Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-01, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. juli 1999síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

hann bert ein tiggjund SD EMii L. JACOBSEN OG ÁLVUR HARALDSEN AV GOTLANDI „ tað haldi eg man må at eg heyði i samlaða , eg hevði 120 við at fáa heið tí tað eru sterkir m eru við óru fyrstu orðini hjá føroyska silvurvinnaranum Rógva Johansen, tå vit spurdu hann, um hetta var uppreisn fyri óhepna eink- ultstartin tveir dagar framm- anundan Rógvi var besta vónin um foroyskt heiðursmerki tá, meðan tað fyrst og fremst var Bogi Kristiansen, sum vónirnar vórðu settar til í samlaða startinum ella land- avegskoyringini, sum tað eisini verður rópt. Í staðin bleiv tað Rógvi, sum fekk silvurið og enntá var so sera nær við at fáa gull, tá sam- tíðindablaðið < NR. 122 - 1. JULI 1999 Uppreisn fyri einkultstartin Gotland 99: Rógvi Johansen vann silvur í landavegskoyring- ini og fekk uppreisn fyri miseydnaða einkultstartin, og so var anumkom Tað verður sum oftast so sera taktiskt til síðst, og tað blivu so eg og Andres Laug, sum kappaðust í end- aspurtinum. Tá hálvur tri0i kilometur var eftir, royndi eg at sleppa frá honum, tí eg visti, at um eg skuldi vinna, mátti eg sleppa frá honum nakað áðrenn málið, men hann er so sera spurtsterkur og kom >upp á hjul< beinanvegin, greiddi Rógvi frá. Síðstu átta kilometrarnar vóru tað bert hann og sterki súkklarin av Saaremaa, tað stóð ímillum. Teir koyrdu væl saman og skiftust um at taka leiðsluna og harðasta stríðið, meðan teir fyrireikadu seg upp á endaspurtin, teir vistu fór at koma. Gott lidavrik — Eg og Laug koyrdu væl saman, og Bogi, sum var stutt aftanfyri, hevur allar- apart av einum sekundi frá gullinum helst eisini gjørt eitt gott arbeiði við at bremsa hinum í at koma fram at okkum aftur. Og tað skal eisini sig- ast, at vit koyrdu ónáttúrliga væl saman sum lið, og vit vóru allir alla tíðina við har frammi, sum tað hendi, segði Rógvi. Nakað miðskeiðis í kapp- ingini fór ein Saaremaa- maður - ikki Laug, men ein annar - frá hinum og var eitt skifti einar tveir minuttir framman fyri restina. Men hann bleiv tikin aftur. — Ja, vit høvdu tamarhald á allatíðina. Tað var Laug, sum sendi hann avstað, og tað var týðiligt, at teir royndu at fáa okkum at fara eftir honum og sostatt mød- ast, men eingin fór, tí vit vistu, at vit fóru at taka hann aftur fyrr ella seinni, segði Rógvi. So kom silvurið — Rógvi Johansen segði, at Tá hugsað verður um súkkluúrslitini á Oyggjaleikunum tá teir vóru í Føroyum, , so er tað heilt ótrúliga væl klárað at føroyingar bert 10 ár seinni eiga silvurmerki í landavegssúkkling hann ongantíð fyrr hevur koyrt eina so flata rutu sum ta á Gotlandi týsdagin. — Tað er næstan upplagt, at tað kemur eitt samlað felt á mál, men tað gjørdi tað so ikki, segði Rógvi, sum helt rutuna vera ov bleyta - hon var ikki nóg hørð, og tí var trupult at slíta seg leysan. — Eg hevði væntað, at Bogi fór at gera okkurt í dag, men tað var eitt lottarí, tí allir lógu so tættir. Síðstu 20 kilometrarnar dugdi eg at síggja, at tað bleiv antin eg ella Bogi, sum skuldu fylgja Laug. Tað bleiv so eg, men hinir gjørdu eisini eitt frálíkt arbeiði, segði silvur- vinnarin, áðrenn hann fór upp á sigurspallin at taka ímóti heiðursmerkinum - tveir dagar ov seint kanska, men væl uppiborið og ein stórur sigur fyri føroyska súkkling. om Alt riggaði sum tað skuldi Gotland 99: Hóast hann var sjúkur av influensa, lá parturin hjá Gunnari Dahl-Olsen ikki eftir, og hann fór sjálvur sætti um målstrikuna EMiL L. JACOBSEN OG ALVUR HARALDSEN sv GOTLANDI Gunnar Dahl-Olsen kom å mál í somu tíð sum 17 aðrir 19 sekund aftan aug og Rógva nsen. Gunnar blen skrivaður sum nummar seks, I Bogi Kristian sen og Sverri Mohr Edvins tíð I jey og ellivu mti føroyski såkklarin Jó- hann Brend bleiv nummar 33 við tíðini 3.12.43 Vit høvdu kvøldid fyri tosað nógv um, hvussu vit skuldu leggja tað til rættis, og alt riggaði sum tað skuldi í dag. Hverja ferð Bogi, Rógvi ella eg fór avstað, lótu hinir báðir aftur fyri hinum aftanfyri. Tað riggaði alt ótrúliga væl, segði ein sera fegin Gunnar Dahl-Ol- sen týsdagin Tá tann fyrsti hjá Saar- emaa fór frá okkum mið- skeiðis í kappingini, fingu vit hann rættiliga skjótt aft- ur, tí eingin trúði uppá, at hann fór at klára tað einsa- mallur, tí rutan var so slett, segði Gunnar og vísti á, at ein ikki kann halda so leingi til at koyra einsamallur í vindinum, sum var týsdag- in, og at tað bert ráddi um at halda høvdid kalt. — Tá eini 20 kilometrar vóru eftir, royndi Rógvi at slíta seg leysan, og vit róptu á hann um at fara, tí hann hevur nevniliga kreftirnar til at fara einsamallur, sum Sa- aremaa-maðurin ikki hevur. Tá Rógvi fór, komu nakrir upp til hann, og eg og Bogi hongdu okkum upp í teir, so Rógvi bleiv ikki einsa- mallur, men arbeiddi saman við okkum báðum. Taktikkurin hjá føroyska % Fyri nøkrum fáum árum síðani var tað nærmast óhugsandi, at fóroyingar nakr- antíð fóru at gera seg galdandi i súkkling. Men føroyska súkklulandsliðið hevur so væl og virðiliga gjørt hesum hugsanum til skammar. Teir hava staðið seg eina- standandi væl - bæði til oyggjaleikirnar og til aðrar kappingar við liðnum var at fylgjast so langt sum møguligt, og tað eydnaðist. — Vit arbeiddu ótrúliga væl fyri hvønn annan og fylgdu taktikkinum út í æsir, sigur Gunnar Dahl- Olsen, sum, av røttum heldur, at alt såkklu- landsliðið eigur part i silvurmerkinum hjå Rógva Johansen — Tað riggaði fínt burtur- sæð frá, at vit mistu Jóhann Brend burtur. Vit hjálptu væl hvørjumødrum - tá síð- uvindur var, lógu vit nokkso pent á >rad og række« og koyrdu sum heilt ótrúliga væl fyri hvønnannan, segði Gunnar, sum var sjúkur av influensu og tí koyrdi í ull- intari undirtroyggju. — Eg hevði tað ikki so gott í gjár (mánadagin), men eg hevði kreftir allíkavæl. Men eg royndi at brúka høvdid eitt sindur meir í staðin fyri kreftirnar, segði næstfremsti súkklarin hjá føroyingum týsdagin. Annars var vert at leggja til merkis, at Andrew Ro- ach, sum saman við Laug var í einum flokki fyri seg á Jersey, og sum er fulltíðar professionellur súkklari, bert bleiv nummar 14 hesa- ferð. Hann var ein av teim- um, sum komu á mál 19 sekund eftir Andres Laug og Rógva.