Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-30, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. juni 1999síða 18

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

18 Tær eru treiskar umborð á Jarnbardi 6-mannafør kvinnur: Tær umborð á Gongurólvi vóru uppsettar og tjóvstartaðu, men hóast tær bjóðaðu av, so megn- aðu tær ikki at fáa fatur á knørrakvinnum tíðindablaðið Høvudsstadurin er eina ráð- andi í kvinnukappingini. Tað varð enn eina ferð sligið fast á joansøku, tá bátarnir hjá Havnar Róðrarfelag og Argja Róðrarfelag vóru næstir bátinum hjá Róðrar- felagnum Knørri. Tað var sjón fyri søgn, at tær umborð á Gongurólvi Kvinnurnar umborð á Jarnbardi hava gjørt „reint borð< í kappingini higartil, og tí eru tær klárt fremstar í kappingini um Føroyameistaraheitid. NR. 121 - 30. JUNI 1999 hesa ferð so ógvuliga fegnar vildu basa grannunum um- borð á Jarnbardi. Gongur- ólvur leyp avstað, tá dóm- arin heyði rópt klárar, og so var gula kortið á lofti. Tá tað eydnaðist at fáa bátarnar avstað, soleiðis sum tað eigur at verða gjørt, hevði Jarnbardur besta start- in. Riddarin úr Miðvági hekk uppi í eina løtu, men so orkaðu tær ikki at fylgja við, og tá hálvt málið var rógvið, var munurin frá Jarnbardi og aftur til hinar bátarnar ein lítil bátslongd. Men so gjørdu tær umborð á Gongurólvi eina orduliga roynd fyri at vinna fremsta plássið. Tað så út til, at møg- uleiki var fyri, at tað skuldi eydnast, men tær á Jarn- bardi vóru treiskar, svaraðu aftur, og tá bátarnir komu inn móti málinum, var Jarn- bardur leysur av hinum båt- unum. Tær umborð á Gongu- rólvi fóru eitt sindur niður í ferð, tá tað ikki eydnaðist teimum at taka fyrsta pláss- ið, og á málinum var um reppið, at tær umborð á Lómi tóku næstfremsta plássið. Á málinum var fjar- stóðan millum Gongurólv og Lóm bara 0,05 sekund. Jarnbardur hevur vunnið allar róðrarnar, sum hava verið higartil, og tað er ilt at ímynda sær, at nakar skal skala tær í FM kappingini. jh Avbjóðingin kemur frá grannunum 6-mannafør menn: Men hóast kollfirðingar, hósvíkingar og tvær manningar av Skálafjørðinum gjørdu sítt ítarsta, so vístu teir í Hvalvík/Streymnesi øllum hóttanum frá sær Tað tóktist næstan sum um teir umborð á Kollfirðingi gjørt av, at téir skuldu royna taktikkin hjá teimum umborð á Eystur- oyingi soleiðis at skilja at nøvcu tad råddi um at leypa frå hinum båtunum beinanveg- in, og tá tað var eydnast, so ráddi um at halda tørn. Tað eydnaðist hjá Koll- firðingi at leypa frá hinum bátunum beinanvegin. Tá hálvt annað hundrað av teimum fimtan hundrað metrunum vóru lagdir afturum, var Kollfirðingur eina hálva bátslongd frammanfyri hinar bátarnar, og tann hálva bátslongdin gjørdist eina lítla løtu til triggjar fjórðingar av einari bátslongd, og Gongurólvur royndi at hanga í. Men so var tað, at teir umborð á Hvessingi so at siga slerdu nevan í borði. Fremsta plássið tykjast teir at eiga rætt til. Tá seks- mannafgrini fóru um túsund metra málið var Kollfirð- ingur framvegis fremstur, men so var lánitíðin úti, og leikluturin hjá kollfirðing- um minti ikki sørt um hann hjá teimum, sum í kapp- renning verða nevndir har- ur, soleiðis at skilja at teirra uppgáva er at seta ferð á, og tá teir, sum plaga at vinna, eru komnir upp í ferð, skulu hinir gevast at lata fremsta plássið frá sær. Kollfirðingur hekk uppii, og úrtókan var eitt fjórða pláss, men Hvessingur var støðugur og drúgvur. Strål- an hevdi ein góðan róður, kappingin við Hósvíking um næstfremsta plássið var tøtt, men tað eydnadist Stráluni við heilt lítlum muni at gerast næstfremst. Tá bátarnir nærkaðust málinum royndu bæði strandingar og hósvíkingar at leggja alt í fyri at hótta Hvessingin, men tað eydn- aðist ikki. Kortini hevur munurin onkuntíð verið greiðari, enn hann var hesa ferð. Hvessinur var eina lítla bátslongd undan teimum báðu næstu bátunum. Hvessingur er ellivu stig undan næstu bátunum, og munurin er stórri, enn hann er í nakrari aðrari av kapp- ingunum. Alt bendir sostatt á, at Hvessingur skal vinna FM heitið, sum teir í fjør læntu Snopprikki og í 1996 læntu Gongurólvi. Hvess- ingur hevur vunnið FM øll hini árini síðani 1993. jh Málið er at endurvinna meistaraheitið 8-mannafør: Umborð á Argjabåtinum halda teir, at møguleikarnir eru góðir at basa Ørvi, sum fyri fyrstu ferð í ár ikki vann Leygardagin vann Argjabát- urin fyri fyrstu ferð í ár. Ørvur hevur vunnið hinar báðar róðrarnar, men teir umborð á Argjabátinum rokna framvegis við møgu- leikanum, at teir kunnu end- urvinna FM heitið. Í fjór var kappingin mill- um B8-mannaførini | tøtt. FOROYAICLE T Fleiri bátar vunnu, og Argj- abáturin vann bara eina ferð — tað var á norðoystevnu. Men argjamenn vóru mest stødugir, og tí vunnu teir FM. — Vit eru tvey stig aft- anfyri Ørv, og vit rokna av- gjørt við møguleikanum, at vit kunnu sleppa framum Ørv. Bæði í Klaksvík og í Hósvík høvdu vit vånaligan start, og vit høvdu báðu ferðirnar kensluna av, at vit ikki høvdu fingið tað burt- urúr, sum vit høvdu í okk- um. Hetta sigur Høgni Laur- itsen, bátsformaður á Argj- abátinum. Hann hevur róð í fimm ár, og hetta er annað árið, at hann er við Argja- bátinum. Tað eru fýra argja- menn umborð, og so koma hinir úr Havnini og aðra staðni frá. Elsti maður er 27 ára gamal, og hinir eru úr 18 árum og upp í 22 ár. Teir hava allir drúgvar royndir í kappróðri. Høvudsstudulin hjá OYGGJALEIKUNUM “99 Ørvur er ikki longur einaráðandi hjá 8-mann- aførunum. Grannarnir av Argjum fingu endiliga so nógva ferð á bátin, at teir vunnu á Ørvi. Við hesum er alt meira opið í kappingini um FM — Vit fóru í bátin longu 10. apríl. Fyrstu vikurnar ráddi tað um at fáa årablør- urnar burtur, og síðani flaggdagin hava við vant nógv. Tað er hugaligt at rógva, nú tað eru kappingar hvønn leygardag. Nú venja vit bara tvær ferðir um vik- una. Triðja kvøldid fara vit ein lítlan túr, og so vaksa vit bátin og gera klárt til næstu kaping, greiðir báts- formaðurin frá. Argjafólk eru spent, og måttøkan í neystinum er al- tíð góð, men sjálvandi var lagið serliga gott leygar- kvøldid, tá tey ótu smyrji- breyð í neystinum, tí hetta var fyrsta ferðin, at FM vinnarin vann síðani á norð- oyastevnu í fjør. Fleiri kappast Miðvingur vann tvær ferðir í fjør, og á Tvøroyri fingu miðvingar ein góðan start, og teir vóru næstu kapping- arneytarnir hjá Argjabátin- um á málið. — Hesa ferð var starturin hjá okkum og Ørvi umleið tann sami. Miðvingur lá væl innanfyri okkum, og tá vísningurin móti havnalag- num var rættuliga skeivur vistu vit ikki, um vit høvdu vunnið ella um vit vóru næstfremstir, og tú kanst ætla, at lagið var gott, tá boðini komu um, at vit høvdu bast midvingum, sig- ur Høgni Lauritsen. Bátsformaðurin trýr uppá, at tað fer at bera til hjá teimum at vinna á Fugl- afirði, men hann roknar við harðari kapping: — Ørvur fer at gera alt fyri at fáa fatur á okkum aftur, Miðvingur visti á Tvøroyri, at hann er væl fyri, og so rokni eg við, at Víkarbáturin fer at vera drúgvur. Víkarbáturin fekk gult kort, tí teir tjóvstartaðu eina ferð. jh www.ol.fo