Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-30, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. juni 1999síða 3

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 121 - 30. JUNI 1999 Vágatunnilin: tíðindablaðið Blindheim endurskoðað tað jardfrødiliga tilfarið, sum fingið varð til vega í 1989. Teirra nidurstøda er í m » ” stuttum, sigur nevndin fyri Vågatunnilin, at verandi til- Tilmæli um, hvussu Vågatunnilin skal gerast, er latið landsstýrismanninum i samferðslumálum. Gongur eftir ætlan, kann sáttmáli um sjálva tunnilsgerðina undirskrivast við árslok EDVARD JOENSEN Mælt verður til at gera undirsjóvartunnilin undir Vestmannasundi eftir somu linjum, sum ætlanin var í 1989. Tað sigur leiðslan i P/F Vágatunnlinum í tilmæli til aðalfundin, sum hildin var í seinastu viku. Samlaða koyrilongdin, tá tunnil og íbindingarvegir eru íroknaðir, verður 6,8 km. Av hesum verður sjálv- ur tunnilin 4,7 km. Samlaði kostnaðurin er mettur at verða 240 milli- ónir krónur. 200 milliónir til tunnil og hinar 40 millión- irnar fara til vegagerðina. Dávid Reinert Hansen, stjóri í P/F Vágatunnlinum, sigur, at hendan linjan, stungin varð út í 1989, er mjúkari og slættari, enn onkur onnur, sum seinni hevur verið upp á tal. Hendan linjan, nú aftur er upp á tal, fer inn har, ásett er í Leynum, og kemur upp aftur sunnan fyyri Kálva- dalsá sunnan fyri Fútaklett. Frægasta loysnin Dávid Reinert Hansen sig- ur, at kannað hevur verið, um aðrir møguleikar eru fyri sambandi um Vest- mannasund. Millum annað hevur Royndarboringarnar í samband við í klivjum møguleikin fyri heingi- brúgv verið uppi og vent Og úrslitið av hesum kann- ingum er, at undirsjóvar- tunnilin tykist vera tað frægasta. Bæði sum fløga og í rakstrinum, sigur David Reinert Hansen, stjóri í P/F Vágatunnlinum. Í tilmælinum til aðalfund- in verður sagt, at tær for- kanningar og projektering- ar, sum gerast skulu, vænt- andi verða lidnar í oktober í ár. Tann politiska viðgerðin eigur at verða liðug í no- vember. Mett verður víðari, at útbjóðing og samráðingar um sáttmála kunnu byrja fyrst í komandi ári, og sjálvt arbeiðið í juni komandi ár. Arbeiðið bjóðast út Leiðslan í Vágatunlinum mælir til, at arbeiðið verður boðið út í Norðanlondum. Løgd verður tó tann treyt við, at arbeiðið skal gerast í samstarvi við føroyskar arb- eiðstakarar. Eitt sindur av varsemi mælir nevndin í P/F Vága- tunnlinum tó til, tá hugsað verður um undirgrundina, farast skal ígjógnum. Sagt verður í tilmælinum, at jardfrødisliga grundarlag- ið eins og tekniska projektið verður dagført við atliti til nýggjastu royndirnar innan undirsjóvartunnil í Íslandi og Noregi. Figging Figgingin er komin upp å plåss, sigur Dåvid Reinert Hansen. 160 milliónir verða jått- aðar á fíggjarlógini við 20 milliónum árliga yvir átta ár. Restin verður lænt úr lieggingargrunninum, tí so- nevnda 60 Milliónagrunni- num. Sostatt verður øll íløg- an fíggjað í Føroyum, sigur stjórin í P/F Vágatunnli- num. Lánið skal sjálvandi gjaldast aftur, og tað verður eftir ætlan tikið inn aftur við nýtslugjaldi ella bumm- pengum. Dávid Reinert Hansen sigur, at teir hava mett, at tá fast samband kemur, verður inntøkan av ferðsluni um Vestmannasund eini 15 - 30% hægri, enn hon er í dag. Og tað skuldi kunnað fíggjað tunnilin. Men tað ber tó ikki til bara uttan víðari at fara undir hetta arbeiðið, metir nevndin. Mælt verður til, at ein anleggslóg má sam- tykkjast, ið staðfestir játtan, útvegar neyðugar heimildir indirsjøvartunnilin eru byrjaðar undir Kviviks- v.m. og sum gevur grundar- lag fyri at geva lånveitarum neyðugu trygdina. Val av linju Tá ætlanin um undirsjóvar- tunnil var fyri í 1989, vórðu ymsir møguleikar kannaðir, hvar tunnilin skuldi gerast. Komið varð tá fram til, at byrjast skuldi oman fyri Leynar og komast út aftur sunnan fyri Fútaklett. Hesa linjuna, hevur nevndin fyri Vågatunnilin eisini valt. Dávid Reinert Hansen sigur, at tvær høvudsgrundir tala fyri hesum valinum. Hendan linjan er mjúkari og slættari enn hin norðara. Mett verður tí, at ferðslan fer at glíða betri eftir hesi linjuni. Í øðrum lagi slepst undan, at øll ferðslan vestur í Vágar skal beinast um Leynar og Stykkið, sum hon hevði ver- ið, um tann norðara linjan varð vald. Norðara linjan hevði farið niður millum Sunnaru og Norðaru Gjógv Streymoy- armegin og komið upp aftur beint norðan fyri Fútaklett. Hóast hendan leiðin í fyrstu atløgu tykist tann styttra, og í handilshøpi tann bíligara, liggja jarOfrødilig- ar kanningar til grund fyri, at hon varð slept. ( Mynd: Jens Kristian Vang) Eisini slepst, sum sagt, undan ferðsluni í Leynum og á Stykkinum. Og at enda slepst undan at gera oman- koyring gjøgnum bratta lendið norðan fyri Kvívík. I nidurstøduni viðvíkj- andi vali av linju sigur nevndin soleiðis: >Samanumtikið er mett, at frægast er at fara undir at gera undrisjóvartunnil mill- um Streymoynna og Vág- oynna eftir sunnaru linju- føring. Hendan linjan er væl kannað undan 1989; við endurskoðan 1998/99 verð- ur hon mett at vera væl egn- að út frá jardfrødisligum sjónarmiði; og við dagfør- ing er projekt tøkt fyri tekn- iskar installatiónir o.t.< Jarðfreðin Sum vera man er undirgrundin sera umráðandi, tá farið verður undir at bora ein slíkan tunnil. Tí hevur ráðgevandi verkfrødingafelagid O. T. Fa. Super Dekk 314975 far er rættiliga nøktandi Mett verður tó, at við nakað av ískoytis kanningum ber til at fáa heilt nágreiniliga vitan um tilfarið undir Vest- mannasundi. Tað kann fáast við roynd- arboringum og seismik- skjóting. Hetta er neyðugt, siga verkfrødingarnir, til tess at geva teimum, sum skulu bjóða upp á arbeiðið, so fullfíggjað tilfar sum gjør- ligt, og harvið minka um óvissuna í tilboðum teirra. Eisini er avtala gjørd við ráðgevandi felag um endur- GOODFYFAR 3 skoðan av tekniska projekti- num. Hetta fyri at tryggja, at royndirnar, sum hava verið gjørdar hesi seinast 10 árini, verða tiknar við í arbeiðið, sum nú fer í gongd. Kannað verður, hvussu arbeiðið best kann gerast i tillaging við umhvørvid Tá alt tað er komið upp á pláss, kann sjálvt arbeiðið bjóðast út. Mett verður í tíðarætlan- ini, at arbeiðið tilsamans fer at taka eini trý - fýra ár Roknað verður við, at um fyrireikingarnar byrja á heysti 1999, kann koyrast undir Vestmannasundi á vári ár 2003 Nýtt dekk frá Goodyear. Trygt at koyra við og snøgt á at líta. Ventura gevur framúr vegtak, sjálvt í regni. Og so er tað ljóðleyst. Góðan túr! Hoyvíksvegur 66 - P.O. Box 3012 - 110 Tórshavn superdek(dpost olivant.fo