týsdagur 11. januar 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 6 - 11. januar 2005
Ernst Sondum Dals-
garð og Kári p vórðu
stjørnurnar. Strongda
sjónvarpsmanningin
fekk kompliseraðu
kabalina at ganga
upp, meðan Poul
Jákup Thomsen tusk-
aði runt. Ársins
nýggjárskonsert, sum
samstundis var eitt
innsavningartiltak til
neyðstøddu offrini í
Suðurasia, var ein
succes. Slakar seks
milliónir vórðu
savnaðar
REPORTAGA
Heini í Skorini og Páll
Holm Johannesen
Heini_skorini@yahoo.com
og pall@sosialurin.fo
Klokkan er 17.58, og nú
stundar veruliga til, at kon-
sertin fer av bakkastokki.
Alla vikuna hevur verið
tosað og skrivað um stór-
fingnu konsertina, sum skal
vera endaspurturin á inn-
savningini
hjá
Reyða
Krossi.Tá tú kemur inn í
forhøllina, varnast tú skjótt,
at hetta er eingin tilvildarlig
konsert. Útvarpið og Sjón-
varpið hava boðað frá, at
tey senda konsertina bein-
leiðis út í hvønn krók í
kvøld.
Góðan tíma undan start-
skotinum renna teknikarar,
vertir, samskiparar, hjálpar-
fólk og sminkøsir í forhøll-
ini. Hetta er seinasta freist
at fáa síðstu bitarnar í
fyrireikingunum
upp
á
pláss. Tropparnir hjá SvF
savnast í brekkuni í forhøll-
ini. Øssur Winthereig og
Høgni í Jákupstovu geva
seinastu boðini, áðrenn
farið verður út í luftina.
Spenningurin er, sum hann
plagar at vera, áðrenn eina
beinleiðis sending. Kortini
tykist sjónvarpsmanningin
hava tamarhald á støðuni.
Hvørki illbønir ella kjafta-
slit eru at hóma.
Vertirnir hjá SvF, Bogi,
Tórður og Sigrun eru eisini
til reiðar. Maiken hevur
rættað slipsaknútarnar, sett
hárið, putrað og smurt
maskara, so tey trý verða
etilig hjá føroya fólkið
komandi fýra tímarnar.
Rundan um kantinuna í
forhøllini ganga mannligu
kórsangararnir við sang-
mappunum undir arminum.
Baksið við at lata seg í
butterflyina og at strúka
svørtu buksurnar og hvítu
skjúrtina er av, og nú er
bara at brynja seg við toli
til boð verða eftir teimum í
konserthøllini. Flestu teirra
eru álvarsamir og royna at
savna tankarnar. Teir ganga
í hvør sínum lagi í forhøll-
ini, og tað tykist sum um
teir helst vilja hava frið,
áðrenn teir skulu á pallin.
Meðan stemningurin í
forhøllini millum kórsang-
ararnir tykist vera álvar-
samur og friðarligur, er lítið
friðarligt yvir Pollaranum.
Poul Jákup Thomsen tuskar
í sínum eyðkenda stíli runt
sum eitt óløgi millum for-
høllina, Klingruna og kon-
sertsalin.
Tey
seinastu
praktisku tingini eru við at
koma upp á pláss. Áhoyrar-
arnir, sum koma inn í for-
høllina úr illfýsna veðrin-
um royna at fanga hann á
máli, men hann er noyddur
at gera skjótt av, tí kon-
sertin er við byrja, og alt er
eftir øllum døma ikki
komið heilt komið upp á
pláss.
Seinasta hálva tíman
tysja fólk inn í Norður-
landahúsið, og góðar 10
minuttir fyri startskotið eru
nærum allir stólarnir upp-
tiknir. Nógv eru farin í
fínasta stás til konsertina.
Stutt fyri byrjan kemur
Kári p gangandi eftir trapp-
unum oman í Klingruna.
Fólkakæri vísusangarin er
smæðin og hyggur niður í
gólvi. Fólk í salinum eru
skjót at venda eyguni ímóti
Ernst og Kári p vóru stjørnurnar
Eitt av hæddarpunktunum á nýggjárskonsertini vóru tey trý Teitur Lassen, Eivør Pálsdóttir og Kári p. Tey sungu tvey løg hvør og endaðu so saman við "Súrligar nætur í Keypmannahavn" hjá
Kára P
Yndisligi sangfuglurin, Sigrid Rasmussen, kann annað enn at
syngja. Sunnukvøldið var hon millum strúkararnar í Føroya
Symfoniorkestri
Ernst Sondum Dalsgarð skaraði snøgt sagt fram úr
sunnukvøldið.