týsdagur 11. januar 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 6 - 11. januar 2005
Tey vóru neyvan
mong, sum høvdu
roknað við, at StÍF fór
at koppa oddaliðnum
Kyndil í fyrsta dystin-
um í endaspælinum
HONDBÓLTUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Strandingar hava ikki víst
tað stóra hondbóltsspælið í
grundspælinum, og tá ið
teir so í fyrsta dystinum í
endaspælinum fingu vitjan
av Kyndli, sum vann grund-
spælið og helst eisini
higartil í kappingini hevur
víst tann besta hondbóltin,
vóru tað neyvan mong, ið
høvdu
vænta
stórvegis
úrtøku burtur úr dystinum
til StÍF. Men ikki gongur
altíð sum prestur prædikar.
Skerdir kyndilsmenn
Talan var um ein serstak-
liga spennandi og javnan
dyst á Skála sunnudagin,
hóast sjálvt hondbólts-
spælið ikki var tað stóra at
reypa um. Liðini fylgdust
at kalla allan dystin, og
viðhvørt vóru strandingar á
odda, og aðrar tíðir vóru
tað so føroyameistararnir úr
Kyndli, sum høvdu leiðsl-
una.
Tað kom dátt við hjá
Kyndli, at teir heilt tíðliga í
dystinum mistu landsliðs-
leikaran Høgna Klein, sum
meiddi sær annan fótin illa.
Tá ið vit seint sunnukvøld-
ið frættu frá kyndilsmonn-
um, søgdu teir, at tað sá
einki serligt út hjá Høgna,
og at hann verður ikki við
aftur fyrstu dystirnar. Við
missinum av Høgna misti
Kyndil samstundis eina av
sínum størstu skothóttan-
um.
Sum áðurnevnt var sjáld-
an nakar serligur munur
millum liðini bæði. Kynd-
ilsmenn fingu als ikki glið
á spælið hjá sær, og ferð
aftaná ferð gjørdu teir
óneyðug
mistøk,
sum
strandingar vóru dugnaligir
til at revsa. Ikki minst var
ungi
landsliðsleikarin
Sveinur Justinussen hjá
StÍF sera væl upplagdur
sunnudagin,
og
hann
gjørdist eisini toppskjútti
hjá heimaliðnum við níggju
málum.
Tað er neyvan ov nógv
sagt, at dysturin sunnudag-
in var ein tann vánaligasti
hjá føroyameistarunum í
hesum kappingarárinum,
og tá ið StÍF bleiv við at
hanga í Kyndli, fekk hetta
eisini frustratiónirnar fram
á útiliðnum.
Stríðsviljin sigraði
Eftir at Kyndil hevði verið á
odda við einum máli í
hálvleikssteðginum, gekk
tað framvegis javnt á eftir
steðgin. Fyrsta partin av
seinna hálvleiki var á odda
við einum ella tveimum
málum, men tá ið seinni
hálvleikur var hálvrunnin,
komu strandingar ájavnt
við gestirnar, sum sam-
stundis blivu enn meiri
skerdir.
Seinni hálvleikur var
akkurát hálvrunnin, tá ið
sterki strikuspælarin hjá
Kyndli, Janus Einar Søren-
sen, fekk reyða kortið.
Alexandur Johansen var á
veg gjøgnum verjuna hjá
havnarliðnum, men Janus
Einar fekk armin um kvika
vongspælarin hjá strand-
ingum, men armuruin var
so mikið ovarlaga, at hann
fór um hálsin á Alexandur,
sum fór ógvusligani um
koll. Dómararnir báðir,
Dánjal og Kári Hansen,
vóru eirindaleysir og vístu
Janus Einari reyða kortið.
Hetta var ein týðandi løta
í dystinum, og tað var júst
eftir henda tilburð, at StÍF
aftur kom á odda í dystin-
um, og tað eydnaðist ong-
antíð aftur Kyndli at koma
ájavnt við heimaliðið, sum
vann dystin 26-23.
Í stuttum kann sigast, at
strandingar
sunnudagin
vístu tann eyðkenda stríðs-
viljan, sum teir eru kendir
fyri, men hinvegin var ikki
tað stóra hondbóltsspælið
at sígga, sum vit annars
vita, at bæði liðini eru før
fyri at spæla.
Kyndil hevði ein av sín-
um heilt vánaligu døgum,
og um teir ætla sær at gera
nakað við vestmenningar í
fyrru hálvfinaluni sínamill-
um í Coca-Cola kappingini,
sum verður á Hálsi miku-
kvøldið, so skulu teir taka
annað skinn um bak. Vest-
menningar eru væl fyri, og
tá ið so Kyndil samstundis
noyðist at verða bæði Janus
Einar Sørensen og Høgna
Klein fyriuttan, tykist upp-
gávan ómetaliga trupul.
Strandingar skulu eisini
spæla hálvfinalu miku-
kvøldið. Tá verður talan um
eina endurtøku av finaluni
frá í fjør, sum strandingar
vunnu á hoyvíkingum. Um
søgan fer at endurtaka seg í
ár, skal verða ósagt, men
við sigrinum á Kyndli
sunnudagin, er lítið at
ivaast í, at StÍF hevur fingið
vind í segluni, og tá ið tað
er, so kunnu strandingar
basa øllum liðum í Føroy-
um.
StÍF-Kyndil 26-23
(11-12)
StÍF: Sveinur Justinussen
9, Leivur Justinussen 6,
Bent Djurhuus 3, Alex-
andur Johansen 3(1), Borg-
ar Danielsen 2, Bárður
Danielsen 2, Pauli G.
Hansen 1
Kyndil: Jacob Jónsson 5,
Josef Abrahamsen 5, Hans
Áki Dahl-Christiansen 5,
Ragnar Stakksund 2,
Rókur Akralíð 2, Finnur
Hansson 2, Hans A.
Thomsen 1, Høgni Klein 1
Brotskøst: StÍF 2(1)
Útvísingar: StÍF 3, Kyndil
5
Reytt kort: Kyndil 1
Dómarar: Kári Hansen og
Dánial Hansen
Hóast Kyndil fylgdi
væl við í fyrra hálv-
leiki, so gjørdist
talan kortini um ein
trivaligan sigur til
Neistan, tá ið
grannadystur var í
Havn í Sunset-
kappingini
HONDBÓLTUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Ikki
óvæntað
vunnu
neistakvinnur ein trygg-
an sigur á grannunum úr
Kyndli
sunnudagin.
Neistin sær út til at verða
tað liðið, sum kann geva
teimum báðum oddalið-
unum báðum, Stjørnuni
og VB, størstu mótstøð-
una, meðan Kyndil er eitt
av avgjørdu botnliðun-
um, og tí var úrslitið av
dystinum
sunnudagin
ikki ringt at spáa um.
Kyndlakvinnur
fylgdu væl við
Størsta partin av fyrra
hálvleiki var tað tó ikki
nógv, ið bendi á, at Neist-
in skuldi vinna væntaða
stórsigurin.
Gamaní
løgdu tær seg á odda
tíðliga í dystinum, men
tað gekk heldur striltið
við at fáa lagt sjógv
millum seg og Kyndil hjá
neistakvinnunum.
Hvørjar ferð Neistin
hótti við at fara frá
Kyndli,
svaraðu
tær
grønu aftur, men tá ið
fyrri hálvleikur fór at
halla, fekk Neistin avger-
andi leiðsluna, ið sløkti
seinastu vónirnar hjá
Kyndli um at fáa stig
burtur úr dystinum.
Seinastu fimm minutt-
irnar av fyrra hálvleiki
økti Neistin úr 14-12 upp
í 18-12, og so var dyst-
urin avgjørdur.
Í seinna hálvleiki helt
Neistin fram við at økja
um leiðsluna, og ikki
kann sigast annað, enn at
tað sær heilt gott út hjá
teimum bláu úr Havn,
sum til tíðir sunnudagin
vístu heilt gott spæl.
Við teimum trimum
sentralu spælarunum á
liðnum, Marjun Trónd-
arson, Simonu Petersen
og Ásu á Neystabø á
odda, kann Neistin verða
liðið, sum fer at seta fót
fyri gulldreymunum hjá
antin Stjørnuni ella VB.
Næsta uppgávan hjá
Neistanum verður tó ikki
í Sunset-kappingini, men
í Coca-Cola steypakapp-
ingini, har Neistin í
annaðkvøld skal spæla
fyrru hálvfinaluna móti
Søljuni. Kyndil er ikki
longur við í steypakapp-
ingini.
Kyndil-Neistin
20-33(12-18)
Kyndil: Randi Wardum
9(1), Anja Midjord 4,
Ann Mari Wang 4,
Linda Weihe 1, Súsanna
Petersen 1, Kari-Ann
Petersen 1
Neistin: Marjun
Tróndarson 8, Simona
Petersen 8(5), Ása á
Neystabø 5, Kára á
Dunga 4, Unn Krage-
steen 3, Annika Thom-
sen 3, Jórun Ludvig 1,
Lív Sørensen 1
Brotskøst: Kyndil 3(1),
Neistin 6(5)
Útvísingar: Kyndil 2,
Neistin 2
Dómarar: Brandur
Johansen og Heri
Petersen
Kyndil-Neistin 20-33(12-18)
Avgreiðslusigur
í grannauppgerð
StÍF-Kyndil 26-23(11-12)
Strandingar
koppaðu
oddaliðnum
Heldur óvæntað noyddust kyndlamenn at lúta fyri strandingum á Skála sunnudagin í fyrsta dystinum í endaspælinum
savnsmynd