevdi nógvar møg
uleikar i fyrra hålvleiki, og
teir kundu avgjørt dystin tå,
um teir vóru neyvari. Men í
seinna hálvleiki fingu vit
gott tak á teimum, og tá áttu
vit at hildið tætt í hinum
endanum, sigur Trygvi
Mortensen.
Hann vísir eisini á trup-
ulleikan hjá NSI við at gera
mál.
— Vit hava onkrar møgu-
leikar, men menninir eru
ikki nóg kaldir í avgerandi
støðunum. Vit mangla ein
rættan áleypara, sum t.d
minnir um John Petersen.
Hann smekkar til tá hann
fær møguleikan, og ofta fer
bólturin í mál. Sum hann til
dømis gjørdi tá hann fekk
fyrra máli. Tann bólturin
raktir ein av okkara verju-
leikarum, og snýtti Dejan
(málmannin, blåm.)
Tó heldur hann ikki, at
runavíkingarnir skulu verða
so illa nøgdir við fyrru helvt
av kappingarárinum. Teir
hava bert tapt tveir dystir,
men hava eisini spælt tveir
javnleikir móti verri liðum,
og tí er Trygvi keddur av.
— Vit áttu at vunnið teir
John Petersen á veg gjøgnum verjuna hjá NSÍ. Tað gjørdi hann tvær ferðir uttan
at nakar steðgaði honum. Seinna málið var avgjørt evni til ársins mål í Gunda-
dali
báðar dystirnar, men soleið-
is er tað nú einaferð. Nú fáa
vit summarsteðg, og hann
kemur væl við. Vit fara nú
undir at fyrireika okkum til
seinnu hálvu, og tá koma vit
sterkt aftur, sigur venjarin
hjá NSÍ.
B36: Egin Høgnesen - Pól
Thorsteinsson, Arnbjørn
Danielsen, Ninoslav Milen-
kovitch - Bjarni Prior, Jan
Guttesen, Tomislav Sivic,
Øssur Hansen - Jåkup å
Borg, Egil Zachariassen,
John Petersen
NSI: Dejan Milanovic
Helgi L. Petersen, Arnfinn
Langgaard, Dånial Hansen,
Sjúrður Jacobsen - Kári
Hansen, lan Højgaard, Eyð-
stein Skipanes, Jónstein
Petersen - Chr. Høgni Jac-
obsen - Gert Langgaard
kur millum botnliðini
Fótbóltur: Botndystur var á Skála um vikuskiftið móti felagsliðnum úr Sundalagnum. Týðuligt var, at eingin mátti
tapa og tí vóru allir leikararnir sera varnir
2. deild: Skála-EB/
Streymur 1-1 (1-0)
Skála kláraði ikki at av-
gera botndystin móti EB/
Streymi, hóast teir við
kvikum kontraspæli fleiri
ferðir vóru nær við.
Menninir hjá Sverra
Jacobsen, sum seinasta
vikuskiftið vunnu sín
fyrsta dyst í ár, fingu eitt
stig burtur úr dystinum,
og hóast teir høvdu ætlað
sær meira, var tað týdn-
ingarmikið, at teir ikki taptu
dystin móti liðnum, sum teir
ætla at vinna seg fram um í
seinnu hálvu.
Dysturin var merktur av,
at nógv var upp á spæl hjá
liðnum báðum. Bæði liðini
vildu vinna, men tað heyði
enn stórri tydning ikki at
tapa. EB/Streymur hevði
meira spæl, men Skálamenn
vóru vandamiklari.
Teir lógu í útgangsstóðuni
eitt sindur afturi á vellinum,
men tá teir fingu fatur á
bóltinum spældu teir skjótt
fram á vøllin, og teir kviku
spælararnir kláraðu eisini at
fylgja við. Hetta gav fleiri
ferðir vandamiklar støður,
men tá teir ikki vóru óneyv-
ir, var målverjin Karstin
Vang f vegin. Hann spældi
helst sin besta dyst i år leyg-
ardagin.
Skála kom á odda mið-
skeiðis í fyrra hálvleiki, tá
teir fingu horna. Horna-
sparksstødan endaði við eitt
sindur av aftur og fram
ri málið, bólturin
endaði aftur úti í síðuni, og
tá leðurkúlan aftur var send
inn fyri mál, stóð Bent Djur-
huus leysur mitt fyri, og
hann stútaði í málið.
Stutt eftir hálvleikssteðg-
in eydnaðist EB/Streymi at
javna, og málið kom eftir
nakað sum líktist einum
mistaki av málverjanum.
Knút Vesturtún sendi ein
høgan bólt inn fyri málið,
málverjin hjá Skála skuldi
taka bóltin, men misti hann
aftur um seg, og har stóð
málskjúttin hjá EB/Streymi
frá seinasta vikuskiftið,
Haldór Joensen, og hann
javnaði til 1-1.
Bæði liðini royndu restina
av dystinum at gera málið,
sum kundi avgera dystin,
men hvørgum parti eydn-
adist at fåa øll try stigini.
Við javnleikinum helt
Skåla seg beint framman-
fyri EB/Streymi, sum
framvegis liggur aftast í
deildini. Men munurin
millum EB/Streym og
hann var fyri tveimum
vikum síðani, og tá seinna
hálva fer í gongd seinasta
dagin í juli er alt púra
opið í botnstríðnum.
ek