Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-11, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. januar 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 6 - 11. januar 2005 Fríggjadagin var mót- tøka í Suðuroyar Sparikassa, tí Mikkjal Sørensen hevur gjørt av at leggja frá sær og í hansara stað kemur Søren Lunell Bruhn. Mikkjal hevur drúgv- ar royndir banka- heiminum, men hann hevur ikki gjørt av, hvat hann nú fer at takast við STARV Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Hóast árini ikki eru so mong, so hevur Mikkjal Sørensen drúgvar royndir innan bankavinnu. Í 12 ár arbeiddi hann í Sjó- vinnubankanum og í 19 ár í Suðuroyar Sparikassa, har hann røkti stjórastarvið. Tað var 1. september í 1973, at Mikkjal Sørensen fór í læru í Sjóvinnubank- anum. Fyrstu mánaðirnar starvaðist hann í deildini á Tvøroyri, men síðani starv- aðist Mikkjal í Havn. Í nov- ember 1978 fór hann á deildina í Vági at arbeiða, tá hendan kom í Vági, og har starvaðist Mikkjal til september í 1985, tá hann tók við sum stjóri í Suður- oyar Sparikassa. Men eftir góð 19 ár sum stjóri í Suðuroyar Spari- kassa, gjørdi Mikkjal her- fyri av at leggja starvið frá sær og lata nýggjar kreftir koma til. Júst hvat hann nú fer at takast við, hevur hann ikki avgjørt, men fyrstu tíðina ætlar hann at taka sær av løttum. Mikkjal er nývaldur í Porkeris Kommunu og eitt av hansara fremstu ítrivum er seyðahald, so honum nýtist ikki at liggja á løtu síðuni, nú stjórastarvið ikki longur er í fremstu røð. Á almennari móttøku í Suðuroyar Sparikassa fríggjadagin takkaði Mikkjal øllum teimum, sum høvdi gjørt árini í Suðuroyar Sparikassa góð og áhugaverd. Eisini takk- aði hann familjuni, sum hevði funnið seg í, at Spari- kassin altíð kom fyrst. Starvsfólk og nevnd takkaðu eisini Mikkjali og til gávus fekk hann málning eftir Z. Heinesen og ein fjallstav, sum Nigro Her- mansen hevur evnað til. Mikkjal hevur seinnu árini havt áhuga fyri list, serliga málningalist, og hevur hetta eisini sæst aftur í Suðuroy- ar Sparikassa, ið hevur stuðlað og keypt fitt av list seinnu árini. Suðuroyar Sparikassi hevur hesi árini, Mikkjal hevur røkt stjórastarvið, vaksið virksemið sítt einar 4 ferðir. M.a. hevur stovn- urin nú eisini deild í høvuðsstaðnum. Mikkjal Sørensen hevur verið løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin frá 1991 til 1994 og hevur í fleiri um- førum verið varamaður. Mikkjal er giftur Jastrid (f. á Dul) úr Havn og børn teirra eru Eiler, Jákup, Dania, Hanna og Tórur. ?rodboHfkdëPJPëMlpq_lhp.-26ëCL*..-Qˆope^sk ∏?rodboHfkd^kaTelmmbo^obobdfpqbobaqo^abj^ohplcqeb?rodboHfkd@lomlo^qflk Pq^ospcˆih qfi?rodboHfkdÒPJP >cq^kÁph¸i^qÒø P∞hqsboørobcqfocˆihfJ,H^q^o_bfø^k^ho^oqÒj^orjsfhrk^*bcqfoph¸i^qÒøldÒsfhr*phfcqrkrj*^q_vog^phgˆq^pqqfi_bo+Bfqqpbo^s≠ibdk^pq^osrjq¸boqibp^kaf+ Boqq¸lmfk)sfohfkldo∞hfk)plboqq¸h^kph^bfk^sqbfjrj)sfqibfq^bcqfo+Sfqs≠kq^)^qq¸bfkpldsfqborqfiobfø^o^qsbfq^hrkarjlhh^o^bfk^phgˆq^lddˆø^q≠k^pqr+Sfqi≠o^qbdÁpq^økrj+++ Crii^qÒø P∞hqsboørobcqfocˆihfJ,HqficriiqÒø^opq^os*rja^dfk)hs∞iaføldÒsfhrphfcqrkrj*^q_vog^phgˆq^pqqfi_bo+ Boqq¸lmfk)sfohfkldo∞hfkldaÁj^os≠i^q^o_bfø^)e^oq^øsborifd^ebkafok^h^ø)plboebqq^q^ø+Q^ødbolkhf)rjq¸ebsroeˆph^kafolvkafo+Sfqi≠o^qbdÁpq^økrjldbcqfoebqq^dbopqq¸bfqq^sÁifqfppq^osp*cˆihrjlhh^o^+Sfqdibø^lhhrj^qelvo^coÁq≠o+++ Pbkarjpˆhkfk^ldj∞drifdsføj≠ifqfi7?rodboHfkd)PJP)Mlpq_lhp.-26)..-Qˆope^sk+Q^ø_bobfpfkfqfi^qp∞hg^_bfkibføfpÁfkqbokbqfkrj*evddÁttt+pjp+clmbqro#mbqroë0/-54- Bankastjóri lagt frá sær NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Mikkjal Sørensen takkar fyri seg sum stjóri í Suðuroyar Sparikassa Mynd: Áki Bertholdsen Allan januar mánað eru myndir hjá Heðin Kambs- dal at síggja í Riberhús í Fuglafirði. Talan er fyri tað mesta um málningar, sum eru gjørdir fyri kortum. Íblástur er úr tí dialektiska nærumhvørvinum - úr nátt- úruni, dag og nátt, ljós og myrkur o.s.fr. Onkur and- litsmynd er eisini á skránni. Heðin Kambsdal er fødd- ur í 1951 og hevur í mong ár fingist við málningalist. Hann hevur verið við á nógvum varmakeldufram- sýningum, ólavsøkufram- sýningum, várframsýnin- um, Lionsframsýningum og eisini í Smiðuni í Lítlu- vík. Haraftruat hevur hann sýnt fram sínar myndir uttanlands, millum annað í Lemvig, Herning, Ålborg, Hjørring og Frederikshavn. Framsýningin letur upp mánadagin 10. januar og eru øll hjartaliga vælkomin at hyggja framvið og síggja framsýningina. Myndirnar eru til sølu og eru at síggja í upplatingartíðini mánadag - fríggjadag frá kl. 15.00 - 17.30 og leygardag frá kl. 11.00 - 13.00. Heðin Kambsdal í Riberhús