Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-30, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. juni 1999síða 11

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 121 - 30. JUNI 1999 tíðindablaðið 11 Foroysku kvinnurnar seta dám á Gotland 99: Ingibjørg Poulsen vann bronsu í kúluvarpi, og mánadagin var Sunnuvá Bjarnastein eitt sekund frå at vinna gull á Ein fegin og stolt Sunneva Bjarnastein við silvurheið- ursmerkinum, sum hon vann á 10000 metrateininum EMiL L. JACOBSEN OG AÁLVUR HARALDSEN AV GOTLANDI Sunnudagin vann Ingibjørg Poulsen bronsu í kúluvarpi, og mánadagin fekk Sunn- uvá Bjarnastein silvur í 10.000 metra renningini. Sostatt hava kvinnurnar í frælsa ítróttinum fingið væl burtur úr higartil á oyggja- leikunum, og møguleiki er fyri enn fleiri heiðursmerkj- um, ikki minst hósdagin, tá hálvt maraton er fyri bæði menn og kvinnur. Har eru góðar vónir til, at Sunnuvá Bjarnastein og Rigmor N. Joensen fara at fáa heiðurs- merki fyri lið. Í upp móti 30 hitastigum og bakandi sól rann Sunn- uvá Bjarnastein seg til silv- urið eftir ein spennandi end- aspurt við tvær aðrar. Hon bleiv ov stutt til gullið, men silvur er framúrskarandi, og hon var eisini ovurfegin aft- aná. Sunnuvá var allatíðina millum tær fremstu, uttan at hon nakrantíð var fremst. Hon helt seg aftanfyri eina av Guernsey, ið æt Val Phil- lips, og sum sostatt tók størsta takið, tí tað er altíð lættari at renna beint aftan fyri onkran annan. Guernsey-kvinnan dragn- aði eisini heilt burtur úr móti endanum, tá tað bleiv ein kapping millum Sunn- uvå, Uiloq Slettemark úr Grønlandi og Penny Buck- ingham av Guernsey. I end- aspurtinum dragnaði Buck- ingham, men Sunnuvá megnaði ikki at taka grøn- lendska rennaran, og sostatt fóru bæði gullmerkini á 10.000 metrum til Grøn- lands (Kim Godtfredsen vann hjá monnunum). Tíðin hjá Sunnuvá var 40 minuttir 28,77 sekund, meðan Slettemark fór um målstrikuna við tíðini 40.27,77, so her var bert eitt sekund á muni! Bronsuna vann Bucking- ham við tíðini 40.31,62. Nógvur hiti og lág ferð Rigmor Napoleonsdóttir Jo- ensen rann ein stóran part 10.000 metra teininum. Men silvurmerkið er flott og sera væl uppiborið av teininum fyri seg sjálva, og tað er tyngri enn tá runn- ið verður í bólki saman við ðrum. Rigmor endaði á sætta plássi við tíðini 41.29,09, og tað er eisini heilt gott. Annars var tað sum nevnt sera heitt, meðan 10.000 metrarnir hjá kvinnum vórðu runnir, og dentur varð lagdur á, at rennararnir fingu nóg nógva vætu, með- an tær runnu. Tað var eisini neyðugt, tí tær munnu hava sveittað fleiri litrar teir 40 minuttirnar, kappingin vardi. Men av tí sama var tempoið ikki serliga høgt, og báðar tær føroysku kvinnurnar fullførdu uttan stórvegis trupulleikar. At tað so bert bleiv eitt sekund frá gullinum hjá Sunnuvá, man vera til at liva við, tí eitt silvurmerki er sera flott at debutera við á oyggja- leikum. Tað er ikki bara sum at siga tað at renna 10000 metrar, og so serliga ikki tá veðrið er so nógv ødr- vísi enn tað er heima. Sunneva var útbrend eftir langa túrin Heldur fram við frælsa itrottinum í London Gotland 99: Heini Hátún endaði á áttanda plássi í kúluvarpi mánadagin. Hann fer nú til London, har hann ætlar at halda fram við at íðka frælsan ítrótt. Hann slóg sítt egna met fimm ferðir í kúluvarpi mánadagin! EmiL L. JACOBSEN OG ALVUR HARALDSEN AV GOTLANDI Heini Hátún er ein av teim- um minni kendu føroysku frælsu ítróttaríðkarunum á Gotlandi. Hann hevur verið við í 200 m renning og í kúluvarpi, og í dag skal hann luttaka í 100 m renn- ingini. Mánadagin var kúluvarp á skránni, og her endaði Heini á einum áttanda plássi. — Eg eri væl nøgdur. Eg visti, at eg kundi kasta longri enn 12 metrar, og hó- ast eg havi havt trupulleikar við tí tekniska, so haldi eg ikki, at eg kann vera annað enn nøgdur, segði Heini. Og tað hevði hann eisini alla orsøk til. Gamla al- Heini Hátún eigur nú føroyska metið í kúlu- varpið. Hann betra tað fimm ferðir mánadagin FØROVATELE F Hovuðsstuðulin hjá OYGGJALEIKUNUM “99 menna metið hjá honum var 11,20 metrar, men tað botti hann væl og virðiliga um á Gutavallen í Visby mána- dagin. Besta varpið hjá honum var 12,32 metrar, men hini åvikavist varpini = vóru 12,28, 11,66, 11,80, 12,30 og 12,10 metrar. Altso seks kast á rað, sum vóru betri enn nakað, hann hevur kastað áður. Hví gekk tað so væl júst hesaferð? — Nei, eg haldi, bara tað, at >nú skuldi tað vera«, og at eg var eyka uppsettur, tí tað vóru oyggj- aleikir, segði Heini. — Eg havi eisini havt ein skaða, sum hevur gjørt, at eg ikki havi torað at folda meg rættiliga út fyrr, segði Heini, sum ikki hevði rokn- að við at komið millum teir bestu átta i finaluni. Tað vóru sterkir kúluvarparar, hann var uppi ímóti. Vinn- arin av Alandi, Ove Lehto, varpaði ikki minni enn tað var 16,18 metrar í síni bestu roynd, so har var munur á! Fyrst FM, so London Heini Hátún fer eftir oyggj- aleikirnar heim til Føroya at halda feriu og at luttaka í FM, sum verður í næstum. Síðani skal hann til enska høvudsstadin London at ganga í skúla, men hann sleppur ikki frælsa ítróttin- um av teirri orsøk. — Har eru fleiri góð feløg í London, og eg ætli mær veruliga at gera nakað við tað har niðri, sigur Heini Hvat stórri denturin verð- ur lagdur á, renning ella kúl- uvarp, veit hann ikki rætti— liga at siga. — Tað veit eg ikki rætti- liga. Tað má eg hugsa um. Mær dámar væl at renna kapp, og eg veit, at eg havi potentiali til at gerast ein enn betri rennari, men eg kann eisini gerast nógv betri í kúluvarpi. Eg kundi so av- gjørt hugsað mær at hildið fram við báðum. www.ol.fo