týsdagur 11. januar 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 6 - 11. januar 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
11. januar. Hyginus, deyður umleið ár 142. Valdur pávi
í 138, men varð fyribeindur, tá ið keisarin Antonius
Pius forfylgdi teimum kristnu
Í dag, týsdagin 11. januar
2005, hevur Hermundur
Zachariassen á Argjum 30
ára starvadag hjá Málinga-
handlinum í J.C. Svabos-
gøtu í Havn.
Í 30 ár hevur hesin sera
fryntligi og fyrikomandi
"unglingin" gingið millum
gardinstengur, rullugard-
inur, persiennir og billakk
í Málingahandlinum.
Hóast
Hermundur
er
deyvur, klárar hann seg
sera væl í hesum starvi,
hann er kvikur at lesa
munnin av, tá kundarnir
spyrja um eitt ella annað,
og hann dugir væl at gera
seg skilligan. Eisini brú-
kar hann blýant og pappír
at samskifta við.
Hann hevur gott eyga fyri
litum. Hóast billakk verður
blandað eftir ávísum for-
skriftum, er tað ikki altíð at
tað líkist heilt. Tá er Her-
mundur ein meistari í at fáa
tað at líkjast.
Hermundur er formaður í
Deyvafelagnum, og nógv
deyv koma inn á gólvið í
Málingahandlinum til eitt
hugnaligt "prát".
Hermundur er føddur í
Norðragøtu
20.
august
1937. Foreldrini vóru Ják-
up og Annelena Zacharias-
sen. Tey fingu sjey børn,
har fimm av teimum vóru
deyv.
8 ára gamal fór hann til
Danmarkar at ganga í
deyvaskúla í Fredericia.
Liðugur við skúlan fór
hann í læru sum bakari. Tá
hann kom heim til Føroyar,
arbeiddi hann hjá Frants
Restorff í Havn.
Um hesa tíðina møtti
hann Sólbjørg Mortensen
av Argjum, sum bleiv kona
hansara.
Sólbjørg og Hermundur
eigur 4 børn og 10 ommu-
og abbabørn.
Miðskeiðis í 60-unum
hevði Hermundur bakaríið
í Gøtu. Har bakaði hann
breyð og køkur, og seldi
bakaravørur til stóran part
av bygdunum har um leiðir.
Seinni arbeiddi hann á
bakarínum hjá Hallgrím
Miðberg í Saltangará.
Síðan flutti hann aftur til
Argjar, og fór at arbeiða í
Málingahandlinum í 1975.
Hermundur hevur nógv
frítíðarítriv, hann hevur
fingist nógv við at mála
málningar, og honum dám-
ar væl fótbólt - er GÍ-fan.
Hann
brúkar
fleiri
mánaðir av árinum við
Leynarvatn, har hann fiskar
laks.
Hann fylgir sera væl við
í hvat hendir úti í heimi,
hyggur eftir tíðindasend-
ingum í sjónvarpinum,
samskiftir nógv við fartele-
fon (sendir SMS) og sam-
skiftir við telduposti.
Nú hann er fyltur 67 ár,
er hann farin at arbeiða
hálva tíð í Málingahandlin-
um, men hann keðir seg
ongantíð. Hóast sítt brek,
hevur hann ikki ligið á latu
síðuni. Hann er ein glaður
lívsnjótari.
TÍÐINDASKRIV
Í nøkur ár hevur samkoman
Filadelfia í Havn havt
heimasíðu. Filadelfia hevur
júst gjørt eina nýggja
heimasíðu.
Samkoman metir, at tað
er av stórum týdningi at
fylgja við menningini inn-
an kunningartøkni og sam-
skifti.
Filadelfia ynskir at vera
ein viðkomandi, sjónlig og
opin samkoma. Tískil er
nýggj heimasíða smíðað og
evnað til.
Á heimasíðuni er fjøl-
broytt og viðkomandi tilfar.
Tey, sum vitja síðuna, fáa
innlit í visjónir og virksemi
hjá samkomuni. Skrá fyri
møtini eru at síggja á síð-
uni. Lýsing av sunnudags-
skúla-, barna- og ung-
dómsarbeiði er eisini tøk.
Stutt tíðindi kunnu eisini
lesast á síðuni. Undirvís-
ingar um bíbilsk evni verða
javnan løgd út á heima-
síðuna.
Áhugaverdar greinar um
viðkomadi samfelagsevni
eru at síggja á heimasíðuni.
Vitjið
heimasíðuna
www.filadelfia.fo.
Hermundur Zachariassen, Argir:
30 ára starvsdag hjá Málingahandlinum
Í dag, 11. januar, fyllir
vælkendi
heimasands-
maðurin Rólant Vidtfeldt
50 ár.
Rólant er sonur Jóhan
og Edith Vidtfeldt á
Sandi.
Sum ungur fór Rólant í
læru sum rørleggjari hjá
Herman Winther í Skop-
un og fekk sveinabræv í
1975.
Sama ár giftist Rólant
við Svanhild Lassen úr
Klaksvík, og settu tey
búgv heima á Sandi og
fingu tey børnini Jóhan,
Anniku og Annu Elisa-
beth.
Sama ári sum Rólant
fekk sveinaprógv, stovn-
setti hann egið rørleggj-
aravirki og fór eisini at
fáast við oljufýrservice.
Í 1977 fekk hann sær
handil innan VVS vinn-
una, og í 1983 víðkaði
hann handilin, sum í dag
umfatar so at siga alt utt-
an matvørur. Í dag starv-
ast eini 6 fólk hjá Rólanti.
Rólant
hevur
røkt
rættuliga nógv ábyrgdar-
størv eisini, millum annað
røkti hann sjúkrabilatæn-
astuna í Sandoynni, sum
Bil hevði um hendur, í 8
ár.
Rólant er partaeigari í
fyritøkunum Bil-& Mask-
inverkstaðurin og í Bil
Sandoy.
Frítíðina hevur Rólant
brúkt nógv innan Heima-
missiónsarbeiðið,
har
hann í mong ár hevur sitið
sum
stýrislimur
fyri
Missiónshúsið á Sandi.
Hann situr í dag í høvuðs-
stýrinum
hjá
Heima-
missiónini.
Onnur álitisstørv hevur
Rólant eisini, og kann
nevnast, at Rólant í 1996
var valdur í umboðsráðið
hjá Føroya Sparikassa og
valdur í stýrið fyri Spari-
kassan í 2002.
Føðingardagin heldur
Rólant heima, har opið
hús verður.
Rólant Vidtfeldt
50 ár
www.filadelfia.fo
Filadelfia við nýggjari heimasíðu