hósdagur 1. juli 1999síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Fyri góðari viku
síðani kom út floga,
sum inniheldur 15
av teimum best um-
tóktu løgunum í før-
oyskari tónleika-
søgu. Fløgan ber
heitið “Komið oll
við"
Terji Nielsen
Øll kenna vit til allar hesar fløgurnar,
sum eru uppsamlingsflogur við nógv-
um av teimum best umtóktu løgunum
kring knøttin. Nøvn sum Absolute
Music, NOW og Let's Dance vid einum
nummari aftan fyri, liggja stødugt ovar-
laga á tindunum yvir mest seldu fløgur
her heima. Nú hava foroyingar so á
fyrsta sinni givið út eina flogu við nøkr-
1
Yngd nr. 25
I. juli 1999
2. árg.
UNG 99:SOSIALURIN
um av teimum best umtóktu foroysku
løgunum gjøgnum tíðirnar. Fløgan ber
heitið, Komið oll við, og tað er Studio
Pegasus í Klaksvík og Plátufelagið
Tutl, ið standa fyri útgávuni.
Gamlir og nýggir slagarar
Tað er ein góð blanding av bæði goml-
um og nýggjum slagarum, sum eru við
á floguni.
Elsta lagið á fløguni er Heimkoman
hjá Faroe Boys frá 1964, men onnur
gomul log eru eisini við. Nevnast
kunnu eitt nú Svarti Ravnur hjá Kræk-
lingum frá 1976, Komið øll við hjá
Straight Ahead er frá 1975, Bad
Dream hjá Hjarnum er frá 1978 og
Lisa hjá Harkaliðnum er frá 1970.
Millum tey nýggjaru løgini á fløguni
eru Nakað Lort av Skeyk-fløguni, eins
og Flakkarin sum íslendski bólkurin
Papar við James Olsen á odda standa
fyri.
Fyrsta lagið á floguni er slagarin,
Skúlin er livur, sum næmingar á For-
oya Handilsskúla á Kambsdali av
fyrstan tíð spældu inn í 1992. Í sam-
bandi við útgávuna av hesi fløguna er
lagið innspælt av nýggjum, og nú er
tað ársins songrødd frå í fjør, Arnfríð
Lútzen úr
Klaksvík, ið
syngur lagið,
meðan næm-
ingar úr 9. og
10. flokki í
skúlanum á
Ziskatroð
syngja kór
saman við
Jógvani Han-
sen, sangara
í Aria.
Ein
familjufloga
Tá ið man hevur lurtað eftir floguni,
kemur ein til ta niðurstøðu, at her er
talan um eina familjuflogu. Á floguni
eru fleiri løg, sum ung dáma sera væl
at lurta eftir, og haraftrat eru tað eisini
fleiri log, sum foreldrini minnast frá
teirra ungu døgum, tá ið tey sjálvi
gingu í dans.
Hendan blandingin av bæði gomlum
og nýggjum fløgum ger, at fløgan
kann røkka út til ein breiðan part av
Foroya fólki. Tær flestu av teimum
uppsamlingsflogum, sum vit kenna frá
útheiminum, innihalda bert log frá ein-
Fre
Tatovørur
å vitjan
um stuttum tíð-
arskeiði við bert tí
eina slagnum av
tónleiki, sum bert
ein partur av
fólkinum dámar.
Tað er Steintór
Rasmussen, ið
hevur savnað løg-
ini saman, við
hjálp frá Niclas
Hera Jákupssyni.
Fyri tí tokniliga
hava Finnur Han-
sen og Jónsvein
Heinesen staðið.
Vónandi fer flogan at fáa eina góða
móttoku, so at ein onnur líknandi fløga
kemur út, tí enn eru nógvir góðir slag-
arar eftir á goymslu, og tað er eisini
avmarkað, hvussu nógv log rúmast á
eini flogu.