týsdagur 11. januar 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 6 - 11. januar 2005
21
Tað eydnaðist KÍF at
fáa tvey stig í hús, tá
ið teir sunnudagin
vunnu 34-30 á Neist-
anum í Hoyvíks-
høllini
HONDBÓLTUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Bæði KÍF og Neistin høvdu
harðliga brúk fyri stigun-
um, sum liðini bæði dyst-
aðust um í fyrsta dystinum í
endaspælinum, sum var
leiktur sunnudagin. Heilt
fitt av fólki, meginparturin
kollfirðingar, høvdu leitað
sær í Hoyvíkshøllina til
dystin, men tað var ikki tað
poleraða hondbóltsspælið,
ið tey fingu at síggja.
Lítið skipað spæl
Í fyrra hálvleiki var ilt at
taka dagar millum liðini
bæði. Tað gekk rættuliga
javnt á, og sjáldan var meiri
enn tað eina málið á muni.
Tað tóktist tó, sum um
kollfirðingar
vóru
eitt
sindur meiri tendraðir til
dystin, og yvirhøvur vóru
teir eitt sindur meiri ágrýtn-
ari enn neistamenninir.
Spælararnir hjá KÍF strídd-
ust manniliga fyri hvørjum
einasta bólti, sum teir eisini
eru kendur fyri at gera, og
tað røkkur ofta langt.
Hjá Neistanum tóktist tað
hinvegin sum um, at menn
ikki høvdu tað stóra at
spæla fyri, men liðið hevur
nakrar
einstaklingar
í
Damir Oros og Áka Mørk,
sum kunnu nógv, og hevði
tað ikki verið fyri hesum,
so var dysturin sunnudagin
avgjørdur longu fyri steðg-
in.
Teir báðir Oros og Áki
skutu bróðurpartin av mál-
unum hjá Neistanum í fyrra
hálvleiki, og mongu málini
hjá teimum báðum gjørdu
sítt til, at Neistin kundi fara
til hálvleiks við einari
leiðslu upp á eitt mál, 16-
15.
Neistin var á odda 16-14,
tá ið einans átta sekund
vóru eftir av fyrra hálvleiki,
men eftir eitt time-out
borðreiddu
kollfirðingar
við dagsins detalju. Bólt-
urin var givin upp á miðjum
vølli, og høgri vongur hjá
KÍF stormaði heilt oman í
borðið, áðrenn hann sendi
bóltin inn í málteigin, har
Regin Petersen leyp inn og
slóg bóltin í netið til stóra
frøði
fyri
teir
mongu
kollfirðingarnar á áskoð-
araplássunum.
Kanska hevði Neistin
kunna havt størri hálvleiks-
leiðslu, um teir ikki gjørdu
so nógv óneyðug mistøk,
og harafturat fingu teir
fleiri óneyðugar útvísingar.
Eitt nú fekk málverji Neist-
ans, Jota, tvær ferðir tveir
minuttir fyri steðgin. Tað
fyrru útvísingina fekk hann
fyri kjaftaslit, meðan tann
seinna var á markinum til
eitt reytt kort, tá ið Jota
jarðlegði unga Arnbjørn
Hansen á miðjum vølli.
KÍF legði bragdliga
fyri
Um tað var hegnisliga
málið beint fyri steðgin,
sum hevði givið KÍF ein
eyka innspræning, áðrenn
lagt var til brots í seinna
hálvleiki, skal verða ósagt,
men tað er ein sannroynd,
at kollfirðingar fingu eina
framúr byrjan upp á seinna
hálvleik, og tað var í veru-
leikanum í hesum minutt-
um, at dysturin bleiv av-
gjørdur.
Fyrstu fimm minuttirnar
av seinna hálvleiki skoraði
KÍF fimm ferðir, meðan
Neistin einki mál fekk hesa
løtuna. Tískil vóru kollfirð-
ingar bráddliga á odda við
fýra málum, 20-16, og
neistaliðið tóktist fullkomi-
liga í upploysn. Skotroynd-
irnar hjá Neistanum fóru
antin við síðuna av málin-
um, ella tók ein vælleikandi
Óla Kristian í KÍF-málin-
um sær av teimum.
Neistin royndi frá byrjan
av seinna hálvleiki at seta
Dan
Thorleifsson
og
Blagoje Buha á vøllin, men
tað var uttan úrslit. Buha
hevur verið skaddur í rúma
tíð, og tað var týðuligt
sunnudagin, at hann er ikki
komin ordiliga í gongd
aftur enn.
Tað sá ikki út til, at Neist-
in fór at koma aftur í aftur,
men tá ið seinni hálvleikur
var okkurt um hálvrunnin,
gjørdu teir bláu ein vørr,
men tað var ikki nóg mikið
til, at teir megnaðu at koma
upp á javnt aftur.
KÍF var betra liðið í dyst-
inum, og tað var eisini fult
uppiborið, at teir vunnu
dystin. Serliga hugaligt var
at síggja unga vongin hjá
KÍF, 18 ára gamla Arnbjørn
Hansen, sum spældi ein
fínan dyst og gjørdist topp-
skjútti hjá kollfirðingum
við átta málum. Hann fara
vit óivað at síggja nógv til
seinni. Harumframt er vert
at nevna Rógva Weihe, sum
hóast hann kanska ikki er
so sjónligur, spældi ein
branddyst í verjuni hjá KÍF.
Hjá Neistanum var tað
ikki nakar sum so, ið skar-
aði framúr. Gamaní skutu
bæði Damir Oros og Áki
Mørk eina rúgvu av málum,
men leikliga hekk millum
lítið og einki saman hjá
Neistanum. Í mun til koll-
firðingar høvdu havnar-
menninir als einki striku-
spæl, og tað undraði, at
Rani Slættanes sat á beink-
inum allan dystin. Tað
hevði avgjørt verið eina
roynd vert at sett hann inn á
strikuna í eini roynd at
venda gongdini.
Við sigrinum á Neistan-
um sunnudagin eydnaðist
tað samstundis KÍF at
stríða seg upp á triðja-
plássið við seks stigum
framman fyri H71 og StÍF
við fimm stigum.
KÍF-Neistin 34-30
(15-16)
KÍF: Arnbjørn Hansen 8,
Gert Hansen 7, Regin
Petersen 6, Mirko Milin-
kovic 5(1), Jóan Pauli
Olsen 4, Eddie Joensen 2,
Rógvi Weihe 1, Teitur
Joensen 1(1)
Neistin: Damir Oros 11(4),
Áki Mørk 8, Ólavur
Brimnes 4, Roar Dalsgarð
3, Helgi Michelsen 2,
Tróndur Kragesteen 2
Brotskøst: KÍF 3(2),
Neistin 4(4)
Útvísingar: KÍF 4, Neistin
8
Dómarar: Uni og Hannis
Wardum - megnaðu væl at
stýra einum annars sera
rótutum dysti.
Vágskvinnur vunnu
væntaða sigurin á
StÍF í Vági sunnu-
dagin. Longu frá
fyrsta bríksli var
munurin eyðsýndur
HONDBÓLTUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tíverri er tað so, at í før-
oysku hondbóltskapping-
ini, og serligani hjá
kvinnunum,
eru
tað
rættuliga nógvir dystir,
har tað er lætt at spáa um
úrslitið frammanundan,
tí at liðið eru so ójøvn.
Ein slíkur dystur var tann
millum VB og StÍF
sunnudagin.
Fyrireika seg til
hálvfinaluna
Uttan at taka nakað frá
strandakvinnum,
so
skerst ikki burtur, at VB
saman við Stjørnuni er
líka sum í einum flokki
fyri seg í føroyskum
kvinnuhondbólti, meðan
StÍF hevur eitt gott petti
eftir, áðrenn tær røkka
upp á sama støði.
VB hevur í fleiri ár
verið við í oddinum av
føroyskum kvinnuhond-
bólti, og ein av orsøkun-
um til hetta hevur verið,
at liðið hevur havt eina
stammu, ið hevur spælt
saman í fleiri ár, og har-
afturat hevur liðið eisini
nakrar av teimum bestu
útlendingunum í Sunset-
kappingini.
Í dystinum sunnudagin
vístu útlendingarnir hjá
VB eisini vegin, og
serliga Daiva Tomaite var
serliga væl uppløgd. Hon
gjørdi ikki mætari enn
skora níggju ferðir longu
fyri steðgin, og dysturin
var í veruleikanum av-
gjørdur, tá ið VB um
miðjan fyrra hálvleik fór
frá at verða á odda 8-5
upp á 16-5!
Heimaliðið økti so
hvørt sum dysturin leið,
og tey tjúgu málini, ið
vóru á muni millum
liðini vóru helst eisini á
eini góðari leið.
Nú
fyrireika
vágs-
kvinnur seg so til hálv-
finaluna í Coca-Cola
kappingini,
sum
tær
skulu spæla í annaðkvøld
móti Stjørnuni. Fleiri
vilja eisini verða við, at
hálvfinalan móti klaks-
víkskvinnum í veruleik-
anum er tann moralska
finalan.
VB-StÍF 38-18(19-7)
VB: Daiva Tomaite
13(3), Aukse
Vysniaskaite 6,
Christina Holm 6(3),
Laila Jespersen 4,
Arnleyð Hjelm 3,
Rannvá Augustinussen
3, Jóna Thorsteinsson 1,
Margreth Augustinussen
1, Sólrun Krosslá 1
StÍF: Paula D. Olsen 5,
Rebekka Justinussen 4,
Súnfríð B. Jacobsen 3,
Anna B. Danielsen 2,
Paula Høgnesen 2,
Malan Petersen 1, Rósa
Johansen 1
Brotskøst: VB 7(6), StÍF
1
Útvísingar: StÍF 4
Dómarar: Sámal Hansen
og Kristjan Johansen
KÍF-Neistin 34-30(15-16)
Kollfirðingar vunnu
rótutan dyst
VB-StÍF 38-18(19-7)
Væntaði sigurin
til VB
Regin Petersen hjá KÍF, sum her er avmyndaður í dysti móti H71, var ein av sentralu spælarunum hjá kollfirðingum í sigrinum
á Neistanum sunnudagin
savnsmynd