mikudagur 30. juni 1999síða 17
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Einki sást til gulu troyggjuna
3
í
|
NR. 121 - 30. JUNI 1999
tidindabladid
S5-mannafør gentur: Sandavågsgentur kappast fyri at
vinna triðja FM heitið á rað, og skuldi nakar møguleiki
vera fyri tí, so var alneyðugt at vinna á Tvgroyri
Tað fer altíð onkur úr Vág-
um at stuðla gentunum á
Ørnini, tá tær ferðast kring
oyggjarnar og rógva kapp.
Og manningin hevur altíð
eina avtalu við stuðulsfólk-
ini. Avtalan er, at um Ørnin
kemur fyrst å mål, so skal
veittrast vid einari gulari
troyggju. Tá tær umborð á
Ørnini síggja gulu troyggj-
una verða havda á lofti, so
vita tær, at tær hava vunnið.
Leygardagin kendi mann-
ingin á Ørnini tað soleiðis,
at um tær ikki vunnu og um
vestmannagentur umborð á
Havfrúnni vunnu, so var
møguleikin fyri at end-
urvinna FM heitið, sum tær
í sandavágsbátinum hava átt
tey bæði seinastu árini, fok-
in. Málið hevur verið at
vinna FM, men tá bátarnir
vóru komnir á mál, sá einki
út:
— Vit høvdu verið í kapp-
ing við Havfrúnna og eisini
Fipuna Føgru. Visningurin
av målinum å Tvøroyri er
skeivur inn móti havnar-
lagnum, og tí visti stýrimað-
urin hjá okkum ikki, um vit
høvdu vunnið, ella um vit
vóru næstfremstar. Tí var
einki annað at gera enn at
leita eftir troyggjuni, men
vit sóu einki til hennara, og
so roknaðu við ikki við, at
vit høvdu vunnið. Ti var
gleðin serliga stór, tá vit
frættu, at vit vóru fremstar.
Harvið var møguleikin fyri
at vinna FM varðveittur, og
nú trúgva vit av álvara uppá,
at tað kann lata seg gera.
Treytin er, at vit vinna róðr-
arnar, sum eru eftir, og eg
haldi, at sigurin á jóansóku
hevur styrkt sjálvsálitið hjá
okkum. Ørnin er tjúga ár í
ár, og hon hevur ongantíð
vunnið í Sandavági. Tað
hevði verið stuttligt, um vit
megnaðu at vinna her vest-
uri annan leygardag.
Fad er Arnleyg Harald-
sen, sum vit hava í telefon-
ini. Hon er bátsformaður
umborð á Ørnini, sum í
hvussu so er í sama mun
sum fótbóltsfelagið livir
upp til navnið FS Vágar.
Genturnar koma úr Sanda-
vági, Miðvági og Sørvågi,
og ein býr í Bø. So tey taka
á við Ørnini í allari oynni.
Tríggjar av gentunum
vóru við í fjør, tvær hava
ongantíð róð áður, og tvær
hava róð áður, men vóru
ikki við í fjór. Onnur teirra
er Arnleyg Haraldsen, sum
var við í 1993, 1994 og í
1995.
Kiksaðu
Tá tær í Ørnini fóru á jóan-
søku, var tað við kensluni
av, at tær í teimum báðu
fyrstu FM róðrunum ikki
høvdu fingið tað burturúr,
sum tær hildu seg hava í
sær.
— Vit hava gjørt nógv við
venjingina, og tí er tað
harmuligt fyri okkum, at vit
ikki hava fingið meiri burt-
urúr fyrr í ár. Vit lógu væl
fyri á norðoyastevnu, og í
Hósvík vóru vit fremstar ein
fittan tein, men so kiksaði
nakað. Eg vil ikki siga akk-
urát, hvat tað var, men tað
hevði nakað við taktikkin at
gera. At taktikkurin kiksar
kann hava við sær, at sjálvs-
álitið minkar til næstu kapp-
ing, og tí var tey fínt, at alt
riggaði hesa ferð, sigur báts-
formaðurin á Ørnini.
Kappingin
Havfrúgvin var fremst
fyrstu løtuna á Tvøroyri,
men tá hálvt málið var rógv-
ið, var Ørnin meiri enn eina
hálva bátslongd fremst, og
eina løtu vóru vágagentur
leysar av hinum bátunum.
Vestmannagentur og
klaksvíksgentur bjóðaðu av,
og fingu fatur í aftur Ørnini,
sum hevði verið leys av hin-
um bátunum, men í sjálvum
spurtinum høvdu tær um-
borð á Ørnini mestu orkuna,
> lg! nr
bun 7 #42 PA.
A
Hesaferð gjørdust vestmannagenturnar ov stuttar. Tær taptu fyri »grannunum«
17
úr Sandavági, og skulu nú til at kýta seg enn meir um tær ætla at vinna FM. Tí-
verri fingu vit onga mynd av Ørnini. Vit biðja reðararnar halda okkum tilgóðar
og á málinum vóru tær eina
bátslongd fremstar, og har-
við hava tær sjålvar møgu-
leikan at gera av, um tær
skulu vinna triðja FM heitið
á rað ella ikki.
Tað er merkisvert, at Fíp-
an Fagra endaði á triðja
plássi. Genturnar í Klaksvík
eru einasta manningin úr
Norðoyggjum, og tað hevur
gingið støðugt framá hjá
teimum. Men á jOansøku
var um reppið, at tær als
ikki vóru við í kappingini.
Finaluróðurin hjá gentunum
var næsti róðurin aftaná
dreingjaróðurin. Hetta var
lagt soleiðis til rættis, fyri
at tað ikki skuldi vera neyð-
ugt at flyta fasta startin fleiri
ferðir millum eitt túsund og
fimtan hundrað metra mál-
ið. Fleiri bátar luttóku bæði
í kappingini hjá dreingjum
og gentum, og tí tók tað eina
góða løtu, áðrenn bátarnir
komu út á málið.
Tá dómarin var um at
vera klárur at senda bátarnar
avstað, var Fípan Fagra ikki
komin út til fasta startin.
Klaksvíksgentur, sum ikki
høvdu bíðað eftir dreingja-
róðrinum (klaksvíksdreing-
ir vóru ikki við í róðrinum),
fingu fatur í endan, og so
varð skotið latið av. Í staðin
fyri at hyggja at, meðan hin-
ir bátarnir kappaðust — dóm-
arin hevur heimild at senda
bátarnar avstað, sjálvt um
onkur bátur ikki er komin
út á málið — so endaðu tær í
Fipuni Føgru á triðja plássi,
og tað var kærkomið fyri
kappróðurin í Klaksvík, og
kanska fara úrslitini hjá
gentunum har norðuri at
vera við til at kveikja áhug-
an fyri róðrinum aftur. jh
Havfrúgvin á veg móti FM
5-mannafør dreingir: Vágsdreingir geva kollfirðingum
kapping um næstfremsta plássið
Síðani 1973 hevur tað verið
kappast um FM í kappróðri,
soleiðis sum tað verður
gjørt í ár. Vinnarabåturin
fær sjey stig, næstfremsti
báturin fimm stig, triðji bát-
urin fær fýra stig og so víð-
ari.
Vestmannadreingir hava
vunnið allar róðrarnar hig-
artil, teir eru sjey stig undan
næstfremsta bátinum, og tá
róðurin hjá dreingjunum al-
tíð er tann fyrsti, sum tað
verður kappast í, so bendir
alt á, at vestmannadreingir
vera fyrstu FM vinnarar í
ár. Tað skal vilja heilt væl
við hjá teimum, og tað skal
ganga illa hjá kappingar-
neytunum, um Havfrúgvin
longu komandi leygardag
skal vinna FM, men um teir
á pappírinum ikki kunnu
rópa seg sum FM vinnarar,
tá teir fara úr Fuglafirði, so
fer sigur á varmakeldu at
gera, at í veruleikanum fer
eingin at kunna skala teim-
um.
Havfrúgvin við dreingja-
manning hevur ongantíð
vunnið FM síðani 1973. Frá
1964 og fram til 1972 varð
skipað fyri einum FM róðri.
Hann plagdi at vera eina
ferð aftaná Olavsøku, og tå
kundi tað koma fyri, at ein
manning, sum ongan róð-
urin hevði vunnið á stevnu-
num vann FM róðurin.
Hetta var hildið ikki at vera
heppið, og fyri at gera
spenningin í stevnuróðrun-
um størri var farið til skip-
anina, sum nú er galdandi.
Undir gomlu skipanini var
Havfrúgvin eina ferð FM
vinnari. Tað var í 1967.
Kappingin
Tað verður nógv tosað um,
at eysturoyingar lítla og
onga kapping fáa í 10-
mannafarsróðrinum. Størsta
kappingin kemur frá vest-
menningum, og tað kann
væl hugsast, at teir, sum
higartil hava vunnið allar
róðrarnar í kappingini mill-
um 5-mannafør við dreingj-
amanningum, komandi ári-
ni fara at bjóða hinum
manningunum i størru bát-
unum av, tí teir eru fleiri av
vestmannadreingjunum,
sum komandi ár verða ov
gamlir at rógva við Hav-
frúnni, og tað vil siga, at teir
verða fyltir 18 ár, áðrenn 1.
mai i ár 2000.
Havfrúgvin var fremst
allar túsund metrarnar á jó-
ansøku. Fyrstu løtuna fingu
teir kapping frá Kolli og
Drekanum, men havnar-
dreingirnir duttu afturav,
meðan vágsdreingir um-
borð á Royndini Fríðu vóru
teir drúgvastu í kappingini
um næstfremsta plássið.
Havfrúgvin var eina løtu
leys av hinum bátunum,
men á málinum var fjar-
stødan aftur til Royndina
Fríðu ikki ein full báts-
longd.
Munurin frá Royndini
Fríðu og aftur til hinar bát-
arnar var stórri, og tað var
glopp í millum Tjaldrid,
sum vann seg fram á fjórða
plássið, og Junkarin á fimta
plássinum. Kvívíksdreingir
vunnu FM i fjør, men hig-
artil í ár hava teir verið heilt
fridarligir. Tey bæði stigini,
sum teir fingu á Tvøroyri,
vóru tey fyrstu, teir hava
vunnið í ár. jh
CAVE Á Høvudsstudulin hjá OYGGJALEIKUNUM "99
www.ol.fo