týsdagur 11. januar 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Tað eydnaðist VÍF at
vinna ein sera tættan
dyst móti H71 í
Vestmanna sunnu-
dagin, og tá ið Kyndil
samstundis snávaði á
Skála, eru vestmenn-
ingar nú einsamallir á
odda
HONDBÓLTUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Lagt var upp til ein spenn-
andi dyst, tá ið VÍF og H71
hittust í høllini í Vestmanna
sunnudagin. Hesi bæði
liðini hittust eisini í sein-
asta dystinum í grundspæl-
inum, og tá endaði tað við
javnleiki í Hoyvíkshøllini.
Nógv skotstyrki
Nógv fólk høvdu leitað sær
í høllina í Vestmanna, og
eins og strandingar høvdu
teir í VÍF avgjørt, at allur
peningurin, ið kom inn í
atgongumerkjasøluni, fór
óskerdur til Reyða Kross,
og harafturat høvdu dóm-
ararnir báðir eisini játtað, at
dómarasamsýningar somu-
leiðis fóru til Reyða Kross.
Hjá vestmenningum kom
tað væl við, at Sámal Joen-
sen var við aftur, eftir at
hann hevur sitið uttan fyri í
eina tíð við skaða. Við
Sámali aftur á liðnum fekk
VÍF styrkt álopsspælið hjá
sær munandi, og tað er
neyvan ov nógv sagt, at
vestmenningar í júst Sámali
og Áka Olsen eiga tveir teir
bestu bakkarnar í landin-
um.
Ikki tí, hoyvíkingar hava
sanniliga eisini nakrar stór-
ar og góðar skjúttar. Lið-
skiparin og undangongu-
maðurin á H71-liðnum,
Halgir Dahl-Olesen, er
altíð góður fyri nøkur mál,
og tá ið H71 harafturat
hevur menn sum Henrik
Gerster og Piti Negu, so
bilar skotstyrkini einki.
Tað er heldur ikki ov
nógv sagt, at ein rættuliga
stórur partur av málunum í
dystinum
sunnudagin
komu upp á langskot.
Gekk javnt á
Tað gekk annars rættuliga
javnt á í dystinum í Vest-
manna. Serliga í fyrra
hálvleiki skiftust liðini um
at hava leiðsluna, og sjáld-
an vóru fleiri enn tvey mál
á muni millum liðini.
Tað var týðuligt, at vest-
menningar høvdu stórar
trupulleikar av stóru skjútt-
unum hjá hoyvíkingum, og
serliga vóru tað teir báðir
Halgir Dahl-Olesen og Piti
Negru, sum góvu verjuni
og málverjanum hjá vest-
menningum grá hár í
høvdið. Tað skal tó eisini
nevnast, at verjan hjá VÍF
ikki hevði ein av sínum
bestu døgum, og tí var
málverjin Dejan Lacok ofta
prísgivin.
Í hinum endanum høvdu
hoyvíkingar stórar trupul-
leikar við at steðga einum
sera væl uppløgdum Áka
Olsen, sum nú av álvara
tykist verða komin fyri seg
eftir drúgva skaðan, og við
Áka aftur í toppform eru
vestmenningar
styrktir
munandi. Áki skeyt ikki
færri enn 13 mál sunnu-
dagin, og hevði tað ikki
verið fyri einum vælleik-
andi Levi Nybo í málinum
hjá hoyvíkingum, so vóru
málini óivað fleiri í tali.
Eina løtu um miðjan
fyrra hálvleik, hevði VÍF
hug til at fara frá H71, men
so svaraðu hoyvíkingar
aftur, og tá ið komið var til
hálvleiks, stóð á jøvnum
17-17.
Spenningur til tað
síðsta
Í seinna hálvleiki helt javna
gongdin fram. Onkuntíð
vóru hoyvíkingar á odda,
men sum oftast vóru tað
vertirnir úr Vestmanna,
sum høvdu leiðsluna, men
talan gjørdist ongantíð um
nakra avgerandi leiðslu
Tað var ikki fyrr enn í
seinastu løtu av dystinum,
at avgerðin í veruleikanum
fall. Gamaní vóru vest-
menningar á odda við trim-
um málum einar sjey
minuttir fyri leiklok, men
hoyvíkingar svaraðu aftur
og minkaðu munin niður í
eitt mál, og tá ið fýra
minuttir vóru eftir at leika,
var støðan 31-30 til VÍF.
Men seinastu fýra minuttir-
nar vóru tað bert vest-
menningar, ið megnaðu at
fáa bóltin í mál, og tað
gjørdu teir tríggjar ferðir,
soleiðis at endaliga úrslitið
gjørdist 34-30 til VÍF, sum
altso er einsamalt oddalið í
Atlantic Airways kapping-
ini, nú fyrsta umfar í enda-
spælinum er farið aftur um
bak.
Aftur í eldin í morgin
Bæði hesi liðini, sum dyst-
aðust í Vestmanna sunnu-
dagin, skulu aftur í eldin
longu í annaðkvøld. Tá eru
tað nevnliga fyrru hálv-
finalurnar í Coca-Cola
kappingini, sum eru á
skránni.
Vestmenningar skulu til
Havnar, har teir skulu spæla
móti arvafíggindunum úr
Kyndli. Mett út frá úrslit-
unum um vikuskiftið, má
sigast, at VÌF fer á vøllin í
Havn sum favorittar, men
vit hava áður sæð, at tað
kann verða sera trupult at
spáa um úrslitið av dystum
millum júst hesi bæði lið.
Hoyvíkingar ætla sær
óivað í finaluna, og skulu
teir røkka hesum máli, er
neyðugt hjá teimum at basa
strandingum í annaðkvøld.
Júst hesi bæði lið hittust í
finaluni í fjør, men í ár
verður altso bert pláss fyri
tí eina liðnum, og hvør tað
verður, er ógvuliga ilt at
meta um. StÍF hevði eina
vánaliga byrjan upp á
kappingarárið, men er so
líðandi komið fyri seg, og
sigurin á Kyndil sunnu-
dagin bendir á, at strand-
ingar aftur nærkast gomlum
hæddum.
VÍF-H71 34-30 (17-17)
VÍF: Áki Olsen 13(3),
John Zachariassen 6, Ingi
Olsen 6(1), Sámal Joensen
4, Agnar Joensen 3, Harald
Bjørgvin 1, Jákup S.
Andreasen 1
H71: Halgir Dahl Olesen
10(3), Piti Negru 9(1),
Johnny Durhuus 4, Henrik
Gerster 4, Chr. Eli
Zachariassen 1, Niels
Viggo Niclasen 1, Sigtór
Andreasen 1
Brotskøst: VÍF 4(4), H71
8(4)
Útvísingar: VÍF 5, H71 4
Dómarar: Andreas F.
Hansen og Eyðun
Samuelsen - dømdu ein
fínan dyst
20
Nr. 6 - 11. januar 2005
Leingi sá tað út til,
at VÍF fór at fáa
bæði stigini, tá ið
Søljan vitjaði í
Vestmanna, men
miðskeiðis í seinna
hálvleiki, koppaði
dysturin
HONDBÓLTUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Á pappírinum var dyst-
urin millum VÍF og Sølj-
una tann mest áhugaverdi
kvinnudysturin
hetta
vikuskiftið. Søljan hevur
verið eitt positivt yvir-
raskilsi í hesum kapping-
arárinum, meðan tað
hevur gingið minni gott
hjá VÍF. Tó tykist tað
sum um, at vestmanna-
kvinnurnar eru við at
fóta sær eitt sindur, og
ein sigur á Søljuni kundi
verið eitt stig á røttu
leiðini.
Framúr VÍF-byrjan
Tá ið fyrri hálvleikur var
komin væl áleiðis, var
einki, sum bendi á, at
vágakvinnur fóru at fáa
nakað sum helst við sær
yvir um sundið aftur.
Heimaliðið var snøgt
sagt nógv betri í fyrra
hálvleiki, og gestirnir úr
Vágum megnaðu als ikki
at fóta sær.VÍF var á
odda við fýra ella fimm
málum ein stóran part av
fyrra hálvleiki, og tá ið
komið var til steðgin, var
heimaliðið á odda 12-8.
Gestirnir úr Søljuni
vóru sum hamskiftar eftir
steðgin. Longu tá ið
fimm
minuttir
vóru
leiktir av seinna hálv-
leiki, høvdu tær minkað
um munin niður í eitt
mál, men VÍF svaraði
aftur og legði seg á odda
15-12, tá ið átta minuttir
vóru leiktir, men so kom
stígur í hjá heimaliðnum.
Tað gingu nú ikki færri
enn 14 minuttir, har VÍF
als ikki skoraði, og sam-
stundis megnaði Søljan
at skora sjey ferðir, so-
leiðis at tær nú bráddliga
vóru á odda við fýra mál-
um, 19-15! Vestmanna-
kvinnur reistust tó aftur
og fingu skorað tríggjar
ferðir á rað, men tær
megnaðu ongantíð at
koma upp á javnt aftur,
og tí gjørdist drúgva
oyðimarkargongdin hjá
VÍF í seinna hálvleiki
avgerandi fyri úrslitið av
dystinum, sum Søljan
vann 22-20.
VÍF-Søljan
20-22(12-8)
VÍF: Ioana Rapa 9(1),
Fríða Marjunardóttir
6(1), Eyðritt Andreasen
3, Linda Johannesen 2
Søljan: Lina Andrilulyte
10(4), Nicoleta Radu
Hansen 6, Hertha
Jónsdóttir Simonsen 3,
Jana Jacobsen 1, Fía
Selma Nielsen 1,
Kristianna Petersen 1
Brotskøst: VÍF3(2),
Søljan 5(4)
Útvísingar: VÍF 4,
Søljan 4
Dómarar: Andreas F.
Hansen og Eyðun
Koppaði í seinna
hálvleiki
VÍF-H71 34-30(17-17)
Vestmenningar
einsamallir
á odda
Agnar Joensen og VÍF eru nú einsamallir á odda í Atlantic Airways kappingini, nú farið er
undir endaspælið
savnsmynd