Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-11, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. januar 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 ára gamli lamba- maðurin, sum í fleiri ár hevur verið við til at mynda toppin í kappróðrinum heima á landi, staðfesti leygardagin, at hann í løtuni er besti rógvarin í Jyllandi KAPPRÓÐUR Jóannes Hansen Í teimum allar síðstu tøk- unum í ólavsøkuróðrinum í fjør var Jón Rosenblad við til at syrgja fyri, at Havnar- báturin vann meistara- heitið. Tað var - fyribils í hvussu so er - endabrest- urin á róðrarkarrieruni hjá Jón heima á landi. Hann er fyri stuttum farin til Århus í lestrarørindum, men úr- slitið í kappingini um jyska meistaraheitið í innandura rógving, sum var í Århus leygardagin, boðar ikki frá, at Jón ætlar at sleppa kappróðrinum. Í kappingini á 2000 metrum var Jón, sum nú umboðar Aarhus Roklub, bestur av øllum. Hann róði 2000 metrar á maskinuni í tíðini 6.12.1. Næsti maður kom á mál í tíðini 6.15.5. Tað vil við øðrum orðum siga, at sigurin hjá Jón var rættuliga trivaligur. - Eg havi vant miðvíst á maskinunum síðani á Ólavsøku í fjør. Úrslitið í hesi kappingini vóni eg kann nýtast sum lopfjøl til at sleppa upp í part umborð á onkrum báti her, segði Jón Rosenblad leygar- kvøldið við Útvarp Føroya. 26 ára gamli Jón Rosen- blad er ættaður úr Lamba, og hann hevur í nógv ár verið ein av føstu fúsunum í føroyskum kappróðri. Trý tey seinastu árini hevur hann verið umborð á Havn- arbátinum. Frammanundan var hann umborð á Eystur- oyingi. Um Jón fær onkran stuðul at hjálpa sær við ferðaseðlinum, so ætlar hann sær at luttaka í FM í innandura rógving, sum verður seinni í hesum mánaðinum. - At sita við maskinuna er ikki sum at rógva við føroyska kappróðrarbátin- um. Hetta er sama slag av rógving, sum talan er um umborð á donsku og harvið altjóða bátunum. Eg eri sinnaður at royna møgu- leikan niðri, og eg vóni, at úrslitið í dag fer at gloppa onkrar dyr, segði Jón Rosenblad við Útvarpið. Hann ætlar sær nú at luttaka í fleiri innandura kappingum í Danmark. Nr. 6 • týsdagur • 11. januar 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Knotur eru í Jón Rosenblad Lambamaðurin Jón Rosenblad gjørdi bart um vikuskiftið og vann Jútska meistaraheitið í innandurða rógving mynd: www.drekin.fo veitst tú ikki tað?