Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-11, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. januar 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 6 - 11. januar 2005 11 Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. VIÐMERKINGAR Sambýli til sinnisveik í Sandavági TÍÐINDASKRIV frá Almanna- og heilsumálaráðnum Landsstýrismaðurin í al- manna- og heilsumálum, Hans Pauli Strøm, hevur gjørt av at keypa eitt sam- býli til sinnisveik í Sanda- vági. Í hesum sambýli, sum eftir ætlan verður klárt at taka í nýtslu í seinnu helvt av 2005, verður rúm fyri 4 til 5 sinnisveikum fólkum. Landsstýrismaðurin hev- ur tikið avgerðina eftir til- mæli frá kønum starvsfólki á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum, á Deildini fyri sinnisveik, ið er ein deild undir Stuðuls- fólkaskipanini fyri vaksin, og í Almanna- og heilsu- málaráðnum. Fyrimunir við keypi Tað eru fleiri fyrimunir við at seta á stovn eitt sambýli í Sandavági. Tá farið verður nakað út um høvuðsstaðarrøkið, fæst meira fyri pengarnar. Húsaprísirnir eru væl lægri uttan fyri høvuðsstaðin, og strekkið millum Tórshavn og Sandavág er ikki so langt. Heldur ikki er Sanda- vágur púra ókendur fyri tey fólkini, sum fáa tilboð um at flyta inn í nýggja sam- býlið, nú eitt sambýli fyri sinnisveik finst á staðnum frammanundan. Hesi bú- fólk hava higartil trivist sera væl, uttan at tey vóru staðkend frammanundan. Tað nýggja sambýlið stendur tætt við eitt annað sambýlið, sum opnaði fyri 5 búfólkum í 2004. At sam- býlini eru í sama granna- lagi er ein fyrimunir, og kann betra munandi um gerandisdagin fyri verandi og komandi búfólk á sam- býlunum í Sandavági. Trupulleikin við verandi sambýli er, at tey onki akti- vitetsrúm hava, ið gevur búfólkunum møguleika fyri samveru og virksemi, so tey mennast. Tað dagliga virksemið, við øllum tí, sum hetta inniber, er ein grundleggjandi partur av arbeiðinum við fólki, sum hava avmarkaðan, sálar- ligan førleika. Í nýggju húsunum er rúm fyri einum stórum aktivitetsrúmi, sum eftir ætlan verður felags aktivitetsrúm fyri bæði sambýlini í Sandavági. Møguleiki er eisini fyri at samskipa leiðslu, starvs- fólk og virksemi í sambýl- unum báðum, og hetta merkir sum heild munandi lægri rakstrarkostnað. Bústaðartørvurin stórur Tørvurin á bústaðum til sinnisveik hevur í nógv ár verið sera stórur, at kalla kring alt landið. Fólk, sum eru liðugt viðgjørd, hava ver- ið noydd at búgva á Psyki- atrisku deild á Lands- sjúkrahúsinum, tí eingi bústaðartilboð hava verið til teirra. Tað hevur snúð seg um stívliga 40 fólk. Men við hesum báðum sambýlunum í Sandavági er spakuliga vend komin í á hesum øki. Og hildið verður áfram við at útvega fleiri bústaðir til sál- arsjúk, eisini í ár við teimum 3 mió. kr., ið eru settar av til íløgur til endamálið á fíggjarlógini fyri 2005. Heri Ziska Ítróttarmaður og pápi Formaðurin í doping nevndini í ÍSF førdi fram í tíðindunum at nýggja dop- ing lógin er eitt gott amboð, og tað er rætt at um tú hugsar um tað sum hendur innan fyri karmarnar hjá ÍSF so er tað nú møguligt at straffa sokallaða ítróttar- fólk, sum verða tikin í at takað stimbrandi evni, enn harðari. Hetta er ynskiligt, tó at eg hevði ynskt at straffurin innan fyri ítróttin var harðari enn hann er í dag. Formaðurin segði tó eis- ini at hendan lógi ikki tekur hædd fyri tí sum hendur uttan fyri karmarnar hjá ÍSF, og tað er hetta sum eg úttalaði meg um í útvarpin- um. Nevniliga at tann stórsti trupulleikin viðvíkj- andi doping í dag er uttan fyri ÍSF, og har røkkur hendan lógin ikki tí at tað liggur onki í hesi lógini sum tekur hædd fyri hvussu man skal finna útav hvør í nýtur hesi ólógligur stimbr- andi evnini. tað er møguligt at onkur verður tikin í toll- inum við fullari tasku av ólógligum evnum, eins og tað er hent fyrr, og so kann viðkomandi straffast, men um ein ungur maður ella kvinna hevur fingið fatur í hesum evnum, so er ongin møguleiki fyri at fangað og døma viðkomandi tí at ongar doping royndir verða tiknar um ikki viðkomandi er limur í einum felag í ÍSF. Eg dugi so í øllum førðum ikki at ímynda mær at løg- reglan ferð at gerða húsa- rannsóknir hjá teimum í ein hevur illgruna til. Tað hevur verði nevnt at tað er møguligt at gerða frí- villigar avtalur millum ÍSF og so fitness sentrini sum ikki eru partur av ÍSF um at gerða kanningar. Har veit eg at Fragd og Fimi gjarna vil hava eina slíka avtalu, men at tað ikki er hent nak- að í hesum málið enn. Tó var tað áhugavert at síggja um miðjan 2004, at tað um- hvøri sum ein hevði ill- gruna um nýtti ólóglig evni forsvann so at siga frá ein- um degi til tann næsta, tá tann nýggji venjingar- sáttmálin í Fragd og Fimi segði at tey í vandu har samstundis søgdu ja til at blíva testa fyri doping. Annars so vil eg veita Hans Paula Strøm eina tøkk fyri at hann hevur roynt at koma eitt stig víðari í kampinum móti doping. Vónandi koma fleiri stig í nærmastu framtíð, soleiðis at vit um nøkur ár trygt kunna latað børn okkara venja har tey hava hug. Nýggja doping lógin Páll Poulsen Tá ið instringentir makt- bólkar seta seg á so týdn- ingarmikil øki sum granskingina, uttan at vit og skil fylgir við, kann úrslitið neyvan vera ann- að enn vánaligt. Í Føroyum er tað makt- in sum oyðir alla vitan. Í skúlaskipanini koyra teir fremstu vognarnir tómir. Hetta er tí at teir spæla at "hoyra til". Eingin inte- gritetur er knýttur at skip- anini. Tí ber alt til, t.d. at vitstolin fólk ganga við einum Ph. D. prógvi, sum ikki er vert pappírið tað er skrivað á. Men tá ið hetta "spæl- ið" hevur gingið nóg leingi fyri seg, endar tað eisini við sannari mental- ari implosión. Maktbar- ónarnir skilja ikki at teir sjálvir ikki kunnu vera sitandi og redefinera fólk við "newspeak". T.d. "sjúkrarøktarfrøðingur", hvat ólukkan er tað? Vit Føroyingar mugu gera upp við okkum sjálv- ar, um hendan tilveran sum danskar heimastýris- meyrur skal halda áfram, ella um irrationaliteturin skal broytast grundleggj- andi til rationalitet. Trupulleikin við hesi donsku skipan er eisini at føroyingar gera alt fyri at vera sum danir. Okkurt kallast OECD kanning. Eyðvitað er at støðið í donsku skúlaskipanini reyk saman við "væl- ferðini" og inflatión kom í prógvini. Teirra skúlar lækkaðu ambitiónsstøðið og úrslitið varð at annar- hvør maður gandaðist til doktara. Hetta kunnu dan- ir saktans gera, tí teir hava so nógv ymiskt fjas at bjóða teimum. Í einari integreraðari skipan er skúlin berari av vitan. Í einari óintegreraðari skip- an er skúlin ein sosial skipan, sum ikki er berari av vitan. Á Setrinum sita tey og skriva hvønn annan av, so tað er heilt langt úti at koyra hjá teimum. Or- søkin er at tey fólkini sum hava trokað seg fram í einari óintegreraðari skip- an, bert hava seg sjálvan sum prosjekt. Tey dyrka seg sjálvan og leggja ikki petti í veruliga hávitan. Tey býttastu ganga á odda, meðan hissini granskarar halda tað fyri seg sjálvan og halda seg uttanfyri øll maktspøl og óakademiskar intrigur. Orsøkin til at stovnurin ikki hevjar seg uppum festritarútgávustigið, er tí tey øll hata hvønn annan. Tey heiðra hvørt annað, fyri at pína hvønnannan. Í Føroyum er støðan nógv álvarsamari, tí tað eru bert føroyingar, ið skilja føroyskt. Vit eru heldur ikki nógvir í tali. Tískil noyðast vit at halda ein líkinda disciplin. Tað er eingin grund til at siga, "jamen summi fólk skulu kanska bara einferð yvir- um vegin í teirra lívi," tí lívið í Føroyum var ikki kent av total-relativiteti. Tað var nakað okkara forfedrar tóku í álvara. Um skipið ikki verður stýrt við skili, henda ólukkur, tað ber heldur ikki til at olja flýtur í maskinrúminum og siglt verður ikki í øllum veðri. Gamalt var at tá farið var til bjarga, ansaði mað- ur eftir um rotta hevði verið á línuni, tí annars var vandi fyri at bjarga- maðurin fór í havið. Her eru rotturnar einsa- mallar eftir á loftinum. Makt er ikki vitan gingið bæði í barnagarð og skúla í Føroyum, men ar- beiðið hjá mammuni mink- aði burtur í einki, og tískil varð hon gyppað av land- inum við soninum, og páp- in er einsamallur eftir, grátuvert, má eg siga. Av tilvild høvdu hjúnini, bæði útlendingar, fingið arbeiði hjá hvør sínum arbeiðs- gevara í fiskivinnuni. Føroyska samfelagið hevur ikki ráð til at ganga í so smáum skóm. Frættist tað út eftir, hvussu vit bera okkum at móti okkara nýggju borgarum, verða vit illa skølsett og fara fyrr ella seinni at vakna við kaldan dreym. Tí skalt tú, Jógvan við Keldu, finna eina loysn, sum er virðilig fyri okkum, so vit ikki hava skomm av okkum sum tjóð. Framhald av síðu 10