Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-01, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. juli 1999síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

størru býunum í Danmark eru einir tveir tatovorar. Ójavnt hvussu nógv er at gera Sum við so nógvum ødrum vinnum, so er tað ógvuliga ójavnt. hvussu nógv ein tatovørur hevur at gera tær ymsu ársins tíðir. Dann Haick sigur, at mest er at gera um veturin, og hetta ljóðar kanska eitt sindur logið, tí ein skuldi trúð, at nógv var at gera um summ- arið, tå ið fólk ganga lættari ílætin og hava størri møguleika fyri at vísa eina tatovering fram. So er íkki, og ein av orsøkunum til hetta er, at tå ið tú hevur fingið tær eina tatovering, skal tú ikki sóla tær ella svimja í tvær vikur. Búkurin er eymast og dýrast Ójavnt er, hvussu nógv ein tatovering kostar. Dann Haick sigur, at ein tato- vering kann kosta ymiskt, alt eftir hvar á kroppinum hon skal sita. Av tí at búkurin og innarsíðan og lørini eru truplast at tatovera, eru tað eisini júst hesi stoð, ið eru mest kostnaðarmikil at fáa litprikað. Dann Haick sigur, at serliga búkurin er sera pínufullur at fáa tatoveraðan. H | | Biligasta tatoveringin, sum Dann Haick ger i Føroyum, kostar 650 krónur, meðan tær dýrastu kosta fleiri tús- und krónur. Danski tatovørurin fer, sum áður nevnt, aftur ti} Danmarkar fríggjadagin, men íkki er óhugsandi, at hann kemur aftur á ólavsoku. - Tær flestu eru persónligar Meðan Yngd vitjaði Dann Haick, bleiv havnarmaðurin Johan F. Mouritsen tatover- aður. Hann hevur sjálvur teknað báðar tatoveringarnar, sum danin gav honum Terji Nielsen Hann situr stillur og sigur ikki eitt orð. Tú sært ikki á honum, at hann í løtuni blívur tatover- aður, tí einki andlitsbrá er, sum gevur tekin um, at hann fær ilt. Triðja og fjórða tatoveringin Johan Mouritsen úr Havn fær sína triðju og fjórðu tatovering gjørda av Dann Haick, meðan Yngd er á vitjan. Tann triðja er ein rósa, sum er gjørd fyrr, men sum Dann Haick nú fríðkar um og leggur litir á. Tann fjórða er ein dama, sum vendir á hovdinum. - Hvat hava hesar tatoveringar at síga fyri teg, Johan? - Tær hava nógv at siga, tí eg havi sjálvur teknað báðar, sum eg fái nú, umframt tí einu, sum eg havi frá fyrr av. Tær flestu av tatover- ingunum eru eisini persónligar. - Nú hevur tú fingið tær eina rósu á økslina og eina damu, sum vendir á høvdinum, longri níðri á arminum. Hvat merkir hetta? - Rósan er nakað, sum man ofta gevur eini | damu, og daman er so rótin til sjålva rósuna. Tískil er samanhangur millum hesar báðar tatoveringar. - Fert tu at fåa tær fleiri tatoveringar? - Ja, tað fari eg. - Nú hevur tú íkki nógv pláss eftir á armunum, hvar skal tann næsta so sita? - Tad veit eg íkki, kanska á bringuni. - At gjalda fleiri túsund krónur fyri eina tatovering, er tað ikki nógv? - Nei, tað er tað ikki, tí tú hevur eina tatovering fyri lívið. - Hvussu er við pínuni? - Hon er yvirkomulig, tí tað er íkki so leingi. 8 YNGD - hvonn mikudag við tí heitasta