Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-11, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. januar 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 6 - 11. januar 2005 9 Fyri nøkrum árum síðani var eitt ræðuligt stríð hjá kommunum kring alt landið at nøkta barnaansingartørvin. Tann trupulleikin er loystur nógvastaðni í dag – um enn ikki allastaðni. Samskip- arin av barnaansing- ini í Klaksvíkar kommunu sigur, at í dag tykist barnaans- ingin at vera komin í eina fasta legu BARNAANSING Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Barnaansingartrupulleikin er ikki so stórur í dag, sum hann hevur verið. Fleiri kommunur hava als ongan bíðilista, og øsingin millum foreldur um ikki at hava fingið teirra barn í ansing tykist at vera heilt burtur. Tó er tað nú ikki soleiðis, at tað als ongir bíðilistar eru í landinum. Í Klaksvíkar kommunu er ansingartørv- urin ikki 100% nøktaður – men tað ikki restar so nógv í longur. Jórun Niclasen, samskip- ari av barnaansingini hjá Klaksvíkar kommunu, sig- ur, at seinast listin varð gjørdur upp, stóðu millum 50 og 60 børn á bíðilista. Hon sigur, at í og við at barnaansingin nú er komin í eina fasta legu, er tað vorðið munandi lættari at umsita hana. Umframt at dagrøktarskipanin í komm- ununi nú hevur fingið ein skrivara afturat, sum eisini lættir nógv um nógvu umsitingina, sum barna- ansingarøkið hevur við sær. Yngri børn Tørvurin á ansing í Klaks- vík er størstur millum barnagarðsbørnini. Jórun sigur, at tað eru fleiri størri børn, sum eru komin í barnagarðsaldur, sum ganga í dagrøkt. Hetta er als ikki nøktandi, men so- leiðis sum støðan er við- víkjandi barnagørðum í Klaksvík í dag, kann tað ikki vera øðrvísi. Ljós er tó fyri framman. Talið á ansingarplássum vaks ikki í fjør, men Klaks- víkar kommuna hevur í umbúnað at byggja ein nýggjan ansingarstovn í nýggja býlinginum undir Grashjalla. Har er so ætlan- in, at 40 barnagarðspláss skulu vera fyri netupp at nøkta tann tørvin. Jórun Niclasen sigur tó, at tað standa ongi stór børn á bíðilistanum í dag. – Børnini á bíðilistanum í dag eru øll farin um hálvt árs aldur, og tað vil siga, at tey kunnu sleppa í ansing, men tað standa ongi stór børn og bíða, sigur hon. Ein frítíðarskúli er í Klaksvíkar kommunu, og har er ongin bíðilisti. Fýra heppin ungfólk Leygarmorgunin klokkan 5.45 fekk løgreglan í Havn eina fráboðan um eitt ferðsluóhapp inni á Sundi. Ein bilur við fýra ungum fólkum lá á takinum við vegjað- aranum. Onkur kom fram á bilin og fekk síðani boðað løgregluni frá. Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at tey fýra sluppu væl frá óhappinum. Bilførarin var ávirkaður av rúsdrekka – umframt at hann hevði mist koyrikortið. – Hann verður nú skuldsettur fyri fyri rúsdrekka- koyring og fyri at hava koyrt í frákenningartíð, sigur vakthavandi á løgreglustøðini. - sae – Fýrverk og húsaófriður Løgreglan í høvuðsstaðnum varð boðsend til eini set- hús í Havn leygarnáttina. Men tá hon kom fram, var hann, ið órógvaði horvin. – Slíkir persónar rýma ofta, tá løgreglan verður boðsend, sigur vakthavandi á løgreglustøðini. Um vikuskiftið fekk løgreglan tvær klagur frá fólki í vesturbýnum um, at fólk sendu fýrverk. Løgreglan fór á staðið, men tað eydnaðist ikki at finna útav, hvør tað var, sum sendi fýrverkið. - sae – Nógv hálkuóhapp Ein ørgrynna av smáum ferðsluóhappum hava verið í hálkuni um vikuskiftið. Leygardagin var eitt ferðsluóhapp í Grímur Kambansgøtu í Havn, eitt var millum Svínáir og Ljósáir, eitt á Argjum og eitt seint á kvøldi millum Fjara. Í øllum førunum var bert talan um materiellan skaða og ongan fólkaskaða. Sunnudagin vóru aftur nøkur ferðsluóhapp orsakað av hálku. Eitt á Lambareiði, eitt á Glyvravegnum, eitt í Havn og enn eitt millum Fjara. Eisini í hesum fýra førunum var bert skaði á bilarnar og ongin fólka- skaði. – Tað var øgiliga hált um vikuskiftið, og tað sást so aftur í teimum mongu smærru óhappunum, sum vit fingu boð um, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn. Í Klaksvík var tó ongin fráboðan um ferðsluóhapp orsakað av hálku. - sae – Full fólk tikin upp Løgreglan tók eisini fleiri fólk upp, sum lógu úti og svóvu um vikuskiftið. Í tveimum førum vórðu fólk vakt, sum vóru sovnað í bussskýlum. Annars vakti løgreglan fleiri onnur eisini, men bert í tí eina førinum, varð persónurin tikin inn á støðina at sova. Hini kláraðu seg øll sjálvi. Klokkan seks sunnumorgunin kom ein fráboðan um, at ófriður hevði tikið seg upp uttan fyri hotel Hafnia, men tað spældi alt væl av. - sae – Nógvur roykur Sunnudagin um middagsleitið varð boðað frá elds- bruna í Klaksvík. Sløkkiliðið varð boðsent út til bygningin, har eitt nú Almannastovan, norðoya deild heldur til. Ein persónur, sum hevði gloymt ein lykil eftir har, var farin eftir honum. Meðan hann var har, varnaðist hann brendaroyk og boðaði Alarmsentralinum frá. Tá Sløkkiliðið kom á staðið, vísti tað seg tó tíbetur ikki at vera talan um rættiligan eldsbruna. Fólk eru í ferð við at umvæla kjallaran og av tí sama, hevur nakað av saguspønum savnað seg á gólv- inum. – Tað var farið at úlmað í saguspønunum av eini ella aðrari orsøk, men eldur var ikki komin í, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Klaksvík, sum annars letur væl at vikuskiftinum og sigur, at tað hevur verið stak friðarligt. - sae - Fleiri plantusløg í Føroyum eru í dag so hótt, at spurningurin er, hvussu longi vit kunnu bíða eftir skipaðari náttúru- friðing Tíðindaskriv Frøði Tey mest sjáldsomu búøkini hjá plantum og djórum í Føroyum fáa ikki neyðugu verjuna, sum ein náttúrufriðing kundi givið teimum. Nakrar av teimum mest sjáldsomu plantunum eru nú so fáar í tali, at tær av álvara eru í vanda fyri at doyggja út. Tíðarritið Frøði er júst komið í blaðsølurnar, og í einari av greinunum verður vitjað á Hvítanesi, sum einsamalt hýsir eina av teimum mest sjáldsomu plantunum, vit eiga í Føroyum. Talan er um Sævarrossatunguna. Magn- us Gaard og Janus Hansen, lívfrøðingar, greiða frá fjøl- broytta plantu- og djóra- lívinum í fjøruni á Hvíta- nesi við tí eyðkenda hvíta skeljasandinum. Í summar vóru fýra lítil skordýr funn- in her, sum ikki eru sædd aðrastaðni í landinum. Kvinnur í Føroyingasøguni Føroyingasøgan snýr seg um stríð millum menn, og langt er millum søgubrot- ini, har kvinnurnar frá hesi tíðini koma upp í part. Tær fáu kvinnulagnurnar, sum tó eru nevndar, hava týdn- ing fyri søgugongdina. Tur- ið Megineinkja var djørv og ræddist ikki at taka til vápna, emeðan Tóra, dóttir hennara, varð søgd at vera klók og manslig og ikki serliga vøkur. Kvinnurnar í víkingatíðini høvdu ávís rættindi, sum seinni vikn- aðu, greiðir Marjum Arge Simonsen frá í greinini um Kvinnurnar í Føroyinga- søgu. Í samstarvi við gransk- ingarstovnarnar í Føroyum gevur Føroya Fróðskapar- setur út Frøði. Í blaðnum hesuferð eru eisini greinar um bustmaðkar, dustlús, hvalir og ein føroyskan stein hjá danska prinsinum fyri 200 árum síðani. Frøði kostar 48 krónur í leysa- sølu. Tað ber til at gerast haldari fyri 85 krónur um árið og fáa blaðið sent. Barnaansing komin í fasta legu Sjáldsamar plantur eru í vanda Eini 50 ella 60 børn standa á bíðilista eftir ansing í Klaksvíkar kommunu. Hóast ansingartrupulleikin ikki er burtur, so er hetta talið nú so lágt, sum tað ikki hevur verið í fleiri ár Tilvildarlig mynd