Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-11, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. januar 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 6 - 11. januar 2005 Stjóraskifti í Suðuroyar Sparikassa Fríggjadagin var mót- tøka í Suðuroyar Sparikassa í sam- bandi við at ein stjóri er farin úr starvi og ein annar hevur tikið við MÓTTØKA Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Fríggjadagurin var ein merkisdagur fyri Suðuroyar Sparikassa. Sparikassin hevði bjóðað til almenna móttøku í sambandi við at Mikkjal Sørensen nú er farin ur Starvi og Søren Lúnell Bruhn hevur tikið við. Rættiliga nógv fólk var samankomið at biðja frá- farandi stjóranum farvæl og at ynska nýggja stjóran- um vælkomnum. Har vóru bæði politikar- ar, vinnulívsfólk, umboð fyri aðrar peningastovnar og onnur. Táið formaðurin fyri um- sjónarráði Sparikassans, Lars Djurhuus, beyð Mikkjali farvæl helt hann, at stjórin kundi vera errin av teimum 19 árunum, hann hevði sitið sum stjóri fyri stovnin. Tá ið Mikkjal tók við sum stjóri í 1985 arbeiddu fýra fólk í Sparikassanum. Nú hann leggur frá sær, eru tey 16. Samstundis hevur Mikkjal megnað at økt fíggjarjavnan hjá Spari- kassanum úr 90 milliónum í 1985, upp í 375 krónur í ár og eginpeningurin er øktur úr 9,67 milliónum, upp í yvir 40 milliónir. Í 1985 vóru innlánini 82 milliónir og nú eru tey góð- ar 420 milliónir, útlánini vóru 78 milliónir og nú eru tey 270 milliónir. Somuleiðis eru deildir lætnar upp í Porkeri og í Havn, og ætlanir eru nú um at lata onkra deild upp aft- urat uttanfyri Vág. Nýggi Stjórin, Søren Lúnell Bruhn, samanbar Mikkjal við ein stýrimann, sum hevði megnað at stýrt Sparikassan snikkaleysan ígjøgnum tær sera truplu tíðirnar fyrst í nítiárunum, hóast nøkur góð ár eisini hava verið. Sjálvur kendi hann seg sera vælkomnan í Spari- kassanum og hann vónaði, at hann kundi geva Spari- kassanum okkurt nýtt. Fráfarni stjórin í Suðuroyar Sparikassa, Mikkjal Sørensen, hm, og nýggi stjórin, Søren Lúnell Bruhn, heilsast á møttøku í Spari- kassanum fríggjadagin John Absalonsen, vinnulívsmaður, ytst til vinstru, Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, ytst til høgru ,og Kári Hammer, sum hevur Statoil, næstytst til høgru, vóru komnir at heilsa upp á nýggja stjóran og at biðja Mikkjal Sørensen farvæl Eisini hovbingar stukku inn á gólvið. Her er tað Hildur Gunnarsdóttir, skrivari í Hovs Kommunu og Delmar Tausen, borgarstjóri Robert Vilhelmsen á Elektron, vm og Per Jacobsen, marknaðarleiðari í Suðuroyar Sparikassa Mikkjal Sørensen fekk ein málning av heimbygdini, Porkeri í fráfaringargávu frá umsjónar- ráðnum. Her er tað formaðurin í umsjónarráðnum, Lars Djurhuus, hm, sum handar honum málningin, sum Zacharias Heinesen hevur málað NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.