Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-11, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. januar 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 6 - 11. januar 2005 Um omanfyrsistandandi var veruleiki til dømis innan handilsvinnu, almenna umsiting ella annað, so hevði tað ivaleyst staðið ovast á øllum breddum og verið fyrsta inn- slag í øllum teimum elektronisku miðlunum í dagavís. Vit minnast, hvussu nógv var gjørt burturúr 19 uppsøgnum í almennu miðfyrisitingini. Tað var tikið upp á Tingi og sjálvt formaðurin í Búskaparráðnum var frammi og ávaraði móti arbeiðsloysi. Hetta er ikki ein roynd at klikkja niður á miðstaðarøkið, tí ein uppsøgn er ein ólukka, óansæð hvar í Føroyum við- komandi býr. At 89 tímalønt fólk eru uppsøgd í Suðuroy er einki minni enn ein vanlukka fyri oynna, ið frammanundan er økið við mest arbeiðsloysi í landinum. Uppsagnirnar koma ikki óvart á nakran, ið fylgdi við, tá Framtaksgrunnurin tók ta avgerð at leggja Fiskavirking og Fiskasøluna saman. Longu tá, vóru røddir frammi um, at orsøkin var, at eliminera ein kapp- ingarneyta til Fiskavirking, og nú gongur sjón fyri søgn. So at siga eingin fiskur hevur verið keyptur til hesi virki, síðan samanleggingina og kann man tí hava ein illgruna um, at pengar hava fossað út úr kassanum, tí talan er um leigaðar bygningar. At hava eina fasta leiguútreiðslu og so at steðga øllum inntøkugevandi virksemi er ikki góður handilsskapur, og eigur Fiskavirking og ikki minst nevndin í Framtaksgrunninum at standa til svars fyri hetta. Tann stóri spuringurin fyri almenningin er, hvussu nógv tað hevur kostað Framtaksgrunninum at steðga eitt virk- semi við sáttmálabundnum føstum útreiðslum. At siga, at virksemið var tann reina undirskotsforrætning, hongur ikki saman, tí hvussu kundi tað so bera til, at onkur vildi gjalda knappar 50 milliónir fyri at keypa fyri- tøkuna, ið rak hetta virksemi? Hvussu nógv er søluvirðið á tí, sum eftir er av gomlu Fiskasøluni, eroderað uppá hes- ar tveir mánaðarnar uttan virksemi? Hóast ikki so nógv verður gjørt burturúr uppsagnunum í miðstaðarøkinum, so koma tær helst at fylla eitt sindur í politiska landslagnum. Um suðuroyartingmenn nú fara at finnast at, so eiga teir fyrst at líta aftur um bak, og hyggja hvussu teir reageraðu uppá at leiðslan á Fiskasøluni ætlaði at keypa fyritøkuna. Tá østi onkur politikari seg og onkur miðil tosaði um insidara handil uttan nakrantíð at koma við einari rættari definitión av hesum hugtaki. So hendi tað, ið Framtaksgrunnurin eftir øllum at døma hevði ætlað í eina tíð, og virkini vóru løgd saman. Um Framtaksgrunnurin nakrantíð ivaðist í at taka av boðn- um frá leiðsluni í Fiskasøluni so man reaktiónin frá ávísum suðuroyartingmonnum hava gjørt ta avgerðina lættari. Nær læra føroyskir politikarar, at viðhvørt er tann næstbesta loysnin betur enn einki at gera? Man valdi ikki at selja, tá boðið lá á borðinum, og nú standa suðringar við 89 upp- sagnum og Framtaksgrunnurin stendur við einari óseldari Fiskasølu, ið er ein skuggi av, hvat hon var fyri bert fáum mánaðum síðani. DAGSINS MEINING Sosialurin 89 fólk uppsøgd í Tórshavn! VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Vinnuliga støðan í Suðuroynni Jacob Vestergaard Við byrjan av einum nýggj- um ári verður gjørt upp, hvussu farna árið hilnaðist og mett um, hvussu útlitini eru í nýggja árinum. Soleiðis hevur eisini ver- ið nú um ársskiftið. Farnað árið hilnaðist "hampuligt", betur hjá summum og verri hjá øðrum. "Serfrøðingar- nir" eru samdir um,at vit í løtuni eru í einum aldudali, men ikki í nakraði kreppu. Útlitini fyri nýggja árin- um eru tolulig. Ávísar vinnur, ella partar av vinn- um, hava tað trupult, men flestu vinnubólkar hava góð framtíðarútlit,og kunnu menna seg, verða karm- arnir broyttir nakað. Støðan er tó ymisk.alt eftir hvar í landinum vit eru. Meðan niðurstøðan er, at vit ikki eru í nakrari kreppu, kann staðfestast ,at Suðuroyggin er í vinnu- ligari kreppu, við størsta ar- beiðsloysinum í landinum. Útsøgnin frá "serfrøðing- unum" um at vit ikki eru í nakrari kreppu, er ikki galdandi fyri Suðuroynna. Støðan í Suðuroynni er í dag eins hon var í kreppu- árunum, kanska veri. Støðan í Suðuroynni hev- ur verið alt ov lítið viðgjørd. Støðan er ikki gjørd upp, og ongi uppskot eru tí komin um betring. Politiski mynd- uleikin má tí taka stig til at fáa lýst støðuna í Suður- oynni, og fáa "serfrøðingar" at koma við uppskotum um vinnumøguleikar vm. Í árinum sum fór vóru nakrir glottar at hóma. Støðugt arbeiði var á flakavirkinum í Hvalba,og eftir tunga byrjan, var fram- leiðslan blivin lønandi. Virksemi hevði eisini breitt seg til Vágs, til virki hjá Palm Seafood. Væl av fólki var fari til arbeiðis á flakavirkinum í Hvalba og Vági. Hettar skapti gleði og framtíðar- vónir, men móti endanum av farna árið blivu stig tikin, sum steðgaðu hesum virk- semið, og eru hesi fólk, knapt 100 í tali, nú uppsøgd. Virksemi kastaði væl av sær, bæði til arbeiðsfólk og til skip og bátar, sum av- reiddi til virkini. Hví Framtaksgrunnurin valdi at steðga hesum virk- semið, kann ein bert gita um. Eg havi ikki hoyrt nakra skilagóða frágreiðing um hví so er. Hettar er harmuligt og ikki minnið enn ein van- lukka fyri Suðuroynna. Menninir aftanfyri Fiskasøl- una sóu møguleikar í Suður- oynni, og høvdu sett gongd í virksemi her,men blivu steðgaðir av Framtaks- grunninum. Við ársbyrjan kann ein so meta um, hvat vit í Suður- oynni kunnu vænta okkum av Framtaksgrunninum. Royndirnar eru ikki góð- ar. Framtaksgrunnurin hev- ur gjøgnum Fiskavirking lagt sína køvandi hond yvir fiskaframleiðsluna í Suður- oynni. Virkið í Vági hevur seinastu mongu árini veri í "mølposanum" og nú bleiv so virksemið, sum Fiska- sølan hevði í Suðuroynni, lagt undir Fiskavirking og koyrt í sama "mølposa". Hóast eg fyri langari tíð síðan hevði mist vónina um, at Fiskavirking fer at lata virkið í Vági upp aftur, velji eg tó at trúgva,at Framtaksgrunnurin má hava aðrar og framat rætt- aðar ætlanir vði fiskivinn- uni í Føroyum, eisini í Suð- uroynni, annars høvdu tey ikki funnið uppá at steðga virkseminum, sum var sett í gongd í Suðuroynni. Framtaksgrunnurin kann ikki framhaldandi standa model til, at flakavirki í Vági verður verandi í "møl- posanum", við teimum álv- arsligu avleiðingunum tað hevur havt fyri økið. Fiska- virking hevur alt ov longi hildi sína køvandi hond yvir Vág. Teirra leiklutur er fyri langt síðani útspældur. Framtaksgrunnurin má tú taka um endan. Grunnurin steðgaði spíradi virksemin- um í Suðuroynni,og hevur skyldu til at skipa so fyri,at tey sum nú mistu arbeiði, fáa møguleikan aftur. Lurtið eftir "serfrøðing- unum", sum allir eru samd- ir um, at almennu vinnu- tólini mugu einskiljast. Virkið í Vági eins og alt virksemi hjá Fiskavirking má seljast til áhugaðar keyparar ella lýsast til sølu. Hettar hevði verið til framburð fyri alt landið, ikki minst Suðuroynna. Gott nýggjár. Randi í Jógvanstovu Hetta óskilið kann ikki halda fram. Tað er jú skomm, at hann skal sleppa óátalað at niðurpína borg- arar í hesum landi. Føroyingur ella ikki, eingin hevur uppiborið at verða viðfarin sum hesi bæði fólkini í Vestmanna. Í 10 mánaðar hava tey ikki vitað, um tey vóru keypt ella seld, ein ótolandi støða. Høvdu føroyingar fingið ta viðferð úti í øðrum lond- um, sum vit alt ov ofta geva teimum, ið koma higar, høvdu vit uttan iva hoyrt gang. Heldur eiga vit at síggja hesar nýggju borgarar sum eitt positivt ískoyti til sam- felag okkara, enn at finna upp á nýggjar og snildar hættir, sum kunnu brúkast til at geva teimum dura- fjórðingin, eiga vit sjálv- sagt at fara minst líka væl við teimum, sum vit fara við brøðrum, vinum og grannum okkara. Heimurin er stórur, og vit hava nógv at læra, eisini av teimum - okkara tilflytar- um - uttan mun til, hvaðani teir koma. Um Jógvan við Keldu er bangin fyri at missa sín før- oyska samleika av hesum fáu fólkunum, er eingin vandi á ferð. Tey fara hvørki av stað við húða- skónum ella kotinum. Upplivdi tíverri fyri kort- um tað, at kona og sonur ein starvsfelaga vórðu send av landinum. Sonurin hevði Nú er botnurin náddur! Framhald á síðu 11