Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-11, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. januar 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 6 - 11. januar 2005 Sosialurin hitti sunnukvøldið eftir konsertina fimm persónar, sum hava havt ymsar lyklaleiklutir á nýggjárskonsertini: Teitur Lassen, tónleikari og fyrireikari: Hvussu hilnaðist tiltakið? Vit kunnu staðfesta, at tað var rætt at leggja stuðulstiltakið saman við nýggjárskonsertini. Ein rúgva av fólki hevur verið við til at fáa alt at rigga, og samanlagt hevur ein stórur innsatsur verið lagdur í arbeiðið.Tá fólk hava verið so samarbeiðsvillig, hevur tað tó verið lætt at samskipa. Hvat var tónlistarliga hæddarpunktið? Sum heild var tónlistarliga støðið høgt, og tí er torført at vísa á nakað ávíst. Men persónliga var tað fantastiskt at hoyra Kára P aftur, og so slepst ikki undan at nevna Ernst Sondum Dalsgaard. Skuldu slíkar stuðulskonsertir verið afturvendandi? Eg meti avgjørt, at vit skuldu gjørt innsavning afturvendandi í Føroyum og ikki bert fremja átøk, tá stórar einstakar vanlukkur fara fram. Um flóðaldan ikki var, kundi peningurin t.d. farið til Darfur í ár, og við tað at tørvurin altíð er stórur, skuldu vit gjørt slíkar innsavningar oftari. Suni Vinther, formaður í Reyða Krossi: Hvussu hilnaðist tiltakið? Eg má siga, sum eg so ofta havi sagt fyrr, at eg eri ovfarin um undirtøkuna og vælviljan í Føroyum. Mín uppgáva hevur mest verið at taka telefonina og nikka samtykkjandi við øllum uppskotum og stigum, fólk hava borðreitt við. Eg hugsaði við mær sjálvum, at um vit komu uppá eina millión, skuldu vit vera nøgd, og tá avtornar er talan um fleiri ferðir upprunaliga málið. Hvat var tónlistarliga hæddarpunktið? Nei, eg havi ikki skil fyri tónleiki og kann ikki vísa á nakran ávísan favoritt. Eg havi eisini havt so nógv annað at hugsa um gjøgnum kvøldið, at hasum eri eg ikki førur fyri at svara. Skuldu slíkar stuðulskonsertir verið afturvendandi? Jú, vit hava avgjørt fingið blóð á tonna at gera slíkt oftari, og tað kann væl hugsast, at innsavningartiltøk skuldu verið oftari á skránni. Men so má eg leggja afturat, at innsavningartiltøk eru oftari, enn ein heldur, tí tiltøkini fáa sjáldan tað uppmerksemi, sum fjølmiðlarnir hesaferð hava sýnt. Kári Sverrisson, tónleikari: Hvussu hilnaðist tiltakið? Sum heild hevur tiltakið verið sera gott. Hvat var tón- listarliga hæddar- punktið? Við tað at eg mest havi hugsað um okkara egnu framførslu seinni um kvøldi, havi eg ikki lurtað so intenst eftir hinum tónlista- fólkunum, og tí kann eg ikki nevna nakran ávísan favoritt. Men mín fatan er, at tónlistarliga støðið sum heild hevur verið høgt. Skuldu slíkar stuðulskonsertir verið afturvendandi? Tað er eitt gott hugskot at gera slík stór stuðulstiltøk afturvendandi, tí tørvurin kring heimin er altíð stórur.Vit kunnu nevna, at amerikumenn seinnu árini eru farnir inn og hava bumbað tvey lond, sum í dag hava tørv á, at vit onnur hugsa um tey og gera tað sama, sum vit nú hava gjørt fyri suðurasiatisku londini. Hvat var tónlistaliga hæddarpunktið? Mítt persónliga hæddarpunkt var tey trý Teitur, Kári p og Eivør. Tað var ótrúliga stuttligt at hoyra tey saman, og ikki at minst síggja Kári p aftur á palli. Skulu slíkar stuðulskonsertir verið afturvendandi? Eg haldi avgjørt, at vit eiga at skipa slíkum stuðulskonsertum á hvørjum ári. Tað eigur ikki at vera neyðugt, at stórar vanlukkur skulu til, áðrenn vit veruliga fara undir at savna pening til tey neyðstøddu. Hesaferð havi eg havt tónleikin um hendið,og vit kundu sum einki havt konsertina koyrandi til klokkan sjey í morginárini, um tað skuldi verið, tí ein rúgva av tónleikarum høvdu ætlað sær við í kvøld. Sum samskipari í tónleikabólkinum fyri Reyða Kross vil eg eisini í tí sambandi takka øllum tónleikarunum fyri teirra fantastiska stuðul í kvøld. Gissur Patursson, samskipari í tónleikabólkinum Sigrun Brend, sjónvarpsvertur á stuðulskonsertini Hvussu hilnaðist tiltakið? Hetta hevur verið heilt fantastiskt.Fyrireikingarnar síðstu dagarnar hava verið í topp, og tað sæst eisini aftur í kvøld.Vit høvdu ongar trupulleikar, tí alt riggaði sum tað skuldi, og tað er deiligt. Hvat var tónlistaliga hæddarpunktið? Har var nógvur ómetaliga góður tónleikur í kvøld. Mín persónligi favorittur var Ernst Sondum Dalsgarð.Eg bráni hvørja ferð,tá eg hoyri hansara ótrúligu rødd. Tað var eisini ótrúliga stuttligt at hoyra Kári p aftur á palli,og ikki minst,tá hann framførir við tveimum so evnaríkum tónleikarum sum Eivør og Teiti Skulu slíkar stuðulskonsertir verið afturvendandi? Jú, eg haldi tað er skilagott at skipa fyri slíkum stuðulskonsertum, men eg beri tíverri ótta fyri, at slíkar vanlukkur skulu til,áðrenn tú veruliga fært fólk úr stólinum.Í hesum førinum hava fólk nakað at identifisera seg við,og tað skal nokk til, um vit skulu megna at savna pening inn í sama mun,sum vit hava gjørt í kvøld. Eg rokni tíverri ikki við,at motivatiónin hjá fólki verður tann sama hvørt ár at veita neyðhjálp,um tey ikki fáa identifisera seg við staðið, sum neyðhjálpin verður veitt til. Hvussu hilnaðist tiltakið? Hetta var heilt ólukksáliga gott. Fólk hava sýnt ein ótrúligan vilja fyri at fáa tiltakið at koyra.Sjónvarpið og útvarpið skulu hava rós fyri at hava fyrireikað seg ótrúliga væl. Góða fyrireikingin sást eisini aftur, tí alt riggaði til fulnar frá byrjan til enda.