mikudagur 30. juni 1999síða 7
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 121 - 30. JUNI 1999
tíðindablaðið
Kári á Rógvi og Teitur Poulsen:
— Eiga at
vera varnir
og ikki
seta ov
i byrjanini
-Skulu vit åseta ein serskatt eiga vit
at leggja hann á yvirskotið og ikki á
framleiðsluna. Vit eiga ikki bert at
hyggja at, hvussu eitt land hevur bor-
ið seg at men fleiri. Og vit eiga at
skilja sundur ábyrgd av trygd og um-
hvørvi frå fyrisiting av oljuloyvum ol.
JAN MULLER
Í kvøld klokkan 19.30 verð-
ur fyrilestur í Læraraskúla-
høllini, har tveir kendir
skotskir serfrødingar innan
oljuvinnu greida frå og
svara spurningum. Teir eru
Alex Kemp, sum er vida-
kendur fyri sitt stóra arbeiði
innan oljubúskap, og síðani
Scott Styles, lektari í olju-
rætti.
Stigtakarar til hesa for-
kunnugu vitjan eru tveir
ungir føroyski lesandi i
Aberdeen, Teitur Poulsen,
sum er lidugur at lesa olju-
og buskaparfrødi (M.A.) og
Kári á Rógvi, sum eftir
lokna løgfróðiútbúgving í
Danmark hevur lisið mast-
erútbúgving, LL.M. innan
vinnu- og oljulóg í Aber-
deen.
Vit spurdu teir báðar,
hverjar ætlanir teir hava fyri
framtíðina og hvat teir ann-
ars halda um eina komandi
føroyska oljuvinnu.
Kári á Rógvi ætlar sær
annaðhvort at vera advokat-
fulltrúi ella dómarafulltrúi,
helst eina stutta tíð í Bret-
landi, áðrenn hann kemur
aftur til Føroya.
-Eg havi altíð ætlað mær
at arbeiða við oljumálum,
men vil ikki koma ov skjótt
heimaftur. Best er at fáa
nakrar royndir uttanlands,
áðrenn tú festir búgv í
Føroyum.
Teitur Poulsen fór til
Aberdeen i 1994. Har ar-
beiddi hann í eitt år fyri at
venja seg til bæði mál og
mentan. Fór síðani at lesa
búskap á Aberdeen Uni-
versity, ein útbúgving, sum
hevur tikið fýra ár og sum
hann bleiv liðugur við í
summar.
Hann hevur verið so mik-
ið heppin, at hann hevur
fingið arbeiði hjá Føroya
Kolvetni. Har kemur hann
so m.a. at arbeiða nakað hjá
Dana Petroleum og AUPEC
(Aberdeen University Pe-
troleum Economic Concul-
tance). Hann arbeiddi sum
trainee hjá Lasmo seinasta
summar í bæði Aberdeen og
London. Var eisini eina viku
offshore.
-Tað, sum nú liggur fyri
framman, er at prógva meg
sjálvan innan Føroya Kol-
vetni.
Hvat hava hesir báðir
skotarnir, sum Kári og Teit-
ur hava fingið til Føroya at
siga føroyingum!
-Tað verður fyrst og
fremst frá teimum mongu
royndum, sum teir hava
gjørt gjøgnum árini. Alex
Kemp hevur fylgt við olju-
vinnuni alla tíðina og Styles
uppá sama hátt um, hvussu
rætturin hevur ment seg.
Tvs. at øll tey mistøkini
gjørd eru t.d. í Skotlandi
kunnu vit læra av.
Hesir eru óheftir og
kunnu geva sína professio-
nellu meting av útvikling-
inum í Skotlandi.
Kemp hevur arbeitt fyri
og ráðgivið mongum fel-
øgum og stovnum. So um-
framt akademisku roynd-
irnar, hevur hann eisini
vinnuligar.
Bæði Kári og Teitur
halda, at føroyingar eiga at
fara til fyrilesturin í kvold.
Hyggja eftir fleiri
Hvat halda so Kári og Teitur
sjálvir um eina komandi
føroyska oljuvinnu!
Kári á Rógvi: -At man
hugsar seg væl um og
hyggur eftir royndum ymsa-
staðni. Á summum økjum
td. innan fyri trygd, eru
norðmenn frammanfyri og
á ødrum økjum eru bretar
frammanfyri. Vit mugu ikki
bara hyggja ein veg men
læra av ymsum royndum.
Oljurådeggingarnevndin
dugdi væl at hyggja rundan
um okkum, so tað er bara at
halda fram vid ti.
Teitur Poulsen: -Eg havi
lagt til merkis, at føroyingar
hava lyndi til at halda, at
aðrir t.d. bretar vilja håla
teppið undan okkum og
handla aftanfyri ryggin á
okkum. Vit mugu ikki síggja
so svart uppá tað. Tað eru
hóast alt erlig fólk vit hava
at gera við. Føroyingar eru
heldur ikki vornir snýttir í
tí utviklingi, sum hevur
verið, og hvat markinum
viðvíkur, so var tað uttan iva
ein rættvíst loysn.
Soleiðis sum gongdin
hevur verið í altjóða rætti,
so eru fleiri marknatrætur,
sum hava verið fyri ein
dómsstól, endaðar við at
vera ein fyrimunur fyri
strandalond, so vit áttu helst
at verið fegnir um okkara
úrslit. Men tað er sjálvandi
ringt at siga, ti tú kanst
ongantíð siga nakað uppá
forhond og vita, hvat ein
dómstólur hevði komið til.
Kári á Rógvi heldur , at
tað enn manklar nakað í
tjakinu, og tað er spurning-
urin um umhvørvi og trygd.
-Vit hugsa meira um, at
krónirnar skulu rulla inn.
Bæði Noreg og Bretland
hava havt ringar royndir á
hesum øki. Hugsar man
ikki nokk um trygdina,so
kunnu álvarssamar van-
lukkur henda. Har ræður um
at vera ógvuliga væl fyri-
reikaður. Hetta er eisini eitt
trupult øki at leita í, og tí
má man serliga hugsa um
trygdina.
Alex Kemp, ein av
heimsins stórstu
kapacitetum innan
oljubúskap heldur
fyrilestur í Lærara-
skúlahóllini í kvøld
klokkan 19.30
Í Bretlandi hava teir skilt
at fyrisiting av oljuloyvum
og oljutrygd, so tað eru
sjálvstýrandi myndugleikar,
sum stýra teimum pørtum.
Tann, sum stendur fyri
trygdini, má ongantíð slaka
fyri trygdini fyri at fáa fleiri
pengar inn. Vit føroyingar
mugu gera alt fyri at sleppa
undan vandanum fyri tí
Hesi tingini mugu ikki
blandast saman.
Síðani er tað spurningurin
um eina serskattaskipan fyri
oljufeløgini. Teitur Poulsen
vísir á, at sum nú er er bert
ein partafelagsskattur uppå
27% komin uppå tal. Bretar
hava eisini slikan men hann
er uppå 30, og i Irlandi er
hann eisini uppå 27%. Men
fyri tað um olja verður
staðfest her, so er hundurin
ikki meir enn hálvbardur. Tí
hyggja vit at Norðsjónum,
so vita vit, at hóast olja er
funnin so er tað nógva
staðni, at tað ikki er lønandi
at fara undir framleiðslu.
Teitur = vísir á, at hóast
oljufeløgini eru stór, so er
tað eisini avmarkað, hvat
tey hava av kapitali til at
fara undir framleiðslu, hvar
og nær tað skal verða.
Framleiðslukostnaðurin
pr. tunnu í Saudiarabia
liggur um 2 kr., meðan hann
í Norðsjónum er uml kr,
so ein má vera varin við,
hvørja skattaskipan man
velur á áleggja olju-
feløgunum, ið skulu virka á
slíkum økjum sum okkara,
í hvussu er í byrjanini
Teitur Poulsen heldur, at
vilja menn leggja serskatt
eisini, so eigur hann at
leggjast á yvirskotið og ikki
á framleiðsluna.
-Er man ov grátigur í
byrjanini, so er vandi fyri,
at man einki fær. Verða tað
so funnar stórar oljukeldur,
so veit man frá royndum eitt
nú í Bretlandi, at treytirnar
tá eru vornar broyttar, hóast
hetta ikki dámar olju-
feløgunum. Tað er so gjørt
ótaldar ferðir í Bretlandi
Kári á Rógvi og Teitur
Poulsen, sum hava tikið
stig til at fáa tveir kendar
skotskar serfróðingar
innan oljubúskap og
oljurætt til Føroya at
halda fyrilestur. Í gjár
hildu teir fyrilestur um
útbúgving í Skotlandi.
Fíggjarmálastýrið hevur
saman við Atlantic
Airways og
Strandferðsluni stuðlað
tiltakinum
Tað ræður um at
„tiltrekkja“ so nógv sum
møguligt í byrjanini
Tað er nakað av hesum,
sum teir báðir skotsku
fyrilestarhaldararnir fara at
mæla føroyingum til siga
Kári og Teitur
Kemp fer at mæla til, at
vit eru varnir, tá tað kemur
til serskatt og minst
møguligt leggja skatt á
framleiðsluna men heldur á
yvirskotid
Styles fer at tosa um
trygdar- og umhvørviskrøv,
men eisini, at vinnulívið ger
seg til reiðar til tann
hugsanarhátt sum oljufeløg
hava, soleiðis at ein kann
fáa skilagóðan dialog,
áðrenn man fer at skriva
sjálvar avtalurnar millum
myndugleikar og feløgini