týsdagur 11. januar 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 6 - 11. januar 2005
15
Á veg út á økið, sum
vit skuldu ganga á,
sorteraði minnið
fram tær keðiligastu
lutaseðlahending-
arnar. Fólk, sum ikki
vóru áhugað at keypa
lutaseðil frá okkum
smáu, frystu smá-
gentum, og sum á
óstortligan hátt lótu
okkum vita tað. Men
longu í fyrsta hús-
inum fann eg útav, at
hesin túrurin fór at
verða heilt øðrvísi
BÚSSUINNSAVNANIN
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Aulan í Kommunuskúla-
høllini var stúgvandi full, tá
vit komu innar. Postmenn-
inir vóru eyðkendir í teirra
bláu klæðum, men restin av
fólkinum var ein blanding
av ungum og gomlum, høg-
um og lágum.
Nøkur orð vórðu søgd, og
so varð farið undir at bólka
fólkið. Eini 3 ella 4 fólk
skuldu fylgja við hvørjum
postmanni.
Summi vóru har av
sínum eintingum, meðan
summi vórðu biðin um at
hjálpa til. Hvussu var og
ikki, so skuldu vit í felag nú
banka á hvørjar dyr í Havn-
ini, væl vitandi um, at sama
fór fram alla staðni runt um
í landinum.
Tað tók eina løtu at finna
øll fólkini, sum skuldu
ganga ymisku ruturnar. Tey
skuldu beinast á rætta leið,
og finna júst tann post-
mannin, sum tey skuldu
fylgjast við. Navn og tele-
fonnummar skuldi latast
afturfyri hvørja bússu, so-
leiðis at skil var á.
Umframt bússurnar fingu
vit eisini girokort, sum
skuldu leggjast í postkass-
an, um fólk ikki vóru inni.
Og so varð hildið til brots.
Bank, bank uppá
Kenslan var nakað tann
sama, sum tá vit fyrr í tíðini
vórðu sendar út at selja
lutaseðlar fyri líkt og ólíkt.
Á veg út á økið, sum vit
skuldu ganga á, sorteraði
minnið fram tær keðiligastu
lutaseðlahendingarnar.
Fólk, sum ikki vóru áhugað
at keypa lutaseðil frá okk-
um smáu, frystu smágent-
um, og sum á ógvuliga
óstortligar hættir lótu okk-
um vita tað.
Men longu í fyrsta húsin-
um fann eg útav, at hetta fór
at verða nakað heilt annað
enn ein drúgvur og til tíðir
ógvuliga keðiligur luta-
seðlatúrur.
– Áh, eru tað tit frá
Reyða Krossi, eru tit her
longu. Ja, hygg, her havi eg
lagt mær pengarnar klárar,
og her er eisini okkurt gott
at ganga uppá.
Pengarnir klárir og ein
fullan neva av karamellum.
Smíl og prát. Hetta var ikki
eiti á. Og soleiðis var í
teimum allar flestu húsun-
um. Fólk vóru blíð og vin-
arlig, og vóru fús at sleppa
pengunum í smølu rivuna í
bússunum. Fleiri staðni,
har fólk ikki vóru inni,
hingu brævbjálvar á hurðini
við reyðum krossum á. »til
reyða kross«. Sjálvt veðrið
var við okkum, turt, klárt
og ikki serliga kalt, hóast
gler á vegnum.
Vit, sum gingu á niðara
parti av rutu 11, vórðu allar
ovfarnar av, at fólk sýndu
so stóran blíðskap og gávu-
mildni. So hvørt sum búss-
an tyngdist, gjørdist sinnið
lættari, og vit vóru allar
veruliga glaðar um, at vit
vóru
farnar.
Keðiligu
ímyndirnar, sum vit allar
høvdu undan túrinum, at vit
nú skuldu ganga hurð til
hurð og plága fólk um
pengar, vórðu væl og virði-
liga blástar burtur av tí
stóru gleði og blíðseminum
vit møttu. Fólk væntaðu
okkum, og tey bíðaðu inntil
vit komu.
Serliga fleiri av børnun-
um hildu tað vera spenn-
andi.
Setningar
sum
»Mamma, nú eru fólkini
við teimum reyðu bússun-
um her.« ella »kann eg
sleppa at koyra pengarnar
í«, ímeðan tey hálvavegna
krógvaðu seg aftanfyri ann-
að beinið á mammu síni,
vóru stuttligir at hoyra, tí
tað prógvaði, at sjálvt børn-
ini høvdu hoyrt um inn-
savningina og ynsktu at
vera ein partur av henni.
Tað gekk bæði skjótt og
væl hjá okkum, og áðrenn
vit vistu av, var túrurin
liðugur.
Uppteljingin
Í bankanum var at kalla ein
skipað rokan í fjøruni.
Bússurnar máttu skerast
upp, og tað sá ikki tespiligt
út, tá allir bankamenninir í
slipsi og skjúrtu gingu og
svingaðu við hvør sínum
stóra knívi innanfyri diskin.
Bæði innanfyri og uttanfyri
diskarnar sóust eyðkendu
reyðu bússurnar. Nakrar
heilar, aðrar kruvdar.
Uttanfyri
diskin
var
bíðirøð, og tað sást á fólki,
at tey høvdu havt somu
uppliving sum vit. Glað,
spent og við reyðum kjálk-
um aftaná túrin, stóðu tey
og bíðaðu eftir knívamonn-
unum innanfyri diskin. Tá
teirra tørn kom, hugdu tey
at, ímeðan kviku og vandu
bankafingrarnir taldu pen-
ingin saman, og útskrivaðu
eina kvittan fyri, at pening-
urin var latin inn.
Síðani
niðanaftur
í
Kommunuskúlaauluna, har
kvittanin frá bankanum
skuldi latast inn, og ein
krossur skuldi setast í
skemaði hjá Reyða Krossi.
– Kvittan fyri bússu nr
550, X, soleiðis, takk fyri
hjálpina. Tú kanst fáa tær
ein drekkamun har, ger so
væl.
Aftur eitt smíl.
Á veg heim tosaðu vit um
henda seinnapartin, sum
gjørdist so nógv øðrvísi
enn vit høvdu væntað. Vit
vóru allar tiknar á bóli av
vinseminum undir Varða,
og samdust um, at hetta var
ein fínur háttur at spendera
ein sunnudag seinnapart.
Ein góður túrur, bæði fyri
sinn og skinn.
Hey – vit koma frá Reyða Krossi
Fleiri staðir, har fólk vóru farin út, hingu tílíkir brævbjálvar á
hurðunum
Vælvandu bankafingrarnir gingu kykir, tá innsavnaði pening-
urin kom inn. Øll vóru spent at vita, hvussu nógv innsavningin
gav
Ein skipað rokan í fjøruni var í bankunum og sparikassunum, tá innsavnararnir komu oman at tøma bússurnar. Ein løta var at
bíða og summi fingu sær sess, ímeðan bíðað varð
Reyðu bússurnar vóru at síggja allastaðni í bankunum. 170 savnarar við hvør síni bússu
bankaðu á hvørjar dyr í Havnini