týsdagur 11. januar 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 6 - 11. januar 2005
23
Føroyski landsliðs-
spælarin var á
vøllinum síðsta lítla
korterið, tá ið
Coventry leygar-
dagin spældi seg í
fjórða umfarið í FA
Cup
ÚTISETI
Jóannes Hansen
Leygardagin segði Claus
Bech Jørgensen her á
síðunum, at hann er
troyttur av Coventry, og
at hann hevur gjørt upp
við seg sjálvan, at hann
nú skal flyta til annað
felag. Tess skjótari tað
verður, tess betri verður
tað.
Orsøkin til niðurstøð-
una og ætlanina er, at
føroyski landsliðsspæl-
arin síðani skaðan í
landsdystinum á Kypros í
oktober ikki hevur verið
á
besta
liðnum
hjá
Coventry. Hann heldur
seg ikki hava fingið
møguleikan, sum hann
sjálvur heldur, at hann
átti at havt fingið.
Men leygardagin fekk
Claus fyrsta møguleikan
síðani í oktober. Um
hetta fer at vera við til at
broyta áskoðanina, so
Claus verður sinnaður at
halda fram í Coventry,
sigur henda søgan einki
um, og tað valdast iva-
leyst um so nógv.
Nýggi
venjarin
í
Coventry, Adrian Heath,
hevði tríggjar nýggjar
millum teir fyrstu ellivu,
tá ið Coventry í triðja
umfarinum
í
stóru
steypakappingini hevði
vitjan av Crewe, sum
Coventry fyrr í hesum
kappingarárinum hevur
tapt fyri á heimavølli.
Claus Bech Jørgensen
var á beinkinum, og í 78.
minutti varð hann saman
við einum øðrum skiftur
inn. Fyrsta skiftingin
varð framd í steðginum.
Tá ið Claus kom á
vøllin, var støðan 3-0,
eftir at tað í steðginum
hevði staðið 2-0. Síðstu
løtuna trýsti Coventry
fyri at økja um leiðsluna.
Tað eydnaðist ikki, men
teir í Coventry vóru
ovurfegnir um úrslitið.
Vónar at halda fram
Hósdagin í síðstu viku
fór Coventry venjarin,
Peter Reid, úr starvinum.
Hjálparvenjarin hjá hon-
um, Adrian Heath, er
fyribilssettur
venjari.
Eftir góða úrslitið leygar-
dagin, sigur hann seg
vóna, at nevndin í felag-
num fer at vísa honum
álit og harvið at seta
hann í fast venjarastarv.
Enn hevur nevndin einki
sagt um hetta.
Tað var fyribilssetti
venjarin, sum leygar-
dagin vísti Claus Bech
Jørgensen størri álit, enn
fráfarni venjarin nakran-
tíð hevur gjørt, síðani
Claus kom fyri seg eftir
brotna
rivjabeinið
á
Kypros. Í vikuskiftinum
verður avbjóðingin hjá
Coventry stór. Tá skulu
teir í landskappingini
spæla á útivølli ímóti
Ipswich, sum er topplið í
næstbestu
deildini.
Spurningurin er, hvør tá
fer at vera venjari, og um
venjarin, sum tá verður,
aftur fer at vísa Claus
Bech Jørgensen álit.
vunnin
tapt
mál-
dystir
v -
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1
Stjørnan
11
11 - 0
- 0
300
211
89
22
2
VB
11
10 - 0
- 1
347
210
137
20
3
Neistin
12
9 - 0
- 3
354
253
101
18
4
Søljan
12
7 - 0
- 5
335
281
54
14
5
VÍF
12
5 - 0
- 7
286
271
15
10
6
StÍF
11
2 - 1
- 8
233
299
-66
5
7
Kyndil
12
1 - 1
- 10
217
345
-128
3
8
Tjaldur
11
0 - 0
- 11
190
392
-202
0
Stjørnan gjørdi bart,
tá ið Tjaldur vitjaði í
KÍ-høllini sunnu-
kvøldið. Oddaliðið
vann stórt, og um tær
vildu, kundu tær
vunnið við enn fleiri
málum.
HONDBÓLTUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað var eingin slingur í
valsinum, tá ið oddaliðið í
Sunset-kappingini Stjørnan
hevði vitjan av Tjaldur úr
Runavík seint sunnudagin í
Klaksvík. Heimaliðið lat
ongan iva verða um, at tær
ætlaðu sær at avgerða
dystin beinan vegin, og
longu tá ið tíggju minuttur
vóru leiktir, hevði Stjørnan
eisini lagt seg á odda 7-0!
Louisa í hopla
Tað var næstan so, at
Stjørnan skoraði eftir vild,
men hesaferð vóru tað tó
eisini onkur av teimum
meira anonymu leikarunum
í hópinum hjá Stjørnuni,
sum hildu seg framat. Eitt
nú Louisa Andreeasen, sum
saman við Katarinu Stjepa-
nov gjørdist toppskjútti hjá
heimaliðnum við níggju
málum.
Eftir at heimaliðið hevði
lagt seg avgerandi á odda,
tóku tær sær av løttum eina
løtu, soleiðis at gestirnir
fingu fóta sær eitt sindur,
men tað var bert eina løtu,
so setti heimaliðið ferð á
aftur.
Eftir
steðgin
hevði
Stjørnan fulla ferð á, og
málini skolaðu inn aftan
fyri neyðars Lone Bajer í
málinum hjá Tjaldur. Ikki
færri enn 19 ferðir sat bólt-
urin í netinum hjá Tjaldur
eftir steðginum, samstundis
sum runavíkskvinnur sjálv-
ar bert fingu skoraði seks
ferðir í hinum endanum.
Um talan var um eina
lætta uppgávu hjá Stjørnuni
sunnudagin, so verður tað
øðrvísi í morgin, tá ið tær
skulu spæla fyrru hálv-
finaluna í Coca-Cola kapp-
ini móti nærmastu kapp-
ingarneytunum úr VB.
Stjørnan-Tjaldur
33-13 (14-7)
Stjørnan: Katarina Stjepa-
nov 9 (4), Louisa Andrea-
sen 9 (1) Joan M. Djorde-
vic 4, Una Olsen 3, Bára
Skaale Klakstein 3, Beinta
Joensen 3, Anna Kristina
Samson 2.
Tjaldur: Heidi Heinesen 4,
Anna Hansen 3, Heidi
Sevdal 2, Anni Højgaard 1,
Kirstin Jacobsen 1, Hanna
Isaksen 1, Jacoba Lang-
gaard 1.
Brotskøst: Stjørnan 7/5,
Tjaldur 0
Útvísingar: Stjørnan 0 ,
Tjaldur 4
Dómarar: Pole Hansen og
Hartvig Joensen.
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1
VÍF
1
1
- 0
-
0
329
289
40
10
2
Kyndil
1
0
- 0
-
1
331
264
67
8
3
KÍF
1
1
- 0
-
0
275
301
-26
6
4
H71
1
0
- 0
-
1
327
327
0
5
5
StÍF
1
1
- 0
-
0
293
326
-33
5
6
Neistin
1
0
- 0
-
1
298
346
-48
3
7
Tjaldur
0
0
- 0
-
0
0
0
0
0
Nú slapp Claus
upp í part
Stjørnan-Tjaldur 33-13(14-7)
Stórsigur til Stjørnuna
Bára Skaale Klakstein og Stjørnan vunnu ein tryggan sigur á
Tjaldur sunnukvøldið
savnsmynd