týsdagur 11. januar 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
honum og peika og teska.
Hetta er óivað fyrstu ferð í
fleiri ár, at fólk fáa møgu-
leikan at síggja frálíka
troubadurin framføra, og
spenningurin er stórur.
Høvuðspersónurin letur
sum einki og setur seg
friðarliga niður á ein av
aftaru stólunum í salinum,
og bíðar til, at konsert
byrjar.
----------
So byrjar formligi parturin,
sum verður sjónvarpssend-
ur. Løgmaður lýsir tøgn í
tríggjar minuttir, og tað
hevur sjáldan verið so
friðarligt millum so mong
so leingi. Men tøgnin verð-
ur móti endanum brotin, tá
onkur ikki longur fær hildið
sær og hostar harðliga og
hart.
So fer tónleikurin í
gongd, og í hvørjum steðgi
sæst Poul Jákup renna runt
sum fluga í fløsku. Hann
missir knappliga ein bunka
av nótum, sum hann á
øllum fýra má savna saman
aftur. Nú gerst tað ov heitt
fyri spelandi samskiparan,
og hann fer úr klædning-
sjakkanum.
Tónleikurin gongur við
fullari ferð, og eingin ivi er
um, hvør stjørnan er. Eftir
at dupultkvartettin í Ebe-
nezer hevur brillierað, er
Ernst Sondum Dalsgarð
kongurin í Norðurlanda-
húsinum, og sum ein rættur
Don Juan við síðum hári
forførir hann alt og øll.
Umframt
operarøddina
hevur hann sjarmuna og
útstrálingina, sum tryggjar
honum
stjørnustatus.
Í
einum steðgi kemur hann
troyttur út í kafeteriuna í
forhøllini. Hann sigur seg
vera svangan og tystan, og í
einum slúkar hann eina
sodavatn við onkrum aftur-
við. Hann tuskar backstage,
og lítla løtu seinni er hann
aftur á palli.
Meðan Ólavur Jakobsen
præsenterar næsta stykki,
og klassiski tónleikurin frá
symfoniorkestrinum fyllir
høllina, stendst ósemja
millum SVF manningina
úti í forhøllini. Øssur vil
hava greiðu á, um pen-
ingaliga ískoytið frá lands-
stýrinum er íroknað í milli-
ónaupphæddina á skerm-
inum. Skjótt verður semja,
eftir at Sigrun Brend hevur
ræssonerað seg fram til, at
milliónirnar frá landsstýr-
inum ikki eru millum tær
fimm
milliónirnar,
vit
higartil eru komin upp á.
Symfoniorkestrið heldur
fram við at bergtaka, í øll-
um førum fyri ein amatør-
lurtara. Ein fyrrverandi
strúkari í symfoniorkestr-
inum heldur í steðginum
fyri, at mistøkini eru ov
nógv og tónlistarliga dygd-
in ov vánalig. Meðan
summi krympa tærnar og
snerkja, sita onnur við
tárum í eygunum og njóta
himmalska tónleikin. Mun-
ur er á monnum.
Sum heild tykist alt
ganga, sum tað skal, og
Tórður Mikkelsen hevur
enntá stundir til eitt prát.
Eingin panikkur, og fyri-
reikarar tykjast hava tam-
arhald á stóra tiltakinum.
So er klassiski tónleikur-
in frá symfoniorkestrinum
liðugur,
og
konubrotið
Sigrid Sivertsen framførir
saman við barnakórinum
Dropar. Kári Sverrisson
foldar seg síðani út saman
við hinum báðum í Enekk,
áðrenn Teitur, Eivør og
Kári p koma á pallin, og
fólk koma rennandi úr
forhøllini innaftur í høllina.
Tey trý sjarmera seg inn í
hjørtuni á áhoyrarum, og
fagnaðurin og lógvabrestir-
nir vilja ikki steðga, tá tey
eru liðug. Stjørnutrioin
kemur innaftur á pallin,
men vit áhoyrarar fáa ikki
tað
eykanummarið,
vit
høvdu vónað.
Síðani kemur Aldubáran
við Karl Martini Sam-
uelsen og Annu Mariu
Olsen, og so endar tiltakið
við stóru finaluni, har øll
eru á palli.
-----------
Eftir tiltakið tykjast and-
litsbrøgdini tala fyri seg.
Øll smílast, og Teitur kann
ikki halda sær og hálsfevnir
Suna Vinther, sum seinastu
dagarnar
hevur
verið
atypiska celebrity-stjørnan
í føroysku fjølmiðlunum.
Eitt lítillátið, sympatiskt og
stórt menniskjað. Gissur,
Poul Jákup, sjónvarpsfólk,
løgmaður, mentamálaráð-
harrin, tónlistafólk skifta
orð og frøðast.
Men millum smílandi
andlitini skundar ein stygg-
ur maður við guitara á baki
sær avstað. Øll vilja háls-
fevna og heilsa uppá fólka-
kæra troubadourin, men
hann er einki við uppá at
steðga á. Kári P hevur
leverað vøruna, fólk vilja
sýna honum takksemi, men
hann er einki við uppá at
hoyra lovsongsorð. Hann
sleppur sær skjótt út í
myrkrið og illfýsna veður-
lagið.
Vit onnur fara nakað
seinni aftaná út í bilarnar.
Glað fyri eina tónlistarliga
uppliving av teimum stóru,
og mitt í sorgini eru vit
eisini glað fyri, at smáu
oyggjarnar í Norðuratlants-
havi eisini kunnu luttaka í
hjálpini
til
neyðstøddu
offrini í Suðurasia. Enda-
liga úrslitið av innsavn-
ingini gjørdist slakar seks
milliónir. Óført.
Kvøldsins
vísdómsorð
átti indiska Kalpana, sum í
sjónvarpinum heitti á før-
oyingar um at halda fram
við hjálpini. Spurningurin
er so, um talan er um eitt
eingangsflipp,
ella
um
globala
samvitskan
og
solidariteturin fer at halda
fram.
Nr. 6 - 11. januar 2005
17
Reaktiónir á
næstu síðu
Í komandi blaði verður ummæli av ársins
nýggjárskonsert, har hugt verður nærri at
tónlistarliga partinum av stóra tiltakinum
Frálíka barnakórið, Dropar, sang tríggjar sangir eftir norðmannin, Hans Inge Fagervik
Myndir:
Jens Kristian Vang
Dirigenturin hjá Føroya Symfoniorkestri og hálvi føroyingurin Bernharður Wilkinson leikaði í sunnukvøldið. Entusiasman og
hugurin lýsir, tá Bernharður er í hopla