Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-01, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. juli 1999síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

A —Á——— NR. 122 - 1. JULI 1999 tíðindablaðið S0S'2. 7 Rógvi Johansen fekk sítt heiðursmerki, men tað var ikki í teirri kappingini hann væntaði áðrenn Oyggjaleik- irnir byrjaðu. Hann var eisini sera fegin um tað, men legði afturat, at hevði samstarvið millum súkklararnar ikki so gott sum tað var, so hevði hevdi neyvan nakar føroyingur fingið nakað heiðursmerki Gotland 99: Rógvi Johansen fekk silvur í landavegskoyringini eftir eitt fram- úrskarandi føroyskt liðavrik, har allir hildu seg til avtalurnar og lyftu hvønn annan upp til fýra oddasessir EMiL L. JACOBSEN OG ÁALVUR HARALDSEN AV GOTLANDI Aftan á einkultstartin í súkklingini sunnudagin var Rógvi Johansen, sum tá var besta boðið upp á eitt før- oyskt heiðursmerki, rætti- liga vónbrotin av at enda á fjórða plássi, tí hann hevði ætlað sær meira. Týsdagin var landavegs- koyringin upp á 126 kilo- metrar, og her vórðu størstu føroysku vónirnar settar til Boga Kristiansen. Men tað varð Rógvi Johansen, sum í staðin vann eitt flott silv- urmerki, eftir eitt framúr- skarandi lidavrik frá før- oysku súkklarunum. Rutan, súkklað varð eftir, var ógvuliga sløtt, og tí vóru ikki stór sannlíkindi fyri, at nakar veruliga fór at skilja seg burturúr. Tá teir vóru komnir nøkulunda í helvt, sleit ein súkklari frá Saar- emaa seg leysan og fór næstan tveir minuttir fram um allar hinar. Men hann varð skjótt tíkin aftur, og nakað áðrenn málið slitu fimm seg aftur leysar frá hinum. Millum hesar vóru tríggir føroyingar: Rógvi Johansen, Bogi Kristiansen og Gunnar Dahl-Olsen. Teir triggir føroysku súkklarar- nir arbeiddu væl saman, og tað var greitt ein fyrimunur, at teir vóru »triggir móti tveimum“, um tað kann sig- ast soleiðis. Tá slakir átta kilometrar vóru eftir, fóru Rógvi Jo- hansen og Andres Laug frá restini, og teir súkklaðu so einsamallir fram móti mál- inum, tað ið eftir var. Enda- spurturin bleiv sera spenn- andi, men tíverri eydnaðist tað manninum av Saaremaa at fara um strikuna beint áðrenn Rógva. Eitt flott silvurmerki til vágbingin, men so stutt frá gullinum, og hóast menn vóru væl nøgdir sum heild, bar til at síggja, serliga hjá venjara- num Jens Glerup, at hann iðraði seg eitt sindur um, at tað ikki bleiv til gull, nú tað var so nær við. Ein stoltur og sera fegin Rógvi Johansen við heið- ursmerkinum hann vann í landavegskoyring - tað sum á Oyggjaleikunum verður nevnt »road- racing« Lesið eisini ítróttin á internetinum WWW.SOSialurin.fo — — OR — So fekk Rógvi sitt heiðursmerki ag.