mikudagur 30. juni 1999síða 16
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
16
tíðindablaðið S0S'2
Tiggjumannaførini - øll >hini< - sleppa bert at kappast um plássini frá nummar 2 ] á
gingið higartil, so verður tað eingin, av hesum bátunum, sum á nakran hátt kann hótta fremsta plássið hjá Nes Sóknar Róðrarfelag. Tá ein so ikki kann kappast um
fyrsta plássið, so er bara at kappast um hinar plaseringarnar, og hesaferð vóru tað Vestmenningar, sum drógu longsta stráðið í tí kappingini
Tjovstarturin var stóri
trupulleikin á Tvøroyri
NR. 121 - 30. JUNI 1999
til aftast. Eysturoyingur hevur lagt seg har hann lá alt seinasta ár, og sum tað hevur
Kappróður: Hóast líkindini ikki alla tíðina vóru av teimum bestu, so verður mett, at fastir starturin royndist stak væl
Tað verða ikki tær somu
seks manningarnar, sum
fara at vinna allar seks FM
róðrarnar í kappróðrarári-
num 1999. Hetta gjørdist
greitt leygardagin. Dreing-
imir við Havfrúnni, menn-
inir umborð á Hvessingi,
kvinnurnar umborð á Jarn-
bardi og menninir umborð
á Eysturoyingi endurtóku
sigrarnar frá norðoyastevn-
uni og sundalagsstevnuni,
meðan genturnar umborð á
Ørnini vunnu á Havfrånni,
og Argjabáturin basti Ørvi í
kappingini millum átta-
mannafør.
Tað er merkisvert, at
eingin båtur hjå Havnar
Róðrarfelag vann á jóan-
søku.
Gekk væl vid
fasta startinum
Tað gekk eitt sindur trilv-
andi fyri seg fyrstu løtuna,
og tað vóru kanska ábend-
ingar um, at kappróðurin á
jóansóku skuldi gerast
drúgvur, men tá glið kom á,
gekk tað næstan sum fótur í
hosu. Ætlanin var, at tey
bæði innleiðandi umfortni
millum 5-mannafgrini við
gentumanning skuldu vera
klokkan hálvgum trý, men
klokkan var farin av trý,
áðrenn fyrsta startskotið
ljóðaði:
— Tað var eitt sindur av
iva um, um tað var ráðiligt
at brúka fasta startin, tí lotið
var nokkso fitt, men vit
vildu hava fyrireikararnar
har suðuri at leggja fasta
startin. Tað gjørdu vit, tí lot-
ið var beint undan. At tað
var ivi um fasta startin
gjørdi, at tað gekk ein løta,
áðrenn startdómararnir
kundu fara undir takið at
leggja bátarnar, men gongd-
in í róðrunum vísti, at tað
var rætt at brúka fasta start-
in, sum riggaði stak væl,
sigur Arnbjórn Madsen,
sum saman við Sigurdi
Andreasen var hóvuðsdóm-
ari á joansøku i Tvøroyri.
Fasti starturin var ikki
brúktur á tvey túsund metra
málinum, men tað tóktist
ikki bila. Manningarnar á
størstu bátunum høvdu ong-
ar trupulleikar at útinna
boðini, sum tær fingu frá
startdómarunum.
Klokkan var akkurát farin
av seks, tå 10-mannaførini
komu á mål, og tå vóru átta
róðrar avgreiddir — tveir
innleiðandi og seks finalu-
róðrar — og harafturat høvdu
tríggir aðrir startir verið,
sum hevuðsdómararnir
høvdu sæð seg noyddar at
skjóta av aftur.
Tjóvstartur
Á undanfarnum stevnum
hevur stóri trupulleikin ver-
ið, at bátarnir hava ligið
tættir og hava róð saman.
A jóansøku vóru tað onga
ferðina so nógvir bátar við
í kappingini, at vandi var
fyri at bátarnir skuldu rógva
saman — tær átjan gentu-
manningarnar róðu tvey
innleidandi umfør við
niggju bátum í hvørjum um-
farinum — og bátarnir róðu
heldu onga ferðina saman.
At tað alíkavæl var neyð-
ugt at skjóta róðrarnar av
komst av at fleiri bátar
tjóvstartaðu, eitt fyribrigdi,
sum ikki er ókent í td.
renning og svimjing. Í
føroyskum kappróðri
kemur hetta ikki fyri í
hvørjari kapping, men aðra
staðni kemur hetta ofta fyri.
— Hetta er ein spurningur,
sum ikki er ókendur. Start-
dómarin rópar klárir, og so
kemur tað meiri enn so fyri,
FØROYANELE F MOLL
at bátsmanningarnar spenna
í, tí tær rokna við, at skotið
kemur beinanvegin. Spurn-
ingurin hevur ofta verið við-
gjørdur í Róðrarsambandi-
num, og nú er tað soleiðis,
at tað skal vera eitt lítið
glopp millum, tá tað verður
rópt, og til skotið gongur av.
Hetta vita manningarnar,
men tað er upp til tann ein-
staka startdómaran, hvussu
langt bilið frá rópinum til
skotið skal vera. Sjálvandi
skulu árarnar ikki leggjast í
sjógv, fyrrenn startskotið er
gingið av, og um onkur
tjóvstartar, so mugu vit geva
gula kortið, og tað var hetta,
sum hendi tríggjar mann-
ingar, sigur Arnbjørn Mad-
sen.
Duga betri
Vit hava fyrr í summar
nevnt, at tað bæði í Klaks-
vík og í Hósvík gekk eitt
sindur striltið hjá fleiri av
yngru manningunum at
skikka sær soleidis, sum
dómararnir vildu hava tær
at gera, men á jOansøku
vóru greiðar ábendingar
um, at tað gongur framá við
hesum.
Nú er kappróður á skránni
hvønn leygardag — komandi
leygardag verður róð í Fugl-
afirði, og annan leygardag
verður kappróður í Sanda-
vági, so róðrarfólkini eiga
at vera í venjing at bera seg
at í kappingum.
A Fuglafirði verður róð á
øllum trimum teinunum —
eitt túsund, fimtan hundrað
og tvey túsund metrum —
meðan tað á Sandavági ann-
an leygardag og á 6lavsøku
bara verður róð á eitt túsund
metrum. jh
wWww.ol.fo