mikudagur 30. juni 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ísosialurin=
Internet: www.sosialurin.fo
———iøi
Een Ødensken :
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Aki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
ítróttarskrivari:
Emil L. Jacobsen
Jens Kristjan Vang
Álvur Haraldsen
ri, uppseting og prent:
Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail:
postQ sosialurin.fo
Summar og yvirupp-
hiting í búskapi
Oddagrein
NU skjótt 10 ár eru farin, síðani Føroyar
vórðu lagdar lamnar av kreppu, verður
bráddliga aftur tosað um vanda fyri nyggj-
ari kreppu. Tíðirnar eru rætt og slætt so
góðar - at vandi er fyri, at búskapurin
verður yvirupphitaður. Hetta er einki ókent
fyribrigdi í heiminum, og er tað ikki so
langt síðani, at búskaparfroðingar í Dan-
mark róptu varskó til Nyrupstjórnina. Tað
hevði so við sær, at tiltok vórðu sett í
verk, nakað, sum stjórnin gjørdist sera
ópoppuler uppá millum veljararnar, men
sum hon kortini kendi seg noydda til at
gera.
NU ringja so ávaringarklokkurnar her
heima. Ella rættari - tað er formaðurin í
teirri donsku ráðgevandi nevndini við-
víkjandi Føroyum, sum ger vart við
stoðuna, sum hann heldur er vandamikil.
Hann heldur, at tiltok av onkrum slag eiga
at verða sett í verk fyri at kola niður ta
upphiting, sum er í gongd.
FÍGGJARMÁLARÁÐHARRI okkara er ikki
samdur við honum í hesum. Við útvarpið
og Sosialin sigur hann, at her er eingin
vandi á ferð enn, men um ferðin í búskapin
heldur fram, verður neyðugt at gera okkurt
seinni í ár.
FOLKAFLOKKURIN hevur longu gjørt
vart við, at skatturin eigur at lækkast, men
hetta kemur neyvan upp á tal og so ikki
við Karsten Hansen sum fíggjarmálaráð-
harra. So skjýtur fólkaflokkurin upp at
tvinga fólk til at gera eina eftirlonarupp-
sparing. Hvat tjóðveldið sigur til hetta fáa
vit so at síggja.
TINGIÐ er ikki saman í løtuni og fólk eru
í summarfrí. Tvs. at hetta er ikki tíðin til
eitt gevandi og konstruktivt orðaskifti um
hetta álvarsmál. Tað er spell, ti tað er her
og nú, at politikarar, vinnulívsfólk og onnur
eiga at fylgja við og gera vart við seg.
Hetta kann gerast ov seint í heyst.
Áhugavert er at frætta, hvat samgongan
fer at gera við hetta málið - ella um hon
bara letur til standa og tekur tað til
viðgerðar, tá yvirupphitingin longu er farin
fram. Tá kann tað gerast ov seint at bota
um óhepnu avleiðingarnar av yvirupp-
hitaða búskapinum. Hóast summarfrítíð
og tingið ikki er saman, so koma blødini
tó framvegis út, og skal tað vera vón, at
politikarar, vinnulívsfólk o. o. brúka
fjølmidlarnar til at viðgera hetta so stóra
álvarsmálið. Tað má ikki sleppast við Arne
Larsen og Karsten Hansen. Landsstýrið
hevur eina álvarsliga uppgávu at taka sær
av. nt ;
Sosialurin
Er økismenningin slept???
Í løgmansrødu síni um ein
mánaða ella so, fer løgmad-
ur møguliga at boda frå, at
ein landsstýrismaður hans-
ara hevur slept hálvtannað
ára gamla setninginum hjá
samgonguni um gkismenn-
ing.
8. apríl segði landsstýris-
maðurin í vinnumálum í
einum svari til fyrispurning
mín um menning av útjað-
aranum: "I tråd við sam-
gonguskjalið arbeiðir Vinn-
umálastýrið við at broyta
vidtøkurnar fyri Framtaks-
grunnin. Endamálið er, at
grunnurin í stórri mun skal
menna nýggjar vinnur og
fremja økismenning eftir
handilsligum fortreytum. ”
Hetta svar er samsvarandi
avtaluni i samgonguskjali-
num, men ikki samsvarandi
veruleikanum, ið landsstyr-
ismadurin umsitur og hevur
ábyrgdina av. Nýggjar vinn-
ur síggja ikki dagsins ljós
við hansara vilja, og Fram-
taksgrunnurin hevur fram-
vegis ongar skyldur at virka
fyri økismenning. Tvørtur-
ímóti liggur á ljóði, at hann
harafturat roynir at draga
tað sindrið, ið kann mennast
vinnuliga í útjaðaranum, til
Havnar.
Framtaksgrunnurin virkar
sostatt stikk í stavn av ætla-
num okkara, og ongar
nýggjar vinnur síggja dags-
ins ljós.
Hvørjum verður bíða eft-
ir, og hví fær landsstýris-
maðurin ikki í lag at broyta
viðtókurnar hjá Framtaks-
grunninum? Grunnurin
varð fluttur á føroyskar
hendur um ársskiftið, og tað
kundu vit spart okkum, um
hann ikki samstundis fekk
broyttar viðtøkur at arbeiða
eftir.
Í staðin fyri verður i full-
ari ferð arbeitt samsvarandi
upprunaligu vidtøkunum
um marknaðarbúskaparlig-
ar treytir ávirkan og kapit-
alavkast, sum so aftur treyt-
aleyst hevur miðsavning við
sær.
Framtaksgrunnurin fekk
nýggjan formann um árs-
skiftið, og hevði hetta við
sær, at sami maður mátti
fara úr nevndini í Faroe
Seafod, sjálvandi tí at talan
var um ein habilitetsspurn-
ing.
Hetta forðar hinvegin ikki
fyri, at formaðurin í Fram-
taksgrunninum samstundis
situr sum stjóri í Atlants-
kolvetni, (Atlantic Petrole-
um), sum er felagsskapur av
frægastu vinnulivsfyritøk-
um okkara, sum flest allar
halda til i midstadarøkinum
við Tórhavnar Skipasmiðju,
sum einum tí sterkasta.
Nú kunnu vit sjálvandi
fara at seta spurnartekin við
habilitetsspurningin.
Hvussu heppi er tað, at for-
maðurin fyri Framtaks-
grunnin, ið skal hava sum
endamál: "i stórri mun at
menna nýggjar vinnur og
fremja økismenning eftir
handilsligum fortreytum, ”
samstundis situr sum stjóri
fyri kapitalkreftirnar í mið-
stadarøkinum.
Eftir galdandi vidtøkum
hevur Framtaksgrunnurin
ikki heimild til at ogna sær
avgerðarmyndugleika i fyr-
itøkum, hann setur pening
f. Hetta kundi og kann han
gera eftir vidtøkunum frå
21. november 1997, men
kortini er tað er júst hesum,
hann dyrgir eftir í ávísum
førum.
Ein sannroynd er, at har
marknaðarkreftirnar = og
kapitalurin hava leysar
teymar, tekur miðsavningin
seg upp. Hesum varð stuðla
undir av undanfarnu sam-
gongu, tá ið vit yvir Fram-
taksgrunnin fingu miðsavna
fiskavirkini, men hesi
gongd hevur sitandi sam-
gonga avtalað at broyta so-
leiðis, at vit fáa viðtøkur
inn, sum vilja fremja eina
økismenning eftir handils-
ligum fortreytum.
Landsstýrismaðurin ger
bara einki við málið, og
virkar hann tí sum eitt liv-
andi spøkilsi í andanum á
teimum, ið undan fóru.
Hann hevur soleiðis júst nú
avgreitt eitt ferjuprojekt til
skipasmiðjurnar í miðstað-
arøkinum, uttan at geva
vágbingum, klaksvíkingum
og. sum hava fullgóðar fak-
ligar førleikar fyri at liðugt-
gera ein flótandi útlendskan
skrokk til eina føroyska
ferju, høvi til at bjóða uppá.
Tær frælsu marknaðar-
kreftirnar — herrópið hjá
vesturheiminum - sum tær
einastu, ið skapa kunna væl-
ferð, herja eisini á okkara
leiðum. Tað er i prinsippi-
num bannlýst at fremja til-
tók, 10 eru av útjavnandi
slag, og fólk flest eru ímóti
tí.
Verður tað hinvegin ikki
gjørt, so fáa vit eitt skjótt
vaksandi gap millum rík og
fåtøk. Verður tað hinvegin
harafturat arbeitt so miðvíst,
sum Framtaksgrunnurin og
landsstýrismaðurin gera við
at stýra almennum og priv-
atum vinnuiløgum inn í
midøki, har alt tað almenna
húsast frammanundan, sæst
skjótt fyri endan á Føroyum
sum einum oyggjasamfelag.
Vit eru fangaði í einari
óndari mótsøgn, sum álegg-
ur okkum at geva eftir fyri
tí kapitalistiska búskapinum
samstundis sum vit noyðast
at umfordeila virðini, skulu
vit øll vera verandi her. Sos-
ialt rættvísi rennur seg í bú-
skaparligt frælsi, og stór
krøv verða ti sett ti politiska
myndugleikanum.
Hesum krøvum kunna vit
ikki renna undan, og eitt
minstamark av sømuligheit
er ti, at tann umsitandi
myndugleikin, sum er
landsstyrid, fylgir gjørdum
avtalum í staðin fyri at reka
politikk eftir egnum hjarta.
Og tað skal vera her og nú.
Verður tað ikki gjørt her
og nú, eigur løgmaður at
kunngerða á ólavsgku, at
hann hevur slept tí parti-
num av samgonguavtaluni,
ið hevði til endamåls at
varðveita Føroyar sum eitt
virkið og livandi oyggja-
samfelag.
Hergeir Nielsen
Nýggja Sandoyarferjan
og ferjulegurnar
Seinastu tíðina hava fjøl-
miðlarnir borið fram ymisk
tíðindir um eykaútreiðslur
til út- og umbyggingar á
ferjulegunum, sum koma at
standast av nýggju Sandoy-
arferjuni.
Í sambandi við, at proj-
ekteringin varð liðug, vóru
umboð fyri leiðsluna á
Strandfaraskipum Landsins
og umboð fyri skipasmiðj-
una á fundi við løgtingid og
fjølmidlarnar tann 18., feb-
ruar 1999, har projektið
varð nágreiniliga gjøgnum-
gingið. Á hesum fundum
varð eisini komið inn á
neyðugar broytingar á ferju-
legurnar, sum gerast skuldu,
bæði í Skopun, á Gomlurætt
og úti í Hesti.
Tá nú upplýst verður al-
ment, at tað er ein bulbur
(bungustevni), sum hevur
við sær eina eykaúeiðslu
uppá 16 mió. kr. til broyt-
ingar á ferjulegunum, so
metir leiðslan tað vera sína
skyldu at greiða alment frá,
hvat arbeiðið uppá ferjuleg-
urnar fevnir um og kostn-
aðurin av sama. Strandfara-
skipum Landsins kunnugt
verður talan um hesar eyka-
útreiðslur til ferjulegurnar,
býttar soleiðis:
* Nýggj rampa gerast í
Skopun, 6 mió. kr. (verður
eisini flutt)
* Breiðka rampuna á Gom-
lurætt, 4 mió. kr. (froknad
dýping)
* Broyta atløguvidurskift-
ini í Hesti, 6 mió. kr.
Viðmerkjast skal, at bungu-
stevni einans hevur ávirkan
á prísin í Skopun og á
Gomlurætt og svara eyka-
útreiðslurnar til umleið 2
mió. kr. fyri at gera pláss til
bungustevni.
Høvudsorsøkin til oman-
fyri nevndu broytingar er,
at nyggja ferjan skal vera
2,5 m. breiðari enn Tróndur,
hetta fyri at uppfylla stabil-
itetskrøv og tí mugu ramp-
urnar á kajuni bæði flytast
og breiðkast og harafturat
skal gerast nýggj rampa í
Skopun. Talan er sostatt er
neyðugar broytingar fyri at
gera tað gjørligt hjá einari
tíðarhóskandi ferju at røkja
hesa farleið.
Annars kann upplýsast, at
fyrimunirnir við einum
bungustevni eru minni av-
drift, minni mótstandur
(orkusparing) og ferjan er
róligari í sjónum (betri
komfortur undir sigling).
Harafturat kann upplýsast,
at fólk við drúgvum roynd-
um og serfrødingar innan
sigling og skipasmíð hava
mælt til hesa loysn.
Leiðslan á Strandfara-
skipum Landsins vónar við
hesum, at omanfyri neyndu
misskiljingar eru beindar av
vegnum.
Tekniska deild
á Strandfaraskipum
Landsins