hósdagur 1. juli 1999síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 122 - 1. JULI 1999
tíðindablaðið 5052 77
21
Ragnar atti sensatiónina í badminton
Gotland 99: Føroyameistarin Erland Poulsen kom longst í einmansleikinum hjá fóroysku badmintonspælarunum - í fjórð-
=
So er tað bara um at fáa bóltin at fara hagar ein so
fegin vil ....
EMiL L. JACOBSEN OG
ALVUR HARALDSEN
AV GOTLANDI
Føroyski badmintonspælar-
arnir fóru týsdagin undir
einstaklingakappingina hjá
bæði kvinnum og monnum.
Bert føroyameistarin Erland
Poulsen yvirlivdi fyrsta
dagin, tá trý tey fyrstu um-
førini blivu spæld, men
mest óvæntaða úrslitinum
stóð 22 ára gamli Ragnar
Rasmussen fyri.
Tað kom longu í 1. um-
fari, tá Ragnar kom upp í-
móti einum av favorittunum
í kappingini, Daniel Søder-
strøm av Gotlandi. Í lið-
kappingini dagin fyri heyði
hesin víst stórspæl og
smashaði allar m6tstødu-
menn av vellinum. Men
móti Ragnari var tað ikki
nógv veiggj í manninum hjá
vertsoynni.
Tað var týðiligt, at Sød-
erstrøm var móður frá lið-
kappingini dagin fyri, har
hann spældi nógvar dystir
og var ein av høvudsmonn-
unum aftan fyri bronsuna
sum Gotland vann (Føroyar
blivu nummar 7 av 11), men
einki skal takast frå Ragnari
Rasmussen, sum ivaleyst
eisini bleiv undirmettur av
heimamanninum.
Tað sá gott út frá byrjan,
og Ragnar vann fyrsta settið
so trygt sum 15-6. Í øðrum
setti var spennandi at síggja,
um gotlendski spælarin fór
at taka seg saman, men
Ragnar helt fram við góða
spælinum og sendi hann úr
kappingini longu í fyrsta
umfari við at vinna annað
settið 15-10. Eitt frálíkt úrs-
lit hjá Ragnari og badmin-
tonliðnum, sum ongantíð
hevur verið millum størstu
fóroysku heiðursmerkja-
slúkarar á oyggjaleikunum.
Allir teir fýra menninir hjá
føroyingum - Erland Poul-
sen, Regin Hammer, Jørgin
Enghamar og Ragnar Ras-
mussen - komu víðari úr
fyrsta umfari uttan stórvegis
trupulleikar.
I øðrum umfari skuldi
Regin Hammer fyrst í eldin
móti Phil Duffin av Jersey.
sum vann liðkappingina, og
sum oftast hevur teir sterk-
astu spælararnar í badmin-
ton.
Tað var lítil og eingin
munur millum teir báðar í
fyrsta settinum, sum Jersey
maðurin at enda vann 17-
15. Í øðrum setti spældi
Regin mótstøðumannin av
vellinum og vann settið so
trygt sum 15-1. Tað hóvaði
ikki manninum av Jersey,
sum alla tíðina gekk og tos-
aði á vøllinum og í løtum
eisini royndi at >psyka<
Regin niður við prátinum
hjá sær. Men tað rein ikki
við hjá føroyinginum, sum
í triðja og avgerandi sett-
inum legði seg á odda 9-2.
Tað sá heilt gott út hjá Reg-
ini, men hann megnaði ikki
at halda høvdid kalt, og
spakuliga át spælarin av
Jersey seg inn á hann aftur.
Við støduni 12-11 til Phil
Duffin lå dysturin å vippuni,
men tad endadi so vid, at
Duffin vann 15-11. Sera
spell hjå Regini, sum ikki
spældi verri enn hin, heldur
øvugt.
Erland Poulsen var næsti
maður, sum skuldi á vøllin,
og trífaldi føroyameistarin
heyði ikki nógvar trupul-
leikar av gotlendinginum
Magnus Hoffman, sum
hann vann 15-9, 15-5.
So væl gekk ikki hjá Jørg-
ini Enghamar, sum í einum
jøvnum og spennandi dysti
mátti lúta 5-15, 17-15, 13-
15 fyri Paul Bougourd av
Guernsey.
Ragnar Rasmussen hevði
sjálvsálitið í topp eftir frá-
líka sigurin í fyrsta umfari,
og hann vann eisini í øðrum
umfari móti Michael Kleist
av Grønlandi 15-6, 15-10.
I tridja umfari vann Er-
land Poulsen å lan Coombs-
Goodfellow av Jersey i ein-
um sera jøvnum dysti, sum
endadi 15-12, 15-13 til
sterkasta føroyska spælaran
í kappingini.
Ragnar Rasmussen bleiv
í triðja umfari steðgaður av
Darren Le Tissier av Gu-
ernsey, sum er ein av sterk-
astu spælarum í kappingini,
og sum vann 15-6 og 15-0.
Sostatt var Erland Poul-
sen tann einasti av føroy-
ingunum, sum var eftir, tá
ingsfinaluna - men Ragnar Rasmussen stóð fyri besta úrslitinum hjá fóroyingum longu í fyrsta umfari av kappingini
Tað var einki minni enn ein sensatión, tá Ragnar Rasmussen vann á Daniel Sød-
erstrøm av Gotlandi. Hann var ein av favorittunum í kappingini, men líka legði
Ragnar í tað. Men trødini vaksa ikki inn í himmalin, og Ragnar var steðgaður í
triðja umfari
farið varð undir fjórðings-
finalurnar. Her spældi hann
móti Mark Leadbeater av
Guernsey. Hann er 35 ár og
sostatt 14 ár eldri enn Er-
land, og Leadbeater vann
15-11, 15-2.
Kvinnurnar máttu bíða
heldur leingi týsdagin, áðr-
enn tær sluppu at dystast.
Ein av orsøkunum var, at
tær allar fýra bíðaðu til ann-
að umfar, tí ikki nóg nógvar
tilmeldingar vóru til at
spæla eitt fult fyrsta umfar.
Guri Poulsen og Elsa
Thorkildshøj komu víðari
úr 2. umfari, meðan Ingun
Hansen og Kristianna Thor-
kildshgj blivu steðgaðar.
Ingun tapti í trimum settum
11-4, 3-11, 7-11 móti Lis-
beth Jeremiassen av Grøn-
landi, og Kristianna hevdi
ongan møguleika móti Ann-
elie Gate av Gotlandi, sum
vann 11-0, 11-2.
Guri Poulsen vann 11-3,
11-6 å Moira Nicolson av
Orkney oyggjunum, og Elsa
Thorkildshøj sendi Louise
Lafferty av Gibraltar úr
kappingini vid settårslitun-
um 11-4, 11-1.
Triðja umfar bleiv enda-
stóðin hjá Guri og Elsu.
Guri tapti 4-11, 3-11 móti
Helena Nirs av Gotlandi, og
Elsa fekk veruliga oyruni í
maskinuna móti Kerry
Duffin av Jersey, sum vann
11-0, 11-0.
Mikudagin byrjaðu tví-
mansleikirnir hjá monnum
og kvinnum, og hósdagin
eru tað so blandaðu tví-
mansleikirnir, sum eru á
skránni.
1. umfar
| 2. umfar
3. umfar
KVINNUR
2. umfar
3. umfar
Ingun Hansen-Lisbeth Jeremiassen (GRE)
Guri Poulsen-Moira Nicolson (ORK)
Kristianna Thorkildshøj-Annelie Gate (GOT)
Guri Poulsen-Helena Nirs (GOT)
Elsa Thorkildshøj-Kerry Duffin (JER)
Einstaklingakapping tysdagin 29. juni |
|
Regin Hammer-Duncan Mackay (IOM)
15-7, 15-5
Erland Poulsen-Ivan Da Haro (GIB) |
15-1, 15-6
Jørgin Enghamár-James Richardson (PEI)
15-7, 15-0
| Ragnar Rasmussen-Daniel Søderstrøm (GOT)
15-6, 15-10
Regin Hammer-Phil Duffin (JER)
15-17, 15-1, 11-15
Erland Poulsen-Magnus Hoffman (GOT)
15-9, 15-5
| Jørgin Enghamar-Paul Bougourd (GUE)
5-15, 17-15, 13-15
Ragnar Rasmussen-Michael Kleist (GRE)
15-6, 15-10
Erland Poulsen-lan Coombs-Goodfellow (JER)
15-12, 15-13
Ragnar Rasmussen-Darren Le Tissier (GUE)
6-15, 0-15
11-4, 3-11, 7-11
11-3, 11-6
0-11, 2-11
Elsa Thorkildshøj-Louise Lafferty (GIB)
11-4, 11-1
4-11, 3-11
0-11, 0-11
www.ol.fo