Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-30, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. juni 1999síða 10

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

10 tíðindablaðið NR. 121 - 30. JUNI 1999 Besta fødingardagsgåva, eg kundi fáa! Gotland 99: Oluffa á Høvdanum, venjari hjá svimjilandsliðnum var eins øll onnur ovurfegin tá føroyingar vunnu gull týsdagin SOFUS JOHANNESEN Staðið er Hemse á Gotlandi og tað er mánadagur 28 juni 1999 Føroyska svimjilandslið- ið hevur júst vunnið gull, og landsliðsvenjarin Oluffa á Høvdanum er ovurfegin: Hatta var besta føding- ardagsgávan, eg kundi fáa!, sigur Oluffa og strålar sum ein sól Eg hevdi roknað við einum góðum ursliti, og nnast inni heyði eg roknað við gullinum! Vit spardu okkum í morgun, og nú settu vit alt inn fyri at vinna, »g tað eydnaðist Spenningurin var oði- ligur undir kappingini, men síðstu 50 metrarnir bjargaðu úrsliinum Skuffaður Fyrsta heiðursmerkið i ing kom annars mán- amorgunin, tá Bogi Lenvig svam 1500 m frí Bogi heyði ætlað sær eitt gullmerkið í hesari kapp- ingini, men tá kappingin var av, lá hann á triðja plássi aftan á Alexis Militis og Nathan Jegou, báðir frá Jersey. Tíðin hjá Boga var 16.55.24, meðan vinnara- tíðin var 16.28.63. Og ætlast kann, at tað var ein skuffaður Bogi, vit hittu eftir kappingina. -Eg havi verið skaddur eina tíð og ikki fingið vant nóg mikið. — Eg merkti beinan vegin, at tað lá ikki so væl fyri, men teir fyrstu 400 metrar- nar fylgdi eg við hinum, men so byrjaði at dragna, og úrslitið bleivi so eitt bronsumerkið. Hetta varð eitt ótrúliga skuffandi úrslit fyri meg, men tað gjørdist altso ikki ødrvisi, sigur Bogi Lenvig at enda. Fyrsta heiðursmerkið Dia Jacobsen, sum er gamal í garði innan svimjing vann hendan dagin sítt fyrsta al- tjóða heiðursmerki einsa- mallur. Hann hevur fleiri ferðir verið við at vinna Før- oyum heiðursmerkir, men tað hevur altíð verið í lið- kapping. Hesa ferð varð ødrvisi. 50 m ryggsvimjingin lagaði seg so væl fyri Dia, at hann kom inn á triðja plássið við tíðini 28,87 aftan á Dane Harrop frá Isle of Man (28,48) og Adam Brown frá Isle of Wight (28,5), so ætl- ast kann, at tað var ein fegin Dia, sum kom upp ur hyli- num. Eitt silvurmerki Kristian Martin Joensen lá aftan á innleiðandi umfarið á einum 4. plássi aftan á Gotland, Isle of Wight og Gurensey, men tað var eis- ini svomið taktist, tí um morgunin ráddi um at kvali- fisera seg, fyri so um kvøld- ið at náa hæddirnar. Vónirnar til júst hesa kappingina vóru góðar, og eftir teir fyrstu 50 metrarnar lá Kristian Martin á 2. plássi við Márten Hansson frá Gotlandi bert 2 hundrað- partar sekund aftanfyri. A odda lá David Russei frá Isle of Wight, og hann vísti eisini allan teinin, at gull- merkið skuldi ikki gleppa honum av hendi. Kristian Martin varðveitti allan teinin 2. plássið og hann økti so vid og við frå- støðuna til gotlandingin. Eitt klárt 2. pláss til Krist- ian Martin Joensen við 2.14,55 aftan á David Russ- el við tíðini 2.09,35. Hini úrslitini Føroyar luttóku eisini i tveimum øðrum finalum. Í 100 m bringusvimjing hevði Asbjørn Hansen svomið seg í finaluna, og hann fekk eitt sera gott úrslit við at koma á mál sum nr. 4 við tíðini 1.08,33. Kapping- ina vann Tim Ashwell frá Hetta var besta fødingarda gsgáva eg kundi fáa, segði ein ovurfegin Oluffa á Høvdanum, eftir at føroyska svimjilandsliðið hevdi vunnið gull i 50 metra frisvimj- ing fyri manslið Ísle of Wight við tíðini 1.06,06, nr. 2 David Russel, Isle of Wight (1.07.41) og nr. 3 David Batty, Isle of Man (1.07,54). Regitsa Thomsen kom eisini í finaluumfarið. Tað var í kappingini 50 m bring- usvimjing, har hon gjørdist nr. 6 við tíðini 37,38. Vinn- ari gjørdist Helen Watts frá Guernsey vid tidini 33,18, sum er nytt Oyggjaleika- met. Ási Mikkelsen eina hædd niður á sigurspallinum Gotland 99: Fyri tveimum árum síðani vann Ási Mikkel- sen gullmerki í longdarlopi. Hesa ferð bleiv tað til silvur Emil L. JACOBSEN OX ALVUR HARALDSEN AV GOTLANDI Rhodos er vid á oyggjaleik- unum fyrstu ferð Henda grikska oyggin hev- gjørt vart við seg fyrr rs frælsum itrotti, og mána- lagin var tað eisini ein av Rhodos. ið kom ímillum Asa Mikkelsen og gull merkið, hann vann á Jersey ýri tveimum árum síðani. Nektarios Giallourakis leyp 7,20 metrar í sínum rsta lopi. Metið hjá Asa er 7.10 metrar, so tað var beinanvegin greitt, at tað fór at verða meira enn torført hjá Asa, sum í síni fyrstu roynd »bert« leyp 6,25 metrar. Maðurin av Rhodos vann vid einum lopi, sum var 7,27 metrar, meðan besta lopið hjá Asa var tað fimta og næstseinasta, sum var 6,96 metrar. Raðfylgjan hjá Asa var annars henda: 6,25 m, 6,90 m, 6,85 m, 6,93 m, 6,96 m, og 6,43 metrar. Bronsuna vann Villu Sepp av Saaremaa, sum leyp 6,73 metrar. So silvurið hjá føroyska manninum var rættiliga trygt, hóast fyrsta lopið hjá honum var niðan fyri øll tey hjá bronsuvinn- aranum. Asi Mikkelsen í leysari luft. Hóast hann fekk silvur, so var hann kort- ini ikki heilt nøgdur, og man ikki orsøkin vera at hann seinast vann gull .... Guttorm og Sølvi vid í forðarenningini Gotland 99: Guttorm Sørensen og Sølvi Reinert Hansen end- aðu ávikavist nummar seks og tíggju í 3.000 metra forðarenn- ingini mánadagin EmiL L. JACOBSEN OG ALVUR HARALDSEN AV GOTLANDI Tann sonevnda »steeple- chase«-renningin, å før- oyskum rópt forðarenning, er ikki so vanlig heima hjá Guttormur og Selvi vóru við í Steeplechase-renn- ingini og gjørdust åvika- vist nummar 6 og 10 okkum. Tað er ikki so stórur áhugi fyri hesum slagnum av rennikappingum, og tí er sera sjáldan forðarenning á Svangaskarði, sum er ein- asta staðið í landinum, ið kann hýsa eini slíkari kapp- ing. Kortini stillaðu tveir før- oyingar upp í fordarenning- ini á Gutavallen í Visby mánadagin. Guttorm Sør- ensen hevði dagin fyri runn- ið 10.000 metrar, meðan Sølvi Reinert Hansen var á breytini fyri fyrstu ferð á hesum leikunum. Urslitid varð, at Guttorm bleiv nummar seks, meðan Sølvi endaði á 10. og aftasta plássi. Í yvirlitinum stendur Kristian Kreutzmann av Grønlandi at vera nummar 11, tí hann var tilmeldaður, men byrjaði ongantíð. Tíðin hjá Guttormi var 10.24,45 minuttir, meðan Sølvi kom á mál í tíðini 11.32,37 minuttir. Vinnari bleiv Peter Skalberg av Got- landi, sum rann teinin í tíð- ini 9 minuttir 36,40 sekund.