Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-01, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. juli 1999síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

16 Yngd nr. 25 - 1. juli 1999 ; Tattovorur á vitjan Seinastu tvær vikurnar hevur danski tatovorurin, Dann Haick, verið á vitjan í Foroyum, og hann sigur seg hava havt heilt fitt at gera við at lit- prika føroyingar Terji Nielsen Myndir: Jens Kr. Vang Tað er blivið sera væl umtókt millum foroyskar ungdómar, av báðum kyn- um, at fáa sær eina tatovering. Fyrr var tað so, at tað næstan bara vóru sjómenn, ið høvdu tatoveringar, men nú er stoðan ein heilt onnur. Fleiri og fleiri foroyingar fáa sær tatovering, og tað er næstan líka nógv konufólk sum mannfólk, ið fáa sær eina slíka. Gekk striltiå í fyrstuni Teir seinastu 14 dagarnar hevur danski tatovørurin, 29 ára gamli Dann Haick úr Horsens, verið á vitjan í Før- oyum. Meðan hann hevur verið her, hevur hann lænt hølir frá FC-Búðini, og har hevur hann so sitiå og litprikað foroyingar. Hendan seinnaparin Yngd vitjar danska tatovørin, situr hann og tatoverar ella litprikar havnarmannin Johan F. Mouritsen, ið skal hava tvær tatoveringar hendan seinnapartin. Dann Haick sigur, at teir fyrstu dagar- nar gekk tað eitt sindur striltið, tí tað tóktist, sum um fólk fyrst skuldu síggja, um hesin tatovørurin dugdi til nakað. So líðandi gekk tað betur og betur, og nú hesar seinastu dagarnar hann vitj- ar, hevur hann heilt fitt at gera. Bara hesa lotuna, meðan Yngd vitjar, koma eini fimm fólk inn á gólvið at biða um tíð ella forvitnast. Tatoverað í fýra ár Tá ið vit spyrja Dann Haick, nær og hvussu hann byrjaði at tatovera, sigur hann: - nakrir vinmenn hjá mær hovdu sær nakrar tekningar, ið eg hevði gjørt, og hildu tær vera vakrar. Teir spurdu meg, hví eg ikki fór at royna meg sum tatovør. Hetta umhugsaði eg leingi, og fyri fýra árum síðani fór eg so at royna meg. - Hvussu endaði tú so í Foroyum? - Ein feroyskur vinmaður hjá mær, Brandur, spurði meg, um eg ikki heyði hug til at koma til Foroya at tatovera, og tað helt eg sjálvandi ljóðaði sera áhugavert, og nú havi eg so verið her í tvær vikur. Eg skal avstað aftur fríggja- dagin, so seinasta freist at fáa eina ta- tovering er hósdagin. - Hvat er tað fyri myndir, sum førøy- ingar vilja hava tatoveraðar á sín kropp? - Tað, sum eg havi tatoverað mest her í Føroyum, er armbond. Eisini havi eg tatoverað nógvar blómur. Onkur einkultur, sum til dømis Johan her, er komin við egnum tekningum, sum tey vilja hava meg at tatovera. - Hver er lognasta tatovering, sum tú hevur gjørt, meðan tú hevur verið her í Føroyum? - Tað er trupult at síga, men allarhelst er tað hendan daman, sum vendir á hevdinum, ið eg siti og geri beint nú. Sjáldan at fólk angra Vit prátaði víðari, og Dann Haick greiðir frá, at tað er ógvuliga sjáld- samt, at fólk fáa kaldar fotur, meðan man situr og tatoverar teimum. Um hetta hendir, so er ikki so nógv at gera, tí tað sær rættuliga býtt út, um man hevur eina hálva tatovering á arminum. Tá er heldur frægast at gera tatoveringina lidna ella í hvussu so er karmin til tatoveringina. Sjálvur sigur Dann Haick, at tíbetur hevur hann bert upplivað hetta nakrar heilt fáar ferðir. Um onkur kemur við eini gamlari tato- vering og vil hava hana burtur, hetta er rættuliga vanligt, so kann man leggja eina nýggja út yvir ella bara leggja litir á - strikast kann hon ikki! Dann Haick greiðir frá, at tað vísir seg eisini, at tey allarflestu fólkini hugsa seg sera væl um, áðrenn tey fáa sær eina tatovering. Tey kofa inn at hyggja eftir umstoðunum, síðani geva tey sær góðar stundir til at velja eitt motiv, áðrenn tey fara heim, og so bíleggja tey sær eina tíð til at fáa tatoveringina gjørda. Í Danmark hava tatoveringar ongan- tíð verið so vælumtóktar sum júst nú, sigur Dann Haick og teimum flestu