mikudagur 30. juni 1999síða 19
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
er
NR. 121 - 30. JUNI 1999
Tað verður bara kappast
um næstfremsta plássið
tíðindablaðið
19
10 mannafør: Eysturoyingur var enn eina ferð sannførandi, og havnarmenn tykjast hava tapt fyri vestmenningum
í kappingini um næstfremsta plássið
Tað verður til endurtøku
omaná endurtøku, tá tað
skal sigast frá gongdini í
kappingini millum tíggju-
mannafør. At brúka hugtak -
ið kapping er at gera ov
nógv av, tí heldur ikki á jó-
ansøku var talan um kapp-
ing um fremsta plássið.
Eysturoyingurin legði seg
beinanvegin framum hinar
bátarnar, og sjálvt um mun-
urin ikki alla tíðina var eins
stórur, so var tað ongantíð
nakar sum helst ivi um, at
Eysturoyingurin fór at
vinna triðja FM róðurin í ár,
og at báturin, sum fyri
fyrstu ferð luttók í fjør, fór
at vinna níggjunda róðurin
út av níggju, sum hann hev-
ur luttikið í.
Eysturoyingar rógva ikki
seigan, men teir eru heldur
ikki títtir alla tíðina. Stutt
úr málinum tóku teir aftur
hesa ferð eini tjúgu spurt-
tók, so báturin fór uppaftur
meiri upp í ferð. Hetta varð
ikki gjørt, tí teir á nakran
hátt kendu seg hóttar, men
spurturin staðfesti, hvussu
sannførandi teir eru, og tað
ber væl til at ímynda sær, at
fullkomna yvirvágin hjá
vinnarabátinum ger, at álitið
hjá hinum á, at tað skal bera
til at taka fjarbúgvarnar,
svinnur burtur í einki.
Komandi leygardag í
Fuglafirði verður aftur róð
tvey túsund metrar, og tað
man vera lítið at ivast í, at
gongdin fer at líkjast henni,
sum hevur verið tríggjar tær
fyrstu stevnurnar. Í Sanda-
vági annan leygardag og á
6lavsøku verður róðrartein-
urin bara eitt túsund metrar,
og tá fæst at síggja, um nak-
ar av hinum kann hótta
Eysturoyingin.
Vestmenningur
er næstbestur
Róðurin á joansøku bar boð
um, at vestmenningar eru
teir stinnastu í kappingini
um næstfremsta plássið. Frá
tí at tað flaggdagin varð far-
ið undir róðrarárið varð
roknað við, at Havnarbát-
urin skuldi verða ein hóttan
móti FM vinnarunum í fjør,
men tað eydnaðist ikki hjá
teimum á norðoyastevnu og
á Sundaldagsstevnu, og av-
rikið hjá Havnarbátinum á
jOansøku boðaði frá, at tað
skulu broytingar til, um teir
skulu vera nøkur hóttan.
Vestmenningar vóru sær
sjálvum líkir og høvdu eima
eitt sindur trilvandi byrjan,
men tá teir høvdu fingið
ferð á bátin var skjótt, at teir
uttan trupulleikar løgdu
Havnarbátin afturum seg,
Vestmenningar kýta seg,
men frammanfyri teir er
Eysturoyingur, sum var
klárt fyrstur um málið. Í
kappingini um annað
plássi sær út til at
vestmenningar nú hava
fótað sær
og tað var øØrvisi, enn
gongdin var í Hósvík, har
vestmenningar og havnar-
menn leingi togaðust um
næstfremsta plássið.
At havnarmenn so dygg-
iliga taptu kappingina móti
vestmenningum tóktist eina
løtu hava við sær, at Havn-
arbåturin skuldi detta longur
aftur í rødini, men í síðsta
enda høvdu teir orku til at
halda seg á triðja plássinum
Kjølur luttók fyri fyrstu
ferð í ár. Teir royndu at
hanga uppii fyrstu lotuna,
men teir vóru ikki nóg
treystir, Nólsoyingurin
megnaði ikki meiri hesa
ferð, enn hann hevur megn-
að á undanfarnu stevnum,
og fyri suduroyingar mundi
tað ivaleyst kennast sum eitt
sindur av einum vónbroti,
at nýggi Suðuroyingurin
ikki megnaði at blanda seg
í kappingina millum teir
næstfremstu. jh
Vestmenningarnir eru ikki komnir í hæddina
10-mannafør: Vestmenningar ásanna, at tað verður tor-
ført, men teir trúgva framvegis uppá, at tað kann lata seg
gera at koppa båtinum, sum vinnur hvørja ferð
Eysturoyingarnir hava sagt,
at teirra mál er at vinna allar
róðrarnar í ár og harvið at
seta met, tí eingin annar bát-
ur hevur higartil vunnið all-
ar róðrarnar tvey ár á rað.
Róðurin á Tvøroyri visti,
at um nøkur hóttan skal
vera, so skal hon koma úr
Vestmanna. Jan Johannesen
er bátsformaður umborð á
Vestmenninginum. Hann
hevur verið við síðani 1990,
og tað vil siga, at hann hev-
ur verið við til at vunnið
nógvar sigrar, bæði teprar
og eisini sannførandi sigrar.
Vestmenningurin hevur ver-
ið frammarlaga í 1994, í
1995 og í 1997, og tey bæði
seinast nevndu árini vunnu
teir FM.
Í ár og í fjór hevur Eyst-
uroyingur verið í einum
flokki fyri seg sjálvan. Báts-
formaðurin á Vestmenningi
heldur, at stóðið hjá Eyst-
uroyinginum hesi bæði árini
minnir á tað, sum Skálabát-
urin og Vestmenningurin
vóru á í 1994 og í 1995:
— Tað sigur ikki altíð so
nógv at sammeta kappróðr-
artíðir, tí veður og vindur
hevur so nógv at siga, men
eg haldi, at stødid hjá Eyst-
uroyingi í fjør og í år og
tað, sum vit vóru á í 1994
og í 1995 minnir ikki so lítið
um hvørt annað. Munurin
er sjálvandi, at hesi bæði
árini var spenningur í alla
tíðina, tí vit vóru tveir bátar,
sum vóru tættir og kappað-
ust, meðan eysturoyingar nú
eru einsamallir, og fyri
kappingina er tað spell.
Ymiskar fyritreytir
Sambært bátsformannin á
Vestmenninginum er tað
stórur munur á, hvussu tað
kennist at rógva:
— Tá eg minnist aftur á
sigrarnar, sum vit hava
vunnið, so var tað viðhvort
soleiðis, at vit høvdu ein
vánaligan start, og kortini
megnaðu vit at stríða okk-
um fram á fyrsta plássið. Og
aðrar ferðir vóru vit á odda
allan vegin. Í hesum sam-
bandinum minnist eg ser-
liga norðoyastevnuna í
1994, tá vit komu framum
hinar beinanvegin og vóru
tjúgu sekund fyrr á mál enn
næstu bátarnir. Og eg má
siga, at tað er stórur munur
á, hvussu tú kennir mødina.
Tá tú ert fremstur alla tíðina
og hevur tak á støduni,
brúkar tú nógv minni orku,
enn tað verður brúkt, tá tú
skalt arbeiða teg upp, og tað
er henda fyrra stødan, sum
teir á Eysturoyingi hava
verið í á hvørjari stevnu í
fjør og i ár.
Båtsformadurin å Vest-
menningi, sum er annar av
lærmonnunum åsannar, at
tað verður ómetaliga torført
at gera nakað við Eysturoy-
ing, men hann heldur ikki,
at tað er púra Omøguligt:
— Um vit sjálvir ikki rokn-
aðu við møguleikanum, so
hevði tað ikki verið nøkur
meining í at kappast. Vit
hava havt støðuga fram-
gongd. og eg haldi ikki, at
vit í ár hava rokkið tí, sum
eg rokni við, at vit kunnu
rókka. Hetta kemst av at
fyrstu vikurnar vóru eitt
sindur baldrutar. Ein maður
gekk skaddur, og tí gekk
ikki nakað serligt við venj-
ingini. Tað sást aftur í av-
rikinum á norðoyastevnu,
men síðani tá hava vit vant
nógv og regluliga, og tað
hevur sást á avrikunum. So
er spurningurin, um vit
kunnu betra okkum so mik-
ið, at vit kunnu hótta Eyst-
uroyingin, men skulu vit
gera tað, so skulu vit gerast
væl betri, enn vit hava ver-
ið.
Starturin
Eysturoyingur hevur ong-
antíð ikki verið fremstur.
Starturin er hvørja ferð góð-
ur, og hinir bátarnir hava
higartil ikki megnað at
vunnið tað innaftur, sum teir
hava mist í startinum.
Vestmenningar eru ofta
vánaligir á fyrsta teininum.
Teir hava ofta megnað at
vunnið tað aftur, sum teir
hava mist í startinum, men
tað hava teir ikki í år:
— Vit eru greiðir yvir, at
hatta hevur verið veikleikin
hjá okkum, og vit royna at
arbeiða við startinum, tá vit
venja. Vit ætla okkum og
vit vóna, at vit fara at fáa
ein betri start í Fuglafirði,
og sjálvandi vilja vit ikki
detta afturum Eysturoyingin
beinanvegin, men nú fáa vit
at síggja, hvussu tað fer at
tørna út. Royndirnar siga í
hvussu so er, at Eysturoy-
ingurin verður torførur at
basa, um hann sleppur leys-
ur beinanvegin.
Báturin
Tað hevur verið tosað nógv
um, hvussu stóran týdning
tað hevur, at eysturoying-
arnir hava ein nýggjan og
lættan bát. Vestmenningurin
er í ár 30 ára gamal, men
bátsformaðurin á Vest-
menningi heldur ikki, at so
nógv skal leggjast í, at tað
eru 28 ár á muni millum
bátarnar.
— Hugurin er kanska eyka
góður at rógva, tá báturin
er nýggjur. og tað hevur
sjálvandi nakað at siga, at
báturin er lættur. Men úrs-
litini í ár hava víst okkum,
at báturin er bara ein lítil
brotpartur av orsøkini. Á
jóansóku royndu teir á
Tvøroyri seg við einum
FOROYARSELE GE Fa:
nýggjum Suðuroyingi, og
Kjølur er eisini ein nýggjur
bátur, men hjá hvørgum
hesum bátunum gekk tað
nakað serligt, og frágreið
ingin má vera, at manning
arnar umborð á hesum báð
um bátunum eru ikki so væl
fyri, sum teir td. eru um -
borð á Eysturoyinginum,
staðfestir bátsformaðurin á
Vestmenningi. og harn
heldur fram:
— Sjálvandi hevði tað ver-
ið spennandi hjá okkum at
roynt okkum umborð á ein-
um nýggjum báti, men eg
dugi onga orsøk at sizgja
til, at vit skulu geva okkara
báti skyldina fyri, at vit ikki
hava vunnið í ár. Vestmenn-
ingur hevur vunnið nógv
undanfarin år, og orsøkin til
at vit ikki hava vunnið í fjør
og í ár hevur fyrst og fremst
verið, at manningin umborð
á Eysturoyingi hevur verið
betri fyri, enn vit hava verið
Tað er hetta, sum tað er upp-
gávan hjá okkum at gera
nakað við, og um tað fer at
eydnast fæst at vita, tá Vit
komandi vikuskiftinum fara
at kappast. jh